Dánial Jákup Jakobsen stillar upp fyri Tjóðveldi
- Eg vil vera ein rødd, sum tosar fyri miðal- og arbeiðaraklassanum. Eg vil tosa við tykkum í eygnahædd og á einum máli, sum er til at skilja, sigur Dánial Jákup Jakobsen av Argjum.
- Eitt landsstýri skal arbeiða fyri teimum veiku; tey sterku skulu nokk klára seg. Tað sigur Dánial Jákup Jakobsen, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi.
- Eg vil arbeiða fyri, at tey, sum hava eina inntøku undir 500 túsund krónur um árið, ikki skulu gjalda 40% í skatti av pensjónunum, eins og tað er í dag. Heldur skulu vit fáa hetta niður á 30%. Hjá teimum, sum hava eina inntøku undir 300 túsund krónur um árið, skal skatturin av pensjónum ikki verða hægri enn 25%. Eg vil arbeiða fyri, at forskattingin av pensiónini fellur líðandi burtur.
Tað er miðalklassin, sum fíggjar vælferðina í samfelagnum og tí skulu vit eisini hava sømulig kor, sigur Dánial Jákup Jakobsen í tíðindaskrivi frá Tjóðveldi. Og tí heldur hann eisini, at tað er neyðugt at fáa arbeiðsvikuna stytta, og tað uttan lønarmiss.
Hann vísir á, at tað verður tosa nógv um bústaðarneyðina í samfelagnum, serliga hjá teimum lágløntu og teimum, sum ikki hava ráð at gjalda tað høgu húsaleiguna, sum er í dag.
Mest lisið í farnu viku

Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











