Umhvørvið – Eitt lítið átak at skilja burturkast
Runavíkar kommuna hevur avgjørt, at seta skeltir upp til sundurskiljing av greinum o.ø. urtagarðsburturkasti, sum borgarar koyra burtur í skráningin við ruskplássið í Runavík.
Avgerandi at skilja burturkasið
Runavíkar kommuna er farin undir at endurnýta trø og greinar til grønu økini, tí er neyðugt at skilja trø og greinar frá øðrum lívrunnum og ikki lívrunnum burturkasti.
Fyri at kunna gagnnýta sum mest av greinunum, ferð kommunan hervið undir eitt átak at fáa borgarar at skilja greinar og annað lívrunnið burturkast.
Hetta verður gjørt soleiðis:
Eitt øki er sett av bara til “Trø og greinar"
Annað øki er merkt “Urtagarðsburturkast hoyggj – gras o.a” hetta er til annað lívrunnið burturkast.
Skeltini standa niðri við Fjøruveg
Ikki lívrunnið burturkast, sum plastikk o.a húsarhaldsburturkast skal í IRF byngjurnar inni á ruskplássinum
Vónandi vilja fólk taka væl ímóti hesum átaki og hjálpa Runavíkar kommunu og sær sjálvum, at taka atlit til umhvørvið her í økinum.
Runavíkar Kommuna
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











