TOBBI: "Eg ynski ikki at doyggja í einum donskum hjálandi"
Abbi mín, sum annars var fólkafloksmaður, hevði ta seinastu vón, at hann ikki skuldi doyggja og verða jarðaður í einum donskum hjálandi, og nú eri eg eisini komin at teimum mørkum, at tað fer at standa á.
Mál- og mentanarligi idealisturin í Vestmanna, Jonhard Mikkelsen, sum eisini er vinmaður mín, ringdi nú ein dagin og spurdi um eg kundi siga nøkur orð um ættarbondini hjá Jørgen Frantz Jacobsen á Glyvrum, nú rúgvismikla brævaskiftið ímillum teir báðar, Jørgen Frantz og William Heinesen, kemur út í bók. Tey eru fleiri, sum vita meiri um hetta enn eg, men eg skal royna mítt besta, tá framløga verður í Løkshøll leygarkvøldið kl. 20, nú bøkurnar koma á marknaðin. Hugsi at tað var frægi mentamaðurin Gunnar Hoydal, sum einaferð tók til, at hetta er millum gimsteinarnar í føroyskum litteraturi.
Tosaði við ein eldri bygdarmann í morgun, og royndi at fáa okkurt burturúr honum, sum eg kundi brúka leygarkvøldið, og hann segði mær, at ein gjáarmaður hevði sagt honum, at fyrsta húsið á Skálafjørðinum, yvirhøvur, sum tað lýsti í tjóðskaparliga, var í Niðristovu á Glyvrum. Hetta er skyldfólkið hjá Jørgen Frantz. Omma hansara og langabbi mín vóru systkin. Hann stríddist íðin fyri søk føroyinga á tjóðskaparliga mótinum.
Hin leggurin í íleguni – í Gøtu - hevur ikki verið minni treystur í so máta, tí hevði tað ikki verið ein møguleiki, at eg gjørdist sambands- ella javnaðarmaður. Sá tvær gentur ilskast í sjónvarpinum um, at møguleikin var ov stórur fyri at velja tað sama sum foreldrini, tí trupulleikanum havi eg ongantíð møtt. Eg vitsti frá abba mínum og ommu míni, at eg skuldi vera á politisku tjóðskaparsíðuni, men hvørki tey ella foreldrini royndu at áleggja mær, hvønn tjóðskaparflokk eg skuldi velja. Foreldrini hava helst av demokratiskum orsøkum valt at halda øll bløðini, sum tá vóru. 14. September, Dimmalætting, Sosialin, Tingakross, Dagblaðið, Fríu Føroyar og Framan. Eg læs tey øll íðin. Hareftir mátti eg sjálvur finna út av restini.
Burturúr øllum hesum limaði eg meg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í 1974. Var ikki sørt smoykin tað kvøldið eg limaði meg inn – á Muntra í Fuglafirði. Petur Halgadal, Herluf Berthelsen, Signar Hansen, Frederik Hansen og mínar stóru fyrimyndir Petur Reinert, Petur Knudsen og Petur Højgaard vóru har, legendur í tjóðskaparstríðnum. Soleiðis gjørdist Tjóðveldisflokkurin mítt politiska heim, var tá 19 ára gamal.
Tað var ikki tí at eg hevði nakrar politiskar ambitiónir yvirhøvur, at eg limaði meg inn, men bert tí at eg var samdur við stevnu floksins, sum framvegis er hin sama. At føroyski nationalstaturin verður skipaður.
Seinri kom eg í ta støðu, at menn í Eysturoynni ynsktu, at eg stillaði upp til løgtingsval og seinri til fólkatingsval. Tað hevði við sær, at eg gjørdist løgtingsmaður í nógv ár, fólkatingsmaður í eini trý ár, tilsamans, og eisini ráðharri í mentanar- og fiskivinnumálum. Havi ikki altíð gingið í takt, eri ikki innrættaður til júst tað, men ongin ivingur hevur nakrantíð verið um, at Tjóðveldisflokkurin er mín flokkur. Einasti politiski flokkurin í Føroyum sum stríðist fyri Republikkini.
Í morgin fari eg á val, og ongin ivingur er um, at eg sum allar hinar ferðirnar eg havi verið á vali, fari at velja Tjóðveldisflokkin. Tað vóni at mong onnur fara at gera, tí tørvur er á føroyskum tjóðskaparrøddum allar staðir, - bæði fyri og eftir at Republikkin er ein veruleiki.
Abbi mín, sum annars var fólkafloksmaður, hevði ta seinastu vón, at hann ikki skuldi doyggja og verða jarðaður í einum donskum hjálandi, og nú eri eg eisini komin at teimum mørkum, at tað fer at standa á.
Eg ynski ikki at doyggja í einum donskum hjálandi.
Vælsignaði veljið einasta veruliga tjóðskaparflokkin í landinum:
Tjóðveldisflokkin.
Tobbi á facebook vanga sínum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











