Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Einfalda loysnin á ampum frá skipum við kaj

Innanlands, Lesarabrøv | 27/01-2019 20:00

Tað, sum felagið Heimafriður arbeiðir fyri, er í grundini eitt einfalt mál, við eini sjálvsagdari og einfaldari loysn.

Tað snýr seg um elnýtslu umborð á skipum. Ikki tykkum at siga, nýta skip elektrisitet til ljós, til elektrisku spælini undir  fiskiskapi og tá íð tey lossa, og so nýta frystiskip streym at halda frystigoymslum sínum gangandi.

At framleiða streymin hava skipini egin smá kraftverk, sum vera drivin antin av høvuðsmotorinum ella av einum diselmotori fyri seg sjálvan.

Tað eru hesir diselmotorarnir, íð dálka og larma, tá íð skipini liggja við kaj, og sum eru til so stóran ampa fyri tey, íð búgva nærindis havnalagnum.

Felagið Heimafriður vil vera málgagn hjá hesum fólkum, og tað snýr seg um nógv fólk, tí flest allar stóru bygdirnar í landinum liggja um eitt havnalag.
 
Seinastu nógvu árini hevur javnan verið tosað um fyrimunirnar við stórdrif og rákið hevur eisini ligið tann vegin.

T. d. vóru í mínum ungu døgum 8 smáir matvøruhandlar í Fuglafirði, nú eru tveir stórir.

Eitt annað dømi er Bakkafrost, sum hevur savnað tilvirkingina av laksinum frá øllum sínum aliringum kring landið, burtursæð frá teimum í Suðuroy, í virkinum á Bakka, tí tað er effektivari og lættari at stýra.
 
So kanst tú brúka sunnan fornuft og spyrja teg sjálvan: ”Hvat man vera bíligari, at framleiða streym á hundrað smáum sjálvstøðum kraftverkum, ella at framleiða hann á einum stórum?”

Hugsi, at svarið man vera sjálvsagt. Sostætt  eru pengar at spara hjá skipunum, at fáa streym frá landi, meðan tey liggja við kaj.

Hinvegin eru pengar at vinna hjá kommunum umvegis SEV við at lata skipunum landstreym. 
 
Veit væl, at hetta er nakað einfalt sett upp. SEV hevur veitingarskyldu, og má tí kunna framleiða tvífalt so nógva orku, sum meðalnýtslan er, fyri at kunna  halda tørn, tá íð harðast leikar á. Harafturat skal elnetið haldast við líka og útbyggjast, og so koma íbindingarstøðirnar til skipini, alt hetta kostar. 

Men í síðsta enda er tað kortini rætt, tí við landstreyminum vera skipini kundar hjá SEV meðan tey liggja inni, eins og onnur virki á landi, og skipini brúka ikki longur olju, meðan tey liggja við kaj.
 
At geva skipunum, sum liggja við kaj, streym frá landi, hevði eisini pyntað um skaðiliga útlátið hjá Føroyum, sum vit í altjóða sáttmála hava bundið okkum til at minka munandi um.

Rokna pr. íbúgva eru føroyingar millum mest dálkandi fólk í heiminum. Við at gera landstreymin lógarkravdan, høvdu vit víst, at vit tóku sáttmálan í álvara og royndu at gera mun, har sum vit kundu.

SEV arbeiðir jú fram ímóti at øll orkunýtslan á landi skal verða grøn, meðan tað heldur gongur mótsatta vegin hjá skipaflotanum.
 
Og síðst, men ikki minst: Landsstreymurin hevði tikið heilsu- og umhvørvisskaðiliga útlátið frá skipunum við kaj burtur og minka larmin frá virkseminum á havnalagnum niður á eitt støði, sum var til at liva við hjá teimum, íð búgva har nærhendis.

- At hugsa sær hvørjar møgulleikar landsstreymurin hevði givið!

- Ber tað til at gera elektriskar bilar, so ber tað betur til at gera elektriskar útróðrarbátar.
 
Fari tí at heita á tey, íð varða av skipum, tey, íð varða av havnaløgum og á landsins myndugleikar, um at sleppa gomlum fordómum og vanahugburði, og skipa so fyri, at landsstreymur verður lógarkravdur í øllum stórum havnum í landinum.

Tí hetta er ein íløga, sum í síðsta enda gevur inntøkur til landið, hon minkar um samlaðu oljunýtsluna og gevur Føroyum betri umdømi í útheiminum umhvørvisliga, og hon hevði gjørt tað meira liviligt í landinum, við tað at hon gevur teimum, sum búgva nærhendis einum havnalagi, heimafriðin aftur.

Rættindi, íð eru tryggjað í mannarættindarkonventiónini hjá ST, og sum vit ikki klára at halda sum er.

Niels Midjord


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi