Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Innanlands, Lesarabrøv | 11/12-2019 18:00

Seinastu dagarnir hevur Símun Absalonsen enn eina ferð skrivað eina grein um Skattamálið hjá Betri Banka – ella kanska meir ítøkiliga: Um journalistiska arbeiðið hjá KvF um málið.

Símun Absalonsen kennir seg ikki smávegis hevjaðan yvir hetta arbeiðið. Fleiri ferðir skrivar hann, at KvF hevði ikki førleikar at viðgera málið, og at tað er beinleiðis skemtiligt at eygleiða KvF.

Nú var tað eg sjálvur, sum gjørdi størstan partin av hesum arbeiðnum fyri KvF – umframt at eg júst havi skrivað eina bók um málið – og tí vil eg loyva mær at rætta Símun Absalonsen.

Fleiri keldur, ikki bara Astrup
Símun Absalonsen byrjar sína grein við at skriva: “Fyri nærum fýra árum síðan varð okkara Public Service stovnur KVF spentur fyri vognin hjá Jørn Astrup Hansen í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik Banka. KVF gloypti søguna”.

Seinni í greinini skrivar Símun Absalonsen sum um, at talan var um fakta, at KvF dumpaði í Skattamálinum, tí KvF “staðfesti ókritiskt frá fyrsta degi, at Jørn hevði rætt”.

Hetta er skeivt.

Fyri tað fyrsta, tí tað var ikki staðfest “frá fyrsta degi”, at søgan hjá Astrup var sonn. Málið kom fram í Berlingske hálvan februar 2016, men tað var ikki fyrr enn tveir mánaðir seinni - eftir drúgvt kanningararbeiði - at Miðlahúsið og KvF av álvara varpaðu ljós á ivaspurningar viðvíkjandi frádráttinum, sum TAKS hevði játtað Eik á sumri 2015.

Men enn týdningarmiklari er at staðfesta, at Astrup var ikki einasta keldan hjá KvF. Umframt allar óbandaðu søgurnar, sum altíð eru partar av kanningararbeiði, gjørdi KvF eisini bandaðar samrøður við Henrik Bjerre-Nielsen, stjóra í Fíggjarligum Støðufesti (FS), og við Henning Kruse Petersen, formann í FS í 2010-11. Teir váttaðu alt tað, sum Astrup førdi fram.

Stjórin og formaðurin í FS eru jú sera góðar keldur til, hvussu lógin um fíggjarligt støðufesti (Bankapakki 1) riggaði, og hvat FS gjørdi í Føroyum í hesum sambandi. Tað var jú FS, sum stovnaði Eik Banka. Bankin er ein konstruktión, eitt skapilsi hjá FS, sum tí eigur at hava neyvt innlit í viðurskiftini í bankanum á stovningardegnum (enntá betur innlit enn bankaleiðslan, sum tók yvir átta mánaðir seinni).

Harumframt gjørdi KvF eisini bandaða samrøðu við Odd Bjellvåg, sum var nevndarformaður í gamla Eik Banka, tá bankin var avhendaður til FS. Hann váttaði eisini søgurnar hjá Bjerre-Nielsen, Kruse og Astrup; m.a. at FS rindaði fyri hálvu milliardina, sum var staðfest sum eitt tap í gamla Eik.

Hetta eru allir høvuðspersónarir í hendingunum um mánaðarskifti september-oktober 2010, sum eru avgerandi fyri Skattamálið, sum vátta søgurnar hjá hvørjum øðrum.

Hví heldur Símun Absalonsen seg vita betur enn fakfólkini, sum vóru við í hendingunum og annars hava munandi drúgvari royndir við lógarverkinum innan fíggjarheimin enn Símun Absalonsen sjálvur?

Ikki “hesin sigur” og “hasin sigur”
Dekningurin hjá KvF var tó ongantíð bara ein spurningur um “hesin sigur” og “hasin sigur”. Allartýdningarmiklasta keldan til okkara søgur var fyrsti roknskapurin hjá Betri Banka. Bankin hevur enn so ilt við at kennast við hendan roknskap, at hetta er einasti roknskapurin hjá bankanum, sum enn ikki liggur á heimasíðuni hjá Betri.

Í roknskapinum stendur einki um nakað hálvt milliarda rakstrartap ella hálva millard í goodwill, sum skal geva bankinum rætt til nakran skattafrádrátt. Sambært roknskapunum hjá bæði Eik og hjá Fíggjarligum Støðufesti var hálva milliardin staðfest sum eitt tap í gamla Eik. Hetta er avgerandi fyri málið.

Søgan var eisini grundað á hópin av skjølum úr bæði gamla og nýggja Eik. Kanska tey týdningarmiklastu skjølini vóru tey mongu uppritini hjá báðum teimum løggildu grannskoðarunum hjá bankanum, KPMG og SPEKT, sum mettu um og kolldømdu frádráttin. Aftur: Hví heldur Símun Absalonsen seg vita betur enn grannskoðararnir hjá bankanum?

Harumframt hevði danska Skat mett um viðurskiftini longu áðrenn mars 2011, og kom Skat til niðurstøðuna, at tað var ikki heimild fyri nøkrum frádrátti fyri tí hálvu milliardina. Føroyski skattamyndugleikin, TAKS, staðfesti tað sama í februar 2017. Men Símun Absalonsen heldur kanska eisini, at Skat og TAKS hava eitt skemtiliga lágt støði?

Ikki persónsmál
Fyri at sláa tað fast eina ferð med alla: KvF “gloypti” ikki ókritiskt søguna hjá nøkrum í Skattamálinum. Søgan var kannað væl og virðiliga og staðfest av fleiri keldum.

Símun Absalonsen roynir tíverri at gera málið til eitt persónsmál: Fyri ella ímóti Astrup. Tá ein ikki dámar, at ljós verður varpað á eitt evnið, er jú nógv lættast at tosa um boðberan. Tað er so deiliga einfalt. “Fyri ella ímóti Astrup”, tað kunna øll taka støðu til.

Men Skattamálið er ikki ein spurningur um at vera “í parti við” Astrup, Súna Schwartz Jacobsen ella nøkrum øðrum.

Skattamálið snýr seg um, hvat hendi, tá Eik Banki var stovnaður, og um nakað lógligt grundarlag var fyri, at bankin skuldi vera stovnaður við rættinum til 90 milliónir krónur úr føroyska landskassanum.

Myndugleikarnir – bæði danska Skat og føroyska TAKS - hava staðfest niðurstøðuna hjá Fíggjarligum Støðufesti, KPMG og SPEKT: Frádrádrátturin, sum var játtaður á sumri 2015, var ólógligur.

Tað hevði sømt seg fyri nevndarformannin fyri eitt grannskoðarafelag (Numo) sum Símun Absalonsen at víst eitt sindur av virðing fyri niðurstøðuni, sum skattamyndugleikarnir í bæði Føroyum og Danmark eru komnir til.

Jan Lamhauge

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi