Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Andøvsløtan
Deyðsorsøkir­nar kring heimin eru mangar og aðrar enn COVID
Andøvsløtan
Krúnukrím noyddi belgiskar politikarar at skipa stjórn
Andøvsløtan
Skotland flest deyð av drøgg ovurnýtslu í framkomna heiminum
Andøvsløtan
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Andøvsløtan
Túsundtals fólk flýggja hvønn mánað úr sosialistiska Nicaragua
Andøvsløtan
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Andøvsløtan
Hollendski býurin Utrecht heimsins mesti súkklubýur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Andøvsløtan
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Andøvsløtan
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Nova
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
EvR
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Vespureiðrið
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 13. sept. 2020: Jógvan Zachariassen "Vit eru ikki heima enn" - Orðið: "Tað er góð tíð"
Andøvsløtan
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Lýsing
Lýsing

Jens Arni Leo Hammerfoss: Betri kor til verkafólkið og familjurnar 

Innanlands, Lesarabrøv | 07/07-2019 20:00

Tað eru viðurskifti, sum seta verkafólk og familjuna í bíðustøðu, og sum ræna okum dýrabara samveru við okra medmenniskju. Viðurskifti, sum ikki fremja  lívsgóðsku, men strongd og taka virðismikla tíð frá okra kæru. Í Føroyum hava hesi viðurskifti ligið órørd í fjøruti ár, meðan okra grannalond hava tikið fatt um og virðismett arbeiðsfólk og familjuna.


Øll, sum kunnu, skulu arbeiða. Tað er sjálvur kjølurin í okra vælferðarsamfelagi. Men arbeiðsmarknaðurin skal vera skipaður soleiðis, at hann fremur lívsfrælsi – ikki strongd.


Starvsmannafelagið hevur sett nøkur kjarnumál fram, og gleðiligt er, at hesi koma væl undir politisku mál Javnaðarfloksins og míni hjartamál. Eitt teirra er at stytta arbeiðsvikuna frá 40 niður í 37 tímar uttan lønarminking. Hetta fer at skapa betri samanhang millum arbeiðslív og frítíð ,  minka strongd hjá arbeiðsfólki, umframt at sambandið við familju og nærvera verða styrkt. Allar kanningar vísa, at tað loysir seg at gera hetta, og at nógv meiri fæst burturúr arbeiðinum, hóast arbeiðsvikan er styttri.


Tá 8 tímar av degnum eru farnir, er lítið eftir enn at skunda sær at avheinta børnini og heim til húsar. Um børn ella foreldur hava frítíðarítriv, so skal tíð leggjast av til tað eisini, meðan sambandið  við familjuna alsamt minkar. Bara 3 tímar av vikuni gera alstóran mun fyri børnini, fyri verkafólkið og fyri okum sum menniskju í heilatikið.


Tíðaravmarkað og parttíðarstørv mugu tryggjast 

Tíðaravmarkað og parttíðarstørv mugu tryggjast á tann hátt, at tað gerst møguligt og hugaligt at hava hesi størv. Fólk í tíðaravmarkaðum starvi mugu verjast og tryggjast soleiðis, at tey hava sømilig rættindi á arbeiðsmarknaðinum, tí hesi størv gerast alsamt meiri vanlig. 

Okur mugu eisini styrkja rættin hjá teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, men sum vilja arbeiða fulla tíð. Hetta er tó fyrst og fremst eitt mál fyri arbeiðsmarknaðarpartarnar – fakfeløg og arbeiðsgevarar. 


Harumframt mugu viðurskifti innan arbeiðsloysi og arbeiðsloysisskipanina eftirmetast, m.a. mótrokningar í ALS skipanini til parttíð og tíðaravmarkað størv, men eisini frítíðarlønin. Um tú hevur forvunnið tær frítíðarløn men gerst arbeiðsleysur, so verður ALS útgjaldið mótroknað frítíðarlønini fyri mei. Tískil mugu verkafólk brúka frítíðarlønina at liva fyri og møguleikin til frítíð er burturi. Broytast skal!


Arbeiðsmarknaðardepil og útbúgvingar

Ongin ivi er um, at ófaklærd mugu hava nógv fleiri møguleikar at kunnu eftirútbúgva seg. Her hugsi jeg serliga um vaksnamannaútbúgvingar og førleikamennnandi skeiðsskipanir, sum menna verkafólkið til ein alsamt broytandi arbeiðsmarknað.


Arbeiðsmarknaðurin broytist, ferðavinnan tekur dik á seg og tænastuvinnan er alsamt vaksandi. Okur mugu ásanna, at tó at fiskivinnan er grundarlagið undir okra samfelag, so hevur tøknin og automatisering ta avleiðing, at tørvurin á arbeiðsfólki  minkar. Við hvørjari nýbygging ella tøkniligum frambroti kunnu fólk gerast arbeiðsleys. Tí er tað týdningarmikið, at okur hava vaksnamannaútbúgvingar og skeiðsskipanir, sum førleikamenna ófaklærd til onnur størv á arbeiðsmarknaðinum, og sum samsvara tørvinum á arbeiðsmarknaðinum.

Øll eiga rættin til arbeiði. Men øll skulu eisini eiga rættin at mennast á arbeiðsmarknaðinum.


Ein framtíðarætlan má vera at stovnseta ein arbeiðsmarknaðardepil, sum samskipar hesi viðurskifti , men sum eisini skal vera  liður millum arbeiðsgevaran, fakfeløg og arbeiðsfólkið. Alt hetta krevur fyrst og fremst upplýsingar og hagtøl um føroyska arbeiðsmarknaðin og um korini hjá verkafólkinum. Tí mugu  umfatandi raðfestingar og játtanir til at gera kanningar til hetta endamálið.

 

Saman um einar javnari Føroyar

Okur hava eina skyldu at skipa samfelag okra soleiðis, at vit kunnu lyfta verkafólk, familjur og livikor upp á eitt hægri og virðiligt støði. Tí er tað týdningarmikið, at okur lurta og samskifta við fakfeløgini og fáa neyvt at vita, hvørjir trupulleikar eru, og hvør tørvurin er. Tað er úr hesum samstarvi, at einar javnari Føroyar kunnu sprettast.


Hetta eru hjartamál fyri meg og mál, sum jeg av øllum alvi vil arbeiða fyri, um jeg verði valdur.

Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin. 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Lækni í Eystur­kommunu
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 38)
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
Bergur R Dam Jensen: Aftursvar til Anniku Olsen
Janus skal skráseta staðarnøvn í Nes kommunu
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
VIDEO: Í dag er eitt ár síðan B A og H skipaðu samgongu
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Hvar høvdu vit verið uttan úrslitið á fólka­atkvøðuni 14. september?
Vígsla av kirkjugarði
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Andøvsløtan
Deyðsorsøkir­nar kring heimin eru mangar og aðrar enn COVID
Andøvsløtan
Krúnukrím noyddi belgiskar politikarar at skipa stjórn
Andøvsløtan
Skotland flest deyð av drøgg ovurnýtslu í framkomna heiminum
Andøvsløtan
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Andøvsløtan
Túsundtals fólk flýggja hvønn mánað úr sosialistiska Nicaragua
Andøvsløtan
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Andøvsløtan
Hollendski býurin Utrecht heimsins mesti súkklubýur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Andøvsløtan
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Andøvsløtan
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Nova
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
EvR
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Vespureiðrið
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 13. sept. 2020: Jógvan Zachariassen "Vit eru ikki heima enn" - Orðið: "Tað er góð tíð"
Andøvsløtan
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Nýggjastu tíðindi