Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/s
Louisa Joensen ilskast í dag inn á Tórshavnar Kommunu, sum hon sigur noktar føroyskum rossum allar sømdir. Sambært Louisu Joensen fæst ikki loyvi, at byggja rossunum eitt hampuligt fjós.
Á myndini síggja vit Louisu Joensen ansa føroysku rossunum í ódnarveðrinum í dag. Undir myndini á facebook skrivar Louisa m.a. "Hvussu ber tað til, at TK kann finna uppá at pástanda, at føroysk ross ikki hoyra heima í haganum og har skal onki fjós byggjast til føroysk ross ??? Tey sleppa ikki at vera niðri í býnum og ikki í Havnadali, har hini rossini eru."
Fiskimálaráðið hevur játtað pening til at bøta um umstøðurnar hjá rossunum, sum í løtuni húsast í tveimum bingjum í haganum hjá Jákup Bærentsen. Sambært Louisu Joensen tykist tað, sum at Búnaðarstovan arbeiðir ímóti teimum loysnum, sum tey koma við.
"Eg byrji at missa mótið. Almennu mynduleikarnir hava ongantíð lagt minni í sakina enn akkurát nú", sigur Louisa Joensen, eldsálin sum hevur bjargað føroysku rossunum frá at doyggja út.
Í leinkjuni her er ein filmur, sum greiður frá arbeiðinum, at bjarga føroysk ross.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur