Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú møguleika fyri at taka ímóti landstreymi.
Í 2018 tók Reiðaríið Skansi Offshore avgerð um at gera íløgu í skipan, sum ger tað møguligt at taka ímót landstreymi og tann 22. august 2019 fekk Kongsborg, sum tað seinasta skipið í flotanum góðkent sína skipan. Tað boðr Skansi Offshore frá í tíðindaskrivi.
Tað merkir, at har sum tað er møguligt at taka ímóti landstreymi, nýtast skipini ikki at hava ein diesel generator koyrandi, meðan skipið er við kai.
Í Norra er møguligt at taka ímóti landstreymi í fleiri havnum, eitt nú Bergen, Stavanger og Florø, har Skansi hevur nógv virksemi. El prísir eru lutfalsliga lágir, og el framleiðslan í Norra er grøn.
Hetta ger veruliga mun á umhvørvið. Globalu útlátini minka, samstundis sum lokal luftdálking frá skipum, sum liggja við kai, verður burtur. Eisini verður larmur frá skipi burtur til gagns fyri manningina, og tey, sum búgva í nærumhvørvinum, skrivar Skansi Offshore.
Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip. Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 starvsfólk, harav 120 sjófólk.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur