Eg kom heim í øllum góðum, sigur Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy
Takksom at hava verið sjálvboðin á Ebenezerheiminum.
Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy hevur verið sjálvboðin (volontør) hjá Ísraelsmissiónini í tvey ár á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael. Her ber hon eina heilsan, har hon nevnir nakað av tí, hon hevur upplivað
Ja, nú havi eg verði heima síðani 26. februar. Eg kom heim í øllum góðum.
Tað var beint áðrenn koronasmittan veruliga gjørdi um seg her hjá okkum, og í Ísrael var hon ikki rættuliga byrjað at gera um seg heldur, men tó vóru fólk byrjað at ganga við maskum og handskum á Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv.
Eg eri takksom fyri at vera komin uppá pláss heima á Nesi, áðrenn alt tað kom á okkum.
Fýra sjálvboðin vóru heimkallað hálvan mars. Tær skuldu vera á Ebenezerheiminum til í summar. Tvær vóru á veg, tær skuldu koma til heimið í apríl, men sleppa nú ikki inn í Ísrael. So í løtuni eru bara trý sjálvboðin. Best er, um vit eru seks.
Hetta merkist. Eg vil tí heita á tykkum at biðja fyri teimum, sum mugu bera hesa arbeiðsbyrðu. Samstundis liva tey eitt sera avmarkað lív, tí tað ikki er loyvi at fara heimanífrá, uttan at tað er sera átrokandi ørindi.
Annars kunna vit takka fyri, at eingin á heiminum er smittaður.
Sjálvboðin
Nú eg eri komin heim, má eg siga, at hesi tvey seinastu árini í Haifa hava verið ein góð og rík tíð fyri meg, og eg eri sera takksom fyri, at Gud hevur unt mær at kunna verða sjálvboðin á Ebenezerheiminum.
Tað hevur verið spennandi, gott, læruríkt og eisini ein avbjóðing at liva so tætt saman við sjálvbodnum í ymsum aldri, ymsum málum og mentanum.
Ebenezerheimið er eitt ellisheim við pláss fyri nøkrum fáum røktarkrevjandi búfólkum. Á ein hátt líkist tað kanska einum ellis- og røktarheimi her heima. Men tað er eisini sera ymiskt, tí búfólkini koma úr øllum heiminum við hvør síni mentan og máli.
Tey koma úr Ísrael, Norður-, Eystur-, og Miðevropa, Russlandi, Suður- og Norðuramerika.
Tey tosa hebraiskt, arabiskt, týskt, franskt, hollenskt, finskt, russiskt, rumenskt, spanskt, eingilskt, og onnur mál.
Og so hava tey ymiska trúarliga bakgrund: jødar, kristnir arabar og kristin við ymsum kirkjurætningum.
les meir á israel.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











