Børn eru ongin forðing fyri, at kvinnur fara til sjós
Kvinnur við børnum kunnu saktans vera sjófólk. Tað var í hvussu er hildið uppá á eini ráðstevnu í Bergen í gjár við heitinum “Á sjónum”. Eitt av evnunum var, hvussu tú best leggur til rættis fyri kvinnulig sjófólk, sum eiga smærri ella yngri børn.
Ein av fyrilestrarhaldarunum var svenska Cecilia Österman, lektari í sjófartsvísindum við Linnéuniversitetið í Kalmar í Svøríki. Hon segði frá einari kanning, sum hon hevur gjørt saman við einum starvsfelaga.
Ceciliga Østerman segði, at í kanningini hevði tú eina teori um, at kvinnur, sum hava børn undir 18 ár heima, merkja meira til strongd og ringa samvitsku av at vera til sjós.
Men tað vísti seg at vera beint øvugt, nevniliga at tær kvinnurnar, sum høvdu børn undir 18 ár heima, kendu minni til strongd av at vera umborð. Hevur tú smábørn, so far til sjós, helt Östermann skemtiliga fyri.
Cecilia Östermann segði frá einari kvinnu, sum hevði trý børn heima. Hon hevði verið sjúkrameldað í fleiri mánaðar, og lækni hennara ætlaði at longja sjúkrameldingina. Men tá talaði sjúkrameldaða kvinnan ímóti:
- Nei, nei, síggj til at fáa meg meldaða fríska, segði hon.
- Hetta snýr seg um at finna loysnir, sum rigga. Eg kenni eitt par, sum deilir eitt stýrimansstarv umborð á einum skipi. Kvinnan tekur eitt tørn, so tekur maðurin næsta tørnið. Og, ja, tey fáa eina lægri inntøku á tann hátt, men tey fáa tað ríkiliga goldið aftur í lívsgóðsku. Og reiðaríið heldur tað vera heilt ílagi, sigur Cecilia Östermann.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











