Skráin fyri Sørvágs Country -& Blues festival er klár.
Føroysku tónleikanøvnini eru: Hallur Joensen, Uni Debess, Jens Lisberg, Blues Garparnir, Signar og Co., Hans Jacob Hjelm, FourMENh og Tinganest.
Útlendsku tónleikanøvnini eru: Ben & Joel Haggard, Sarah Jory, Danny Hendriks Band og Tim Lothar & Peter Nande.
Í Western Saloonini verður góður tónleikur gjøgnum allan festivalin og í Wild West verður Gekkur á skránni og felagssangur.
Okkurt gott er eisini á skránni til børnini. Har verður m.a. skótabál, rógving, hoppiborgir, fiskabrunnar, undirhald við Rógva B. Dam, og sangur frá Harmony.
Nógvur góður matur verður eisini á festivalinum. Á økinum vera Angus Steakhouse, Asian Food truck, pilsuvognar, vaflur og køkur. Í 07Vestur húsinum verður morgunmatur og brunsj.
Í kirkjuhúsinum verður málningaframsýning, og sunnudagin verður Country Guðstænasta í kirkjuni.
Sunnudagin eru øll vælkomin út á Bakka at síggja flottu bilanir, sum koma til Truckerfestivalin.
her sæst skráin.
http://www.country.fo/t%C3%AD%C3%B0indasavn/skr%C3%A1in-2019/
skrivar country.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











