Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Eitt 100 ára minni: Fyrra heimskríggj broytti allan heimin

Andøvsløtan | 01/12-2019 15:00

Andrew Roberts, prof. í søgu, segði nýliga á Prager University, at um onkur spurdi, hvørja nýggjaru søguligu hending hann hevði steðgað, um hann kundi, hevði hann svarað uttan at himprast: Fyrra heimsbardaga.

Mong søgufólk og eisini mong, ið hava lisið bókina hjá Stefan Zweig, ið Knút Olsen so málhegnisliga hevur týtt til føroyskt, man vera samdur við Roberts.

“Uttan 1. Heimskríggj var eingin russisk ella kinversk kollvelting, eingin 2. Heimsbardagi  ella Kalt kríggj.” Kontrafaktuel søgutos, men ikki langt av leið.

Tá ið Napoleon var bastur í 1815, fekk Europa 100 ára vøkstur í búskapi, list, ríkidømi, fólkaheilsu, vísindum, fólkaræði, vælferð, bókmentum og heimspeki. Framtíðin hjá mannaættini hevði ongantíð sæð bjartari út enn fram móti 1914.

Í juni hetta árið í Sarajevo skjeyt ein serbiskur tjóðskaparvargur tann vitjandi eysturríkska trúnarvingin, Franz Ferdinand, til deyðis. Tað kundi elvt til diplo-matiska kreppu og søguliga fótnotu, men førdi ístaðin til evropiskt stórkríggj.

Eysturríki fekk eitt gylt høvi at knúlva Serbia. Tó spurdi keisarin í Wien fyrst týska keisaran, Wilhelm II, eisini tjóðskaparvargur, um loyvi til at bjóða av.

Serbia bað sín slaviska granna Rusland um verju. Eftir at Tsarurin hevði tryggjað sær, at Frakland, ið hataði Týskland fyri krígsósigurin í 1871, fór at stuðla Ruslandi, tá leyp skriðan, ið sorlaði Evropa.

Kríggið byrjaði við, at Týskland leyp á uttanveltaða Belgia. Tað gav Bretlandi høvi at verja Frakland móti teirra felags kappingarneyta um heimsvald. Týska álopið rakk inn í Frakland, men varð steðgað norðan fyri París.

Maðurin, ið koyrdi Týskland (og Evropa) út í hesa vanlukku, var týski keisarin, Wilhelm II, máttmikil, men illa lýddur, tí hann var dramblátin og óklókur. Hann mátti til Hollands í útlegd eftir krígslok 1918, og varð ikki saknaður heima.

Dreymurin í 1914 hjá Wilhelm keisara gekk ikki út. Annars hevði Týskland við líka stórum fólkatali (80 mió) og ídnaði sum Bretland og Frakland tilsaman ikki bert gjørst stórveldi í Evropa, men heimsveldi, tí USA vildi ikki leggja uppí.

Amerikanski forsetin, Woodrow Wilson, var valdur í 1912 við lyfti um isolation-ismu. Men tá týskir kavbátar søktu amerikansk handilsskip og enntá eitt risa ferðamannaskip við 100-tals amerikanarum umborð, tødnaði tolið hjá USA.

Dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir, var, tá eitt fjarrit lak til Washington í 1917 frá Zimmermann, týska uttanríkisharranum, til mexikanska forsetan, at um Mexico leyp á USA sunnanífrá, skuldi Týskland stuðla við peningi og vápnum. Mexico skuldi afturfyri fáa alt landaøkið aftur, sum USA hertók í 1846.

Í 1917 hevði Týskland bæst Ruslandi, sent Lenin í loynd við toki til Pæturs-borg, har sovjetiska kollveltingin feldi Tsarin, og Lenin bant frið við Týskland.

Týskland gjørdi seg til eitt snarálop á Frakland við ódeildari megi í 1918. Men bretska flotaavbyrgingin av Evropa førdi til vøru- og mattrot í Týsklandi. USA kom upp í kríggið í 1917, og longu mitt í 1918 vóru 2 mió amerikanskir hermenn og nógv vápn komin til Frakland, so Týskland bað frið í november.

16 mió sivilfólk og hermenn høvdu tá lætið lív. Rusland misti 3 mió, Týskland 2,5, Frakland 1,7, Bretland 1 mió og USA bert 117.000 hermenn.

Lenin á odda fyri bolsjevikkum ráddi Ruslandi. Bretland og Frakland vóru tímiliga og moralskt úttaddað. Týskland lá í hafti av friðaravtaluni í Versailles, og búskapur tess skuldi skjótt vikna enn meir av hyperinflatión, og tað upprík-aða USA hvarv aftur í seg sjálvt, til eisini tað armaðist av heimskreppu.

1919 var bert steðgur og ikki endin á heimsbardaganum. Annar partur byrjaði 20 ár seinni og kostaði 3 ferðir fleiri mannalív enn fyrri. Ein svakur týskur tjóðskaparsosialistur førdi Evropa og heimin út í kríggj í 1939.

Hitler hevði barst fyri Wilhelm II keisara á vesturhermótinum. Hevði fyrra kríggj ikki verið, hevði eingin hoyrt um Hitler.

Sosialistisku kollveltingarnar og kríggini, ið stóðust av teimum, kostaðu 150 mió mannalív. Kanska mátti mannaættin uppliva ræðuleikarnar av totaliterum politikki í 20. øld fyri at læra av teimum og skýggja tær sum pestina.

Kortini tykist, sum ungdómurin ikki vil læra. Nú tráa tey aftur eftir sosialismu - mest í USA, ið 3 ferðir (Kalda kríggið íroknað), bjargaði heimi og mannaætt undan sosialismunar ræðuleikum. Hesir ræðuleikar byrjaðu við tí óneyðuga 1. heimskríggi, ið ikki helmaði fyrrenn eftir 4 ára blóðlát fyri øld síðan, nov. 1918.

Friðurin legði so hørð endurgjaldskrøv á Týskland, at tað elvdi til kríggj í 1939.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi