Ulla Í Dávastovu: KORONA OG EG

Sjálv eigi eg eina ommu, sum verður 90 ár í summar. Hana havi eg ikki fingið klemmað og mussað í yvir ein mánaða.
❗️17. mars kendi eg eitt pikkalítið órógv í hálsinum. Harkanin, ið eftir stutta tíð bleiv til turrur hosti, gjørdi, at eg valdi at lata meg kanna fyri COVID-19. Tíðliga morgunin eftir ringdi telefonin. Danskt nummar, so eg fekk beinanvegin kenslu av, at hetta vóru keðilig boð. Rætt var. Kannining var positiv, og hetta var so mín byrjan til eina drúgva og sera keðiliga sjúkralegu.
Fyrsta eg hugsaði var, at hetta nokk ikki fór at blíva so ringt og drúgt. Hevði jú fingið fatan av, at í allarflestu førum var talan um mild sjúkueyðkenni – ja í mesta lagt líkt einum ringum krími. Tað skuldi so vísa seg at verða alt annað enn tað hjá mær. Fyrstu dagarnir vóru merktir av andadráttartrupulleikum. Kendist sum eitt ódnartak bara at fylla mær lunguni, og tað var ein sera óttarfull kensla. Eisini tí tað floymdi inn við ræðusøgum úr øllum heimunum, so óttin kendist á ongan hátt ógrundaður. Veruleikin er jú, at ein rúgva av fólki letur lív av hesi sjúkuni.
Seinni komu meira vanlig beinkrímsjúkueyðkenni. Ongin orka til nakað, ilt í liðum og vøddum og høvuðpína, ið bara ikki vildi hvørva. Tað kendist sum høvdið var fult, og har var eingin ventilur at lufta út við. Harafturat reyk smakki- og luktisansur, so sigast kann ikki annað enn, at eg bleiv troffin av mestsum øllum eyðkennum.
Eitt er sjálv sjúkralegan, men kanska uppaftur verri er isolatiónin og skuldarkenslan av at hava sett onnur í sóttarhald. Longu í fyrstu telefonsamrøðuni við sjúkrahúsverkið fór kanningararbeiði í gongd. Greiða skuldi fáast á, hvønn eg hevði verið i samband við seinastu dagarnar undan sjúkuni soleiðis, at hesi kundu avbyrgjast. Antin tí tey vóru smittukelda ella tí, at eg kanska hevði smittað tey.
Tvey samdøgur undan fyrstu sjúkueyðkennum skuldi kannast, og endin varð, at seks av mínum nærmastu endaðu í 14 daga sóttarhaldi. Hetta var nakað, ið tók sera hart uppá meg. Eg var jú orsøkin til, at hesi fólkini máttu takast heilt úr samfelagnum. Sigast skal tó, at tíbetur blivu eingin av teimum sjúk.
Fyrsta samrøðan við sjúkrahúsverkið gav mær eisini ein ávísan tryggleika. Samrøðan var sera tryggjandi og professionel. Læknin gav sær góðar stundir at greiða mær væl frá øllum. Innan fáar tímar hevði løgreglan ringt runt til tey, eg hevði havt samband við, og haldi ikki fyrraparturin var av, áðrenn greiða var fingin á allar smittukeldur- og vandar. Eisini uppfylgjandi samrøður við læknan vóru sera góðar. Man kendi seg ongantíð sleptan á fjall. So eg havi bara rósandi orð at lata sjúkrahúsverkinum og løgregluni og teirra leikluti í hesum truplu tíðum.
Ein ímyndar sær ongantíð, at hetta rakar ein sjálvan, og eg var einki undantak. Veruleikin er bara tann, at øll kunnu verða rakt av hesi sjúkuni. Einasta verja vit hava, er at ansa væl eftir okkum sjálvum og øðrum. Vit eiga øll onkur kær, sum kanska ikki eru so væl fyri, og hesum skylda vit at ansa serliga væl eftir. Sjálv eigi eg eina ommu, sum verður 90 ár í summar. Hana havi eg ikki fingið klemmað og mussað í yvir ein mánaða. Eftir at eg eri vorðin frísk, havi eg vitjað hana hvønn dag, men tað verður gjørt við stórsta varsemi, sum sæst á myndunum.
Mín inniliga áheitan fer tí at verða, at tit fylgja væl teimum tilmælum, sum landsins myndugleikar koma við soleiðis, at vit skjótast gjørligt kunnu koma hesari sjúku til lívs og harvið skjótari kunnu koma aftur til ein vanligan gerandisdag. #samanhvørsær
Við loyvi frá Ullu í Dávastovu er hennara grein løgd her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











