Navy of Intelligence sigur at russisku skipini onga ávirkan hava á trygdina í Norðuratlantshavið
Tað er politiskt press úr Føroyum at fáa steðgað hesum samstarvinum sigur Hanus Hansen reiðari og formaður í Reiðarafelagnum við Norðlýsið
Í Føroyum eru sjónarmiðini ymisk, nú uttanríkisráðharrin Siri Stenberg (Tjóðveldi) ætlar at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skal føra til, at tveir russiskir trolarar verða útvístir úr føroyskum sjóøki.
Skipini eru á svartlista hjá ES, men hava framvegis loyvi at fiska undir Føroyum sambært galdandi fiskivinnuavtalu millum Føroyar og Russland. Talan er um skip hjá feløgunum Murman Seafood og Norebo JSC. Føroyar hava í skjótt 50 ár gjørt fiskiveiðuavtalur við Rusland.
Ein veljarakanning hjá portal.fo – dagur.fo sigur at 46 prosent av veljarunum ynskja at varðveita fiskivinnusamstarvið og 30% siga nei og 24 prosent “vita ikki”.
Grein skrivað í samstarvi millum R7 (Eivind Jacobsen) og 24FO.NEWS (Óli M. Lassen)
Ikki bara vinnan er ímótið uppkotinum
Fyrrverandi løgmaður og fyrrverðandi fiskimálaráðharri og nu borgarstjóri í Runavíkar kommunu mótmæla ætlan um at útvísa russisk skip úr føroyskum sjóøkið. Tað eru serliga royndir politikarar og vinnulívsfólk, sum hava víst á, at uppskotið kann hava álvarsligar fylgjur fyri føroyska útflutningin og diplomatisku støðuna.
Í kjakforuminum á FM1 luttóku tríggir royndir politikarar talan var um Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, í dag formaður í Reyða Krossi, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, fyrrverandi fiskimálaráðharri og løgtingslimur og nú formaður í Føroya Kommunufelag (Tjóðveldi) og Heðin Zachariassen, fyrrverandi landsstýrismaður og tinglimur fyri Fólkaflokkin, i dag vinnulívsmaður.
Allir tríggir vístu greiða mótstøðu móti ætlanini at sanktionera russisk skip. Teir vístu á, at fiskivinnuavtalan við Russland hevur verið galdandi síðani 1977, og at tað krevur sera haldgóðar grundgevingar at broyta eina slíka avtalu.
Tórbjørn Jacobsen legði dent á, at fólk hava verið umborð á skipunum og staðfest, at útgerðin er av sama slag, sum føroyskir trolarar brúktu fyri 30 árum síðani. Hann vísti eisini á, at tað fyrsta hann lærdi frá einum gomlum tinglimi var, at "hevur tú gjørt eina avtalu, skalt tú ganga ígjøgnum eld fyri at halda hana.
Jóannes Eidesgaard staðfesti í sendingini Stjórnin – Politikkur á skák, at um russisku skipini høvdu hermenn umborð, so var tað ein annar spurningur. Men í hesum føri snýr tað seg um eina sivila fiskivinnuavtalu, sum skal haldast.
Tøkni og illgruni um njósning
Skipini hava verið í dokk, og myndir av botninum eru almannakunngjørdar, m.a. av stjóranum á Vikmar. Skipini keypa útgerð á Føroyum, og føroyskar fyritøkur seta hana upp.
KVF hevur gjørt eina sending um gamlar stuttbylgjumóttakarar, sum áður vóru vanligir á fiskiskipum. Talan er um útgerð, sum túsundtals føroyingar kenna. Kortbylgjusendarar kunnu hoyrast í vanligum radio og eru ikki kodarðar – tí kunnu teir ikki nýtast til spionage.
Ein stjóri innan nautiska útgerð sigur í viðtalu við R7, at áðrenn sanktionir, seldu føroyskar fyritøkur fyri milliónir til russisk skip.
Uttanríkispolitisk støða og fakligar áheitanir
Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri og nú limur í uttanríkisnevndini, segði í samrøðu við DR-journalistarnar Anders Dall og Karina Marie Lin Halvskov (19. august 2025), at Føroyar ikki eiga at svartlista russisk reiðarí, hóast ES hevur illgruna um njósning. Hann heldur, at avgerðir skulu byggja á fakta og ikki illgruna.
Vinnulívsávaring frá P/F Vardin
Í samrøðu við KVF-journalistin Annika Bolton Mortensen (20. august 2025) ávarar Bogi Jacobsen, stjóri í fiskivinnukonsernini Vardin, um álvarsligar fylgjur fyri føroyska vinnulívið. Hann vísir á, at sambært Hagstovuni hava Føroyar útflutt til Russland fyri yvir 1,3 milliardir krónur seinasta árið – makrelur fyri 864 milliónir og sild fyri 380 milliónir.
Bogi Jacobsen stjóri sigur, at svartlistan av russiskum reiðaríum kann elva til mótreaksjonir frá russiskari síðu, sum kunnu raka føroyska útflutningin hart. Í 2021 – áðrenn innrásin í Ukraina – útfluttu Føroyar til Russland fyri 2,3 milliardir krónur.
Reiðarafelagið: Avtalan í vanda
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, segði í samrøðu við KVF (16. august 2025) eisini við Annika Bolton Mortensen, at hann er kritiskur móti lógaruppskotinum. Hann ávarar um, at svartlistan av Murman Seafood og Norebo JSC kann seta framtíðar fiskivinnuavtaluna við Russland í vanda.
Á sjómannadegnum segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í stuttari viðmerking við 24FO.NEWS at tað kundi hava stóra ávirkan á land og fólk um vit missa Russlandssátmalan og var hon harliga ímótið at útihýsa russiskum fiskiskipum og black lista russisk reiðaríðir.
Í gjár segði reiðarin Kristian Martin Rasmussen við Norðlýsið: “Tað hoyrir onga staðni heima at fara at boykotta russisk skip uttan nøkur prógv. Tað skapar óneyðugan ótryggleika, og um vit gera tað, so kemur heilt víst ein reaktión úr Russlandi, sigur Kristian Martin Rasmussen”
Víðari segði hann: “Russland eigur eisini æruna fyri, at Føroyar hóraðu so væl undan, tá Føroyar sjálvar vórðu boykottaðar av ES” hann sigur eisini í greinini á Norðlýsinum. “Vit kunnu handla við Russland við góðari samvitsku, tí ST hevur klárt givið til kennar, at matvøra má og skal vera undantikin sanktiónunum móti Russlandi.”
Trýstið kemur einans úr samgonguni og Føroyum
Reiðarin í JFK samtakinum og formaður í Føroya Reiðarafelagnum Hanus Hansen segði í gjár við Norðlýsið at hann hevði fingið upplýst frá Føroysku minduleikunum at USA er av teirri fatan, at russisku fiskiskipini ikki útgera nakran reellan vanda fyri Føroyar. Men eitt boykott kann fáa fatalar avleiðingar fyri fiskiveiðisamstarvið, endurgevur Norðlysið frá samrøðu Hanus Hansen hevði við Fólkapoddin.
Hanus Hansen sigur við Norðlýsið, at tað eru nakrir føroyskir politikarar, sum fegnir vilja profilera seg uppá, at fáa eitt boykott sett í verk, og ábendingar eru um, at onkrir av hesum politikarunum hava eina dulda ætlan at geva rættindini til onkran, teimum dámar betur.
Uttanlandsnevndin fingið greiða kunning frá amerikansku fregnartænastuni Navy of Intelligence
Á vitjan í USA var Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitjaði Navy of Intelligence, ið hevur ábyrgd av trygdini í Norðuratlantishavi. Sambært Norðlýsinum, so spurdi løgtingslimur, hvør vandi var við russisku fiskiskipunum í Norðuratlantshavinum. Svarið var, at tey høvdu als ongan týdning í so máta. Kelda: Norðlýsið 27.08.2025
Hanna Jensen, frá Framsókn segði á tingið í dag, at vit mugu hugsa um áhugamálinum hjá Føroyum og burðardygga fiskivinnu í framtíðini. Tað eru bara “vit sum tryggja okkara egna handilspolitikk”.
Helgi Abrahamsen sigur á tingsins røðarapalli í dag, at vit liva í einum rættarsamfelag og hví er neyðugt at gera hetta, hví eru tvey reiðaríðir á svartalista, hvør hevur sett skipini á svartalista.
Hvønn fer hetta at raka harast Føroyar ella Rusland?
Jørgin Niclasen sigur, at vit hava løgreglu og dansk militær í Føroyum og danskt akaruvald og her í løgtinginum døma vit ikki. Hetta rakar bara okkum EU keypur olju og gass í hópatal úr Ruslandi, M/S PISON verður møttur av soldatum og bert kokkurin sleppur í land eftir eplum, hetta er EU.
Man biður løgtingið geva landsstýriskvinnuni heimild at døma reiðaríðir (uttan prógv), tí onkur biður okkum um tað, sigur Jørgin Niclasen løgtingslimur.
Fiskimálaráðharrin sigur við KVF.FO í dag, at hann ætlar at fara undir fiskivinnusamráðingar við Rusland í ár.
Løgtingsmaðurin Stefan Klein sigur i tinginum í dag, at skipini eru eingin reell hóttan móti okkara trygd og fær tað stórar fylgir fyri okkara fiskivinnusamfelag. Hetta er samstarv um matvørur. Hetta er samstarv sum tryggjar tusundtals mennskjun mat á borið og føtur undir egið borð. Og hann sigur eisini at trystið kemur ikki fra EU ella dønum, men her inni frá løgtinginum og frá landsstýrinum.
Beinir Johannesen løgtingslimir sigur, at tað eisini er EU som hóttir okkum og spyr hvussu nógv hava vit mist við havnastongsli, útflutningi til Rusland og tænastuveitingum, meðan EU keypir hópin av gas og olju frá Ruslandi. Vit eru nokk tað landið sum er harast rakt orsaka av teimum tiltøkum vit hava valt at seta i verk og sanktionera Rusland og man sær ikki nógv til sjálvrannsakan hja ES londunum.
Jacob Vestergaard sigur, at vit ikki hava fiskivinnuavtalu við EU og spyr um hetta er ein roynd hjá dønum og EU at seta kílar ímillum tað góða samstarvið vit hava á fiskivinnuøkinum í norðurhøvum.
Landsstýriskvinnan tosar um tey sum vit eru samsint við EU og Noreg og vísir hann á, at vit ikki eru samsint við danir EU og Noreg, vit hava oftani verið í ósemjum við hesi lond. Hann vísir á at NATO landið Tyrkaland hevur økt samstarvið við Rusland og EU ger einki við tað, og sigur hann at hann veit einki um at vit liva í einu ótryggum økið. Tá tað kemur til verju av Føroyum er tað USA og UK ið verja okkum innan NATO, hvør er samsintur við okkum innan trygd, tað er UK og USA og tað verða ikki danir ið koma at verja okkum. Tað sum man nú ger kann fáa óbataligan skaða fyri føroyska samfelagið og valferðina. Hann sigur at danir siga, at USA er fari at njósnast, so má man seta seg niður og tosa um tað. Halda vit, at tað er ivamál i okkara samstarvinum við Rusland, so skulu vit seta okkum niður og tosa um tað, hetta er púra vanligt. Hann bleiv spurdur um kríggi millum Rusland og Ukrain, og sigur hann, at hetta hava vit tikið frástøðu frá. Hann sigur at uttanríkispolitikkur handlar um áhugamál hjá Føroyum og ongum øðrum.
Hvat siga russar um avgerðina hjá Noreg
Russland hevur sent Noreg ein greiðan og harðligan boðskap um fiskivinnusamstarvið eftir, at norska stjórnin 7. juli tók tvey russisk reiðarí – Norebo JSC og Murman Seafood – av listanum yvir skip, sum sleppa at fiska í norskum sjógvi. Noreg grundaði avgerðina á váða fyri yvirgangi og njósning.
Russiski fiskivinnustjórin Ilja Sjestakov segði við tíðindastovuna Tass, at um Noreg ikki tekur hesi tiltøkini aftur innan ein mánaða, fer Russland at: Forða norskum skipum at koma í russiskan sjógv at fiska Seta egnar kvotur í Barentshavinum og Norðurhavi, grundaðar á russisk tjóðaráhugamál Russland kallar norsku avgerðina eitt ógvusligt brot á galdandi avtalur um felags umsiting av sjótilfeingi.
Russisku myndugleikarnir hava eisini ávarað um, at samstarvið um Barentshavið kann detta burtur, og at hetta kann fáa álvarsligar fylgjur fyri stovnsrøktina.
Í Noregi hevur reiðarafelagið Fiskebåt longu mælt limum sínum frá at fiska í russiskum sjógvi, tí støðan er so óviss.
Keldir:
FM1-debatt við Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen
KVF-samrøður við Bogi Jacobsen og Hanus Hansen (Annika Bolton Mortensen)
DR-artiklar við Jacob Vestergaard (Anders Dall og Karina Marie Lin Halvskov)
Hagstovan: Útflutningstøl til Russland
Portal.fo
Norðlýsið
Journalistisk samstarv:
Greinin er skrivað í samstarvi millum R7 (Eivind Jacobsen) og 24FO.NEWS (Óli M. Lassen)
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











