Turkiski Erdogan droymir um at gerast kaliffur í øllum Miðeystri
Turkaland tapti saman við Týsklandi og Eysturríki 1. Heimskrígg (1914-1918), sum tey sameindu, Bretland, Frakland og USA vunnu. Turkaland var miðdepil í Osmannaríkinum frá Balkan niður til Saudi Arabia, Egypt og Libya til 1919.
Í Versailles friðinum misti Turkaland síni arabisku hjálond, men fekk nýggja grundlóg í 1924 við verðsligum fólkastýri, stavrað og vesturlendskum siðum.
Turkiskt demokrati hevur virkað toluligt, hóast vesturlendska skorpan hevur verið tunn, og stutt niður til muslimska Sharia-grumsið tætt undir skorpuni.
Princip Erdogan byrjaði í politikki sum borgarstjóri í Istanbul. Frá 1998 var hann forsætisráðharri á odda fyri Rættvísis- og Menningarflokkinum og frá 2014 forseti við nógvum valdi eftir at hava broytt grundlógina og fongslað 200.000 andstøðingar. Nú ætlar Erdogan at blíva einaræðisharri, eitt slag av islamskum kaliffi yvir øllum Miðeystri. Hann er við at fáa stórleikaørsku.
Tað hjálpti ikki, nú hann fekk skelt, tí flokkurin tapti býráðsvalið í Istanbul.
Síðan 1949 hevur Turkaland (80 mió fólk í dag) verið limur í NATO. Erdogan hevur roynt at fáa Turkalandi limaskap í ES, men Turkaland stendur ikki demokratiskt mát og hevur kúgað kurdiska minnilutan í eystara Turkalandi.
Seinnu árini hevur Turkalandi ikki fylgt NATO-sáttmálanum. Nú hóttir Erdogan USA við at leggja NATO-støðina í Incirlik í Turkalandi niður, har stríðsflogfør, 50 atomrakettir og 5.000 amerikanskir hermenn hava støð. Enntá hevur Erdogan bílagt russisk jørð- til loftmissil, ið er svik móti NATO og trygd USAs.
Seinasta nummarið hjá Erdogan er at krevja, at øll muslimsk lond mótvirka uppskoti Trumps um frið millum Ísrael og palestinar, ið viðurkennir ísraelskar búsetingar hjá 800.000 jødum í Judea og Samaria. Her kleyrar turkiski forsetin teir leiðarar í Miðeystri hart á tærnar, ið ikki torga Hamas og PA.
Enntá hevur Erdogan boðið fyribils stjórnini í Tripoli, Libya at samstarva við Turkaland um m.a. at býta havøkið (við olju og gassi undir) millum sín. Ísrael, Egypt, Libanon, Grikkaland og Kypern eru á rokinum um hesa imperialismu.
Annars fær Erdogan nú hjálp frá Ruslandi at hertaka ein geira norðntil í Sýria, hagar turkiski forsetin ætlar at senda allar sýriskar flóttar heimaftur at búgva. Tann ætlanin hevði verið ein lætti hjá Evropa, ið ikki vil taka 2 mió sýrar inn.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











