Árligi Heystfagnaðurin á Eiði er í hesum døgum
Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin.
Á skránni í dag eru millum annað søluframsýningar og heimavirkissøla í bygdini.
Fótbóltur við spælarum úr Betri liðunum hjá kvinnum og monnum, sum spæla móti børnum. Fjøl-talv, har børn og vaksin hava møguleika at bjóða Rógva Egilstoft Nielsen av.
Pallborðsfundur verður í mentunarhøllini, har umboð fyri politisku flokkarnar kjakast um landbúnaðarpolitikk, - og eitt kjak verður um gongd í haga og um ferðavinnu.
Í miðhøllini í skúlanum fara tey at spæla Gekk í kvøld, og at enda verður ein Heyst-quiz.
Heystfagnaðar-fólkini boða annars frá, at tiltakið, sum skuldi vera í Hólmanum í dag, er flutt niðan í Eiðis skúla og í ítróttarhøllina.
Í morgin verður seyðasýning við hagapørtum á Eiði. og Heystfagnaðurin verður settur við Jógvani í Skorini, borgarstjóra á Eiði.
Tey fara at fletta eina kúgv. Hava ymiskar verkstaðir, básar, lista- og søluframsýningar. FM at halda eplasekki, og FM í fletting.
Afturat hesum vera tónleikaframførslur og felagssangur. Og kvøldið í morgin endar við dansi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur