Stjórin í Samherja farin frá - og tveir ráðharrar í Namibia
Forstjórin í Samherja hevur í dag lagt frá sær, meðan kanningarnar av Namibia-gøluni fara fram. Somuleiðis hava tveir ráðharrar í namibisku stjórnini lagt frá sær av somu grundum.
Hetta hendir eftir at skuldsetingar um mutur eru komnar í ljósmála í sambandi við virksemið, sum íslendska stórfelagið og reiðaríið, Samherji, hevur havt í Namibia.
Tað var í einari sending í íslendskum sjónvarpi týskvøldið, at tað varð avdúkað, at Samherji skal hava mutrað framstandandi namibiskar politikarar og embætisfólk fyri at fáa loyvi at fiska meira, enn kvotan loyvdi.
Meirinntøkan, sum Samherji skal hava mutrað seg til, hevur felagið drenað út úr Afrikanska landinum.
Millum annað umvegis kontur í norska bankanum, DNB-nor, skal Samherji so hava slúsað peningin víðari í duld undirfeløg - sum skattaskjól á Marshall-Oyggjunum.
Tíðindafólk á sendingini, Kveikur, hava fingið fatur á bæði trúnaðarskjølum og teldupostum hjá viðskiftafólki hjá Samherja, umvegis WikiLeaks. Í skjølunum sæst millum annað, at Samherji seinastu tíggju árini hevur goldið umleið hundrað milliónir íslendskar krónur til framstandandi politikkarar og embætisfólk, fyri at fáa loyvi at fiska meira enn loyvdu kvotuna. Og her er tað, at mistankin um mutur stendst.
Skjølini og skuldsetingarnar eru kannaðar í samstarvi við “Al Jazeera Investigates”, og íslendska tíðindablaðið, Stundin.
Á heimasíðuni hjá Stundini stendur, at Samherji hevur nýtt størsta bankan í Noregi, DNB-Nor, at flyta 70 milliónir dollarar frá virkseminum í Afrika til eitt skattaskjól á Marshall-Oyggjunum árini 2011 til 2018. Ein partur av hesum peninginum kemur frá virkseminum í Namibia, har Samherji hevur fiskað rossamakrel.
Og í dag skrivar Aljazeera, at tveir namibiskir ráðharrar hava lagt frá sær sum avleiðing av íslendska muturs-málinum. Talan er um fiski- og sjóvinnu-ráðharran, Bernhard Esau, og um namibiska løgmálaráðharran, Sacky Shanghala, sum báðir nú verða skuldsettir fyri at hava tikið ímóti mutri.
Sambært Aljazeera skal bara løgmálaráðharrin, Shanghala, hava fingið útvið 10 milliónir dollarar í mutri. Men tá journalistar hjá Aljazeera løgdu málið fyri Shangala, segði hann seg onki vita um nakran pening frá Samherja.
Í einum tíðindaskrivi takkar namibiski forsetin, Hage Geingob, teimum báðum fráfarnu ráðharrunum, Esau og Shangala, fyri teirra fosturlandskærleika og teirra týdningarmikla íkast til arbeiðið í namibisku stjórnini.
Í Íslandi eru fólk á gosi um mutursmálið hjá Samherja. Málið í sær sjálvum tykist rættiliga álvarsamt, men rættilið øsing er um, at eitt ríkt evropiskt - ja, íslendskt felag - hevur gjørt sær dælt av einum fátækum afrikonskum landi sum Namibia. Íslendski journalisturin og rithøvundurin, Magnus Tór Hafsteinsson, segði millum annað soleiðis við R7 í gjár:
Samherji hevur fleiri træðrir inn í føroysku fiskivinnuna, millum annað til Framherja í Fuglafirði. Men stjórin í Framherja, Annfinnur Olsen, hevur onga viðmerking til málið í løtuni.
Og seint fyrrapartin í gjár frættist, at forstjórin í Samherja, Thorstein Már Baldvinsson, fyribils hevur lagt frá sær sum stjóri í Samherja. Tað ger hann, meðan kanningin um Namibia-málið fer fram. Men hann er framvegis nevndarformaður í føroyska felagnum, Framherja.
Tað skrivar “Undercurrent-News”.
Bjørgolfur Johansson hevur longu tikið við sum nýggjur forstjóri í Samherja. Bjørgolfur Johansson er ein framstandandi vinnulívsmaður í Íslandi, og hann hevur áður havt fleiri størv sum stjóri, millum annað hevur hann verið stjóri í Icelandair Group.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











