Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvast orðaskifti á tingi um Landsbankan

Innanlands, Politikkur | 20/03-2019 14:00

Ein munnligur fyrispurningur frá Jørgeni Niclasen til Kristinu háfoss um Landsbanka Føroya elvdi í morgun til sera hvast orðaskifti í løgtinginum.

“Tað er ikki mín fatan, at Landsbankin er komin við skeivum upplýsingum.” Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, tá hon í morgun svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.

Jørgen Niclasen spurdi, hvat landsstýriskvinnan helt um tað, at Landsbankin hevði sent eitt tíðindaskriv út, við skeivum upplýsingum. Hann spurdi eisini millum annað hvat nýggi samskiftisráðgevin hjá Landsbankanum kostaði.

Svaraði ikki ítøkiliga

Kristina Háfoss, svaraði, at samskiftisráðgevin er á lønarstigi 6 í lønarsáttmálanum hjá BLF. Hon segði tó ikki, hvat hetta merkti í krónum og oyrum.

Kristina Háfoss fanst samstundis at tí sum hon kallaði “áhaldandi álopunum frá Jørgeni Niclasen á Landsbankin”.

“Kom heldur og verð við til at byggja okkara land upp, heldur enn at bróta niður,” segði hon.

Jørgen Niclasen svaraði, at Landsbankin er ein óneyðugur stovnur, sum kostar 10 mió. krónur, og hann undraðist á, at tað ikki skal vera loyvt at finnast at stovninum. Og hann segði seg hava nógv at finnast at:

“Hóast ratingin frá Moodys er tann sama, so hevur mann klárað at lánt pengar í 2017 við meira enn dupult so høgari rentu, sum Gjaldstovan kláraði at lána fyri í 2016,” segði hann.

“Karaktermorð” og “gambling”

Kristina Háfoss kallaði hetta ósannindi, sum Jørgen Niclasen segði.

“Vit hava samanlagt havt eitt avkast av gjaldførinum fyri 300 mió. krónur, og stóran part av undirskotinum í 2018 hava vit vunnið innaftur í 2019,” segði hon.

Hon segði, at stovnurin kostar ikki 10 mió. krónur, og at talan er ikki um ein nýggjan stovn, tí somu fólkini sótu á Gjaldstovuni og gjørdu tað sama arbeiðið, áðrenn Landsbankin varð stovnaður.

Jørgen Niclasen svaraði, at um úrslitini hava svinga so nógv, sum landsstýriskvinnan segði, so er tað prógv um at mann “gamblar” við pengunum, heldur enn at halda seg til tryggar íløgur.

Jørgen Niclasen segði eisini, at Kristina Háfoss hevði einki annað forsvar enn karaktermyrðing av hansara persóni, og at tað hevði Tjóðveldi gjørt út í eitt í 15 ár. Hann segði eisini, at landsstýriskvinnan tordi ikki at svara spurninginum um, hvat nýggi samskiftisráðgevin kostaði.

Kristina Háfoss segði hinvegin, at Jørgen Niclasen hevði fingið sær sum hobby at leggjast eftir Landsbankanum.

Aðrir tingmenn luttóku eisini í orðaskiftinum.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi