Pauli Trond Petersen helt røðu á 70 ára føðingardegnum hjá Astrid Andreasen
Røða á 70 ára føðingardegi hjá Astrid Andreasen
Góða Astrid, hjartaliga til lukku við sjeyti ára føðingardegnum. Eg skal sum borgarstjóri í Vestmanna, tína føðibygd, bera tær fram hesa kvøðu, og er tað mær ein stórur heiður.
Hjartans tøkk til stigtakarar og samskiparar Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen fyri hetta frálíka tiltak, ið eg vænti fær nógv vitjandi.
Listarkvinnan Astrid Jóhanna Andreasen er fødd 31. juli í 1948 í Vestmanna.
Pápi Astrid - Andreas Andreasen - var skúlalærari og mamman - Daniella Andreasen - var heimagangandi.
Andreas Andreasen ella Andreas í Gerðinum, sum hann vanliga varð kallaður, varð føddur í Vestmanna 26. mars 1906.
Hann tók prógv á læraraskúlanum í Havn í 1929.
Andreas starvaðist sum lærari í heimbygdini eitt drúgt tíðarskeið frá 1944, til hann legði frá sær vegna aldur í 1974.
Uttan fyri heimbygdina er Andreas betur kendur sum yrkjari. Hvør kennir ikki perluna innan føroyska yrking: "Nú sprettir á fold og spírar...", har hann so vakurt lýsir ta føroysku náttúruna bæði á sjógvi og landi.
Men serliga eru tað skúlabørnini, sum hava fingið gleði av hansara arbeiði. Tríggjar sangbøkur gav hann út "100 sangir", "Heiðaljóð" og "Flykrur". Hegnisliga um-yrkti Andreas hópin av sangum har hann flutti tekstin yvir á føroysk viðurskifti og umhvørvi.
Við hansara vøkru yrkingum um sjóvarmálan, fjøruna, bø og ong er einki undur í, at dóttirin Astrid hevur fingið áhugan fyri øllum tí serstaka ið livir har. Eins vakurt ið pápin yrkir, myndlistar Astrid vakurleikan fyri okkum: fiskar, fuglar og tara.
Astrid er listakvinna, vísundaligur teknari og frímerkja-myndprýðari. Hon hevur serstakliga lagt seg eftir at tekna djór, serliga fiskar og onnur havdjór.
Hon er útbúgvin sum hondarbeiðslærarinna í 1968 frá Kerteminde Husflidsskole. Í 1982 fór hon á Aarhus Kunstakademi, og seinni hevur hon lært vísindaliga tekning á Jerlesborgskúlanum og á Tjernø Marinbiologiska Station í Svøríki. Astrid er ein fjøltáttað listakvinna. Hon hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði, og hevur m.a. teknað eina ørgrynnu av teimum føroysku fiskunum, fuglunum, blómunum og tarunum. Verk hennara eru gjørd úr alskyns tilfari, líka frá silki til jarntráð. Eisini eru fleiri av verkunum bundin úr føroyskum tógvi við teimum eyðkendu føroysku bindingarmynstrunum. Astrid hevur í meira enn 20 ár starvast á Náttúrugripasavninum (nú Søvn Landsins) sum vísundaligur teknari.
Serligu listarverkini hjá Astrid, myndateppini, ið eru vovin og bundin, brúkar Astrid ullina við náttúrunar svørtu, gráu, brúnu, morreyðu og hvítu litum. Umframt hetta brúkar hon plantulitir.
Verkini endurspegla fjallana vond í organiskari rútmu. Hesum hugskotum er eisini arbeitt við í vovnum og samanseymaðum skulpturum, ið spegla grót við yvirflata, ið glampar av mosa og skón, ið grør á grótinum. Ein onnur síða av framleiðslu Astridar eru skreytbúgvin samanseymað myndateppi í marglittum, ofta sprøklutum stíli við frásøgu kendum innihaldi úr mytunnar heimi.
Í heimbygdini Vestmanna eru tíni listarverk væl umboðað. Í Vestmanna kirkju er ein tann vakrasta altartalvan, ið tú Astrid og dóttirin Katrin, so megnarliga hava virkað.
Á mongum altartalvum síggja vit nívandi líðingarsøguna avmyndaða í døprum litum. Men altarprýðið í Vestmanna kirkju, lívstræið, avmyndað úr krúnu niður í røtur, fær hugin at leita til tað tiltikna sinnopskornið, ið ”verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinir, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí” (Mark. 4,31-32).
Stóri, gylti krossurin (úr viði kløddum við messingplátum lagdar við reinum gulli – 24 karat) aftan fyri træið bendir á mikla Drottin handan alt.
Træið sjálvt er úr frumevninum aluminium og sproytilakkað við bil-lakki. Í viðarbulinum eru brúnir, grønir og bláir litir, ið fevna um jørð, vøkstur, himmal og hav. Í trænum og uttan um tað halda snjóhvítir, glaraðir fuglar til – mannasálir í dúvuskapi. Við yndisligu, dansandi rørslum sínum minna teir okkum á lættan, tølandi tónleik, á vakurleikan í skapanarverkinum yvir-høvur – á tað ljósa í tilveruni.
Kirkjan er karmur um øll lívsins viðurskifti, eisini tey tungu. Ljóst altarprýði, ið tekur ímóti honum, ið trínur inn um kirkjugátt, megnar at lyfta sinnið og soleiðis veita ugga.
Í Vestmanna skúla hanga eisini áseymaði listarverk eftir Astrid.
À heiminum á Grønanesi hongur eitt heilt serligt listarverk.
”Ársverk” 365 metrar, sum Astrid hevur bundið. Hetta hongur á á einari ár sum Andreas Andreasen - pápi Astrid - átti.
Astrid hevur verið virkið listafólk í úti við 50 ár. Í 2010 skrivaði Trine Rytter Andersen bókina Fiskadukkur og tussafiskar, ið er ein lýsing í orðum og myndum av Astrid Andreasen.
Astrid, takk fyri tínar gávur, áhaldni og dugnasemi. Takk fyri tín eyðsædda neyvleika, litgleði og gamanslyndi. Astrid, takk fyri at tú við list tíni tekur støði í myndevnum, ið lýsa menniskju í staðbundnu mentanini.
Í dag hava vit møguleikan at síggja eina røð av listaverkum tínum- og vil eg heita á tykkum at skoða yvir verkini, meðan eg lesi yrkingina hjá pápa tínum, Andreas Andreasen ”Barnaminnir” úr sangbókini Flykrur:
1. Spældi eg tíðliga, og spældi eg seint
Niðri á fjørðusandi-
Har vóru hyljar, og har var so reint
Niðri á fjørðusandi-
Ein hópur av tinnum; tað minnist eg væl,
Skeljar so vakrar og heilt uttan tal,
Kombikk eg fangaði, tað var eitt spæl
Niðri á fjørusandi
2. Sólin um dagin hon stavaði heit
Niðri á fjørusandi
Mánin á kvøldi úr loftinum leit
Niðri á fjørusandi
Á steinunum har vuksu fliður og gjar
Aldurnar tutlaðu, tær spældu sær.
Ongasteðs livdi eg so væl sum har
Niðri á fjørusandi
3. Tjøldrini sólaðu sær lið um lið
Niðri á fjørusandi.
Har vóru títlingar, grælingar við
Niðri á fjørusandi.
Nei, ongantíð fegnari hjarta mítt slóð,
Enn tá eg niðri á sandinum vó.
Glaður tá var eg, og sál mín var fró
Niðri á fjørusandi
4. Æður við ungum har fóru framvið
Niðri á fjørusandi,
Vistu tær væl, at tær har fingu frið
Niðri á fjørusandi
So týn ikki lívið, tá tað er so stutt.
Lat tú bert liva hvørt eitt lítið krutt,
Lat tú yðja, sum tað hevur utt
Niðri á fjørusandi
5. Meira og meira eg undraðist á
Niðri á fjørusandi-
Alt tað, sum eg fram við strondini sá
Niðri á fjørusandi:
Í eyrinum álvindar við eini á,
Langfiskar, bleikjur og rognkelsi smá
Og so alt, sum undir steinunum lá
Niðri á fjørusandi
6. Eyguni opnaðust, meðan eg var
Niðri á fjørusandi
Alt, sum eg dugi, tað nam eg har
Niðri á fjørusandi
At sólin og vatnið har lív øllum gav,
Helt eg meg hava ein varhuga av
Har við hitt livandi, veldiga hav
Niðri á fjørusandi
7. Minnini liva um, tá ið eg gekk
Niðri á fjørusandi.
Gloymdi eg aldri at tað, sum eg fekk
Niðri á fjørusandi,
Og har niðri møtti mær friður og hógv.
Ongantíð síðani sá eg so nógv,
Sum eg sá niðri við blágrønan sjógv
Niðri á fjørusandi
Takk fyri.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Andakt
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur