Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Símun Hammer, stjóri hjá VRG: Búskaparligu avleiðingarnar av at Corona

Innanlands, Lesarabrøv | 22/03-2020 09:00

Eitt av kjarnuøkjunum hjá VRG er at ráðgeva vinnulívinum, við m.a. at meta um komandi tíðir.

Meting av útbreiðslu, og væntanir um avleiðingar

1 )Stutt innleiðan og yvirlit síðan smittan byrjaði í Kina 

Útbreiðslan av Corona virusinum, sum førir til Covid-19 sjúkuna er álvarsom, og hevur fyrst og fremst persónligar heilsuligar avleiðingar, vegna sjúk og í ringasta føri deyða. 

Eitt av kjarnuøkjunum hjá VRG er at ráðgeva um vinnulív, við m.a. at meta um komandi tíðir. Í hesi grein, hyggja vit tí uppá búskaparligu avleiðingarnar av at Corona viusið nú hevur rakt allan heimin. Okkara fokus er tó á avleiðinga fyri føroyska samfelagið. Greiningin er at meta sum eitt notat, og útgreina vit tí ikki altíð so væl okkara sjónarmið. Hetta er gjørt fyri stytta um notatið. 

Næstan allar pandemiir stava frá djórum. Ein pandemi er ein epidemi, sum breiðir seg til allar 5 heimspartarnar, og sum kann væntast at taka lívið av upp til 100 milliónir menniskju. Corona virusi er eitt sonevnt zoonotisk virus. Ein zoonosa er ein sjúka, sum hevur sín uppruna í djórum, og sum kann spjaða seg til fleiri djórasløg, áðrenn hon spjaðir seg til menniskju. 

Corona er ikki líka vandamikil, sum eitt nú SARS og Ebola, sum eisini hava gjørt um seg seinastu 20 árini, tó ikki í Føroyum. Myndin niðanfyri, vísir hvussu væntaða deyðiligheitin er fyri nakrar samanberiligar sjúkur: 

Mynd 1: Myndin vísir nakrar sjúkur, ið áður hava gjørt um seg, tó ikki allar á okkara leiðum. Vit síggja at t.d. SARS hevur eina væntaða deyðiligheit á 9,6%, meðan Covid-19 hevur eina væntaða deyðiligheit á 1,0%, tó eru higartil 3,4% deyð av sjúkuni. (Kelda: World Health Organization) 

1.1 Gongdin í Kina, og væntaða gongdin í restini av heiminum. 1.1.1 Sjúkugongdin í mun til framdar kanningar. 

Í løtuni florera nógv tøl um hvussu sjúkugongdin er í ymiskum londum – serliga á netinum. Í Føroyum sær tað út til, at man hevur valt eina strategi, har man kannar flest møgulig. Tí eru Føroyar í dag allarhelst tað landið í heiminum, sum hevur kannað flest í mun til fólkatalið. Tá ið man kannar so nógv fólk, økist sannlíkið fyri at finna fleiri sjúk. Tí kunnu føroysku tølini ikki samanberast við onnur tøl, har munandi færri kanningar eru gjørdar – eitt nú í DK. Tann 21. mars høvdu vit í Føroyum framt uml. 1950 kanningar, meðan í DK einans vóru gjørdar uml. 10.730. Lutfalsliga hava vit í Føroyum tí kannað uml. 20 ferðir so nógv fólk sum í Danmark. 

1.1.2 Hvussu er støðan í Føroyum í mun til onnur lond? 

Tá vit nú ikki uttan víðari kunnu hyggja uppá talið á smittaðum í mun fólkatalið – hvussu kunnu vit so meta um støðuna í mun til onnur lond? Ein máti at gera hetta uppá, er at hyggja uppá tal á innleggingum, og tal á deyðum í mun til fólkatalið. Vit hava ikki sæð hesa uppgerðina áður, men um vit siga at heilsuverkini í smittaðu londunum eru nøkulunda eins fyri, og útbreiðslan í ymisku londunum er rímiliga homogen, gevur hesin háttur okkum eina ábending um hvussu útbreidd smittan er. Niðanfyri vísa vit tí, hvat væntaða smittuútbreiðslan er í ymsu londunum (við okkara útrokningarhátti). Hesin háttur vísir væl hægri smittuútbreiðslu fyri flestu lond, men tað eru flestu serfrøðingar eisini samdir um, tí mett verður at myrkatølini yvir tey sum eru smittaði, eru høg. 

Mynd 2: Mett tal av smittaðum býtt út á lond – í Føroyum eru 92 smittaði pr. 21.03.2020, og tí sæst talið ikki her. Tølini eru estimeraði (mett um), og skulu tí sjálvandi takast við størsta fyrivarni. 

Um vit arbeiða víðari við tølunum, og hyggja eftir tal á smittaðum í mun til fólkatalið í ymisku londunum, fáa vit eina mynd sum sæst á talvu 3 niðanfyri. Fyri at meta um tal á smittaðum, hava vit samanborið deyðiligheit og álvarsom sjúk í londum í kanningini. Vit hava soleiðis ikki hugt eftir hvat eitt nú heimasíðan worldometers sigur. Harfrá hava vit bara brúkt tølini álvarsom sjúk og deyð. 

 

Mett tal á smittaðum deilt uppá lond 

Mynd 3: Myndin vísir at um vit hyggja eftir øllum smittaðum pr. 20.03.2020, og seta hetta í mun til fólkatalið í landinum, so fáa vit hesa myndina. Myndin vísir t.d. at í San Marino eru 9,69 % av øllum íbúgvum smittaði av Corona virusinum 

Víðari kundi tað eisini verið áhugavert at hugt uppá hvussu lutfallið av deyðum, orsakað av Covid-19 sjúkuni, fordeilir seg í mun til fólkatalið í ymisku londunum. Tá fáa vit hesa myndina: 

Mynd 4: Hendan myndin skal skiljast soleiðis, at um vit býta øll tey sum eru deyð av Corona smittuni út á lond, har deyðsføll eru staðfest, so eigur San Marino 76,24% av øllum deyðum, í mun til fólkatalið á landinum. Í San Marino er fólkatalið einans 33.020 

1.1.3 Nær kunnu vit vænta at viðurskiftini vera normaliserað? Flestu Evropeisku londini eru enn í fyrstu helvt av Corona útbrotinum. Í Kina tykist støðan at vera normaliserað, meðan vit í Evropa, allarhelst mugu vænta at nakað av tíð fer at ganga afturat, áðrenn tær avmarkingar, ið okkara myndugleikar hava ásett, verða settar úr gildi. Í mun til aðrar sjúkur, sum SARS og Ebola, so er Covid-19 virusið munandi meira útbreitt globalt, og vil tí fáa størri avleiðingar fyri allan heimin. 

Sjálv Covid-19 sjúkan kann allarhelst væntast at hasa av fram móti sumri, og samfeløgini koma tá í gongd aftur. Tó meina virologar, at hetta virusið vil vitja aftur út á heystið – ein verulig útfasing vil tí ikki kunna væntast, fyrr enn ein vaccina er klár, soleiðis at tey, ið illa tola Covid-19 sjúkuna kunnu vaccinerast móti henni. 

1.1.4 Hvussu kann búskaparliga ávirkanin væntast at verða Búskaparligu avleiðingarnar av Corona smittuni eru longu ógvusligar í flestu londum, ið eru rakt av smittuni. Í Føroyum er fyrsti hjálparpakkin til arbeiðsleys og vinnulívið samtyktur, og í londunum rundanum okkum eru hjálparpakkar á fleiri 100 mia. kr. samtyktir. Flestu greinarar tykjast samdir í, neyðugt verður við enn fleiri tiltøkum. 

Fyri at sjónliggera støðuna, kunnu vit m.a. hyggja eftir gongdin á partabrævamarknaðinum: 

Ávirkanin av Coronavirusinum á nakrar útvaldar partabrævamarknaðir síðan byrjan av útbrotinum. 

Mynd 5: Gongdin á partabrævamarknaðum 01. jan- 19. mars 2020 (Kelda: Bloomberg, 19. mars 2020, kl. 13.00). Verður hugt eftir marknaðunum í DK, NO, og SE vil myndin verða rímiliga lík hesari. 

Í Føroyum hava vit longu sæð avleiðingarnar av at tænastuvinnan í stóran mun er steðgað upp. Her verður serliga hugsað um virksemið knýtt at ferðavinnu, barrir, matstovur, hotell og líknandi. Gongdin kring heimin sær í løtuni soleiðis út: 

Matstovubókingar í fleiri londum eru farnar niður í mestsum onki – hetta er onki minni enn eitt totalt kollaps. 

Mynd 5a: Bókingar á matstovum samanborið við somu tíð síðsta ár (kelda: opin dátu / BBC) 

OECD væntar minni vøkstur í 2020 orsakað av Corona smittuni. 

Mynd 6: Reyðu linjurnar vís hvat væntaða minkingin í vøkstrinum verður orsakað av Corona smittuni. 

Hvussu kann ein síggja fyri sær, at gongdin verður komandi árið. Vit hava gjørt okkum nakrar tankar út frá nokkso kendum vinnuligum orsøkum og avleiðingum. Vit hava valt eina miðal tilgongd, har tað ringast ikki hendir, men heldur ikki tað besta. Metingin niðanfyri byggir tí á, at Corona virusið ger um seg fram móti Juni mnð. Vit hava sett hetta upp í talvuni niðanfyri. 

Avbyrgd samfeløg fram til endan av 2. kvartali 

Í hesum, kanska mest sannlíka scenariinum, síggja vit fyri okkum, at Corona virusi heldur áfram at breiða seg til Miðeystur, víðari í Evropa og í USA. Eftir hetta kunnu vit vænta at heilsuverkini hava tilognað sær so mikið vitan, at hetta saman við heitari veðurlagi, vil minka um útbreiðsluna av Covid-19. 

Væntaðar búskaparligar avleiðingar Kina og Eystur Asia eru spakuliga við at koma í gongd aftur, men veitingarliðini eru framvegis veik, og tað vil taka tí áðrenn forbrúkið letur normaliserar seg aftur. Evropa og USA hava sett í verk víttfevnandi avmarkingar hjá fólki at ferðast. Hetta er við til minka nógv um brúkaraumsetningin, og harvið ávirkar hetta ætlaðar íløgur hjá fyritøkum neiligt. 

• Uppsagnir fara allarhelst at viðvirka til at arbeiðsloysi veksur markant 

• Væntast kann at fyritøkur fara á húsagang og leggur hetta trýst á fíggjarheimin, sum tó er rímiliga væl bjálvaður at tola trýstið 

• Lækking av rentum hevur lítla og onga ávirkan, av tí at hetta longu er sera lágt frammanundan. 

• Búskaparliga afturgongdin heldur sær væntandi til 4 kvartal 2020, tá hon spakuliga vendir til vøkstur. 


2020 verður tí væntandi eitt ár við ressesión, t.e. ongum vøkstri / afturgongd yvir eitt longri tíðarskeið. 

1.1.5 Støðan í Føroyum eftir Corona Hóast Landsstýrið er komið við nógvum fíggjarligum trygdarátøkum, ið skulu fyribyrgja ringastu avleiðingarnar av Corona smittuni, eru tað góðar orsøkir til at halda, at búskaparligu avleiðingarnar fyri stóran part av vinnulívinum og somuleiðis almenna geiran verða ógvusligar. Pr. 22. mars kunnu vit vænta uml. 5.000 fyribils arbeiðsleys, sum fara í ALS skipanina. Hetta er allarhelst hægsta tal síðan stóru búskaparkreppuna í 90’unum, hóast stórur partur av hesi arbeiðsfjøld enn ikki er uppsagdur, men eru sendur til hús, vegna væntandi uppgávur ella í sóttharhald. Fyri stóran part av tænastuvinnuni knýtt afturat ferðavinnuni, mugu vit rokna við, at tær mongu avbókingar, sum í løtuni koma inn til hotellir, matstovur og ferðatilboð, ikki av sær sjálvum koma aftur á sumri 2020 – tí kunnu vit allarhelst vænta at ein partur av teimum, sum nú eru send til hús, ikki beinanvegin koma í gongd aftur. Jú longri avbyrgingin av Føroyska samfelagnum og londunum rundanum okkum gerst, jú størri er váðin fyri at fíggjarliga afturgongdin kann koma at vara í langa tíð framyvir – kanska eini 2 ár. Fyritøkur eiga tí sum minimum at leggja eina strategi fyri hvussu fyritøkan kemur væl gjøgnum komandi tíðina. Fokus eigur at vera á øll elementir rundarum Covid- 19, bæði tey menniskjaligu og tey búskaparligu. 

VRG 21.03.2020 

Símun Hammer


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi