Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Drotning Margreta fyllir 80 ár

Innanlands, Lívsstílur, Mentan, Uttanlands | 16/04-2020 15:00
Mynd: DR

Í dag fyllir Margreta Drotning 80 ár. Orsakað av koronavirusinum eru sjálvt 80-ára hátíðarhaldið hjá drotningini avlýst, men í Danmark verður kikarin kortini settur á føðingardagin hjá drotningini.

Margreta drotning var ikki borin í heim sum sjálvsagdur oddviti í kongshúsinum, tí hon var genta. Men danir broyttu lógina, soleiðis at eisini gentubørn kunnu gerast drotning, og nú, Margreta-drotning fyllir 80 ár, hevur hon sitið á trónini í 48 ár. Tað er tað næstlongsta ein kongur ella drotning nakrantíð hevur sitið í Danmark. Bara Christian 4. hevur sitið longri.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur fyrrapartin í dag sent drotningini eina føðingardagskvøðu, nú hon fyllir 80 ár. Løgmaður sigur millum annað:

“Tað hevði verið ynskiligt, at umstøðurnar vóru øðrvísi, soleiðis at til bara at hátíðarhalda tygum á rættan hátt. Nú liva vit tó í eini tíð við koronafarsóttini og mugu tillaga okkum hareftir. Í hesi heilt óvanligu tíð hava tykum tignarliga megnað at sameint kongsríkið um at standa saman um at basa smittuni.

Løgting og landsstýri hava fyrireikað eina gávu frá Føroyum, og okkara vón er, at vit fáa møguleikan at handa tygum gávuna til nærri hóskandi høvi.

Í dag fara Føroyar at luttaka í hátíðarhaldi tygara uvegis sjónvarpið og sameinandi fjálgandi felagssangin, sum býr í føroysku og donsku fólkasálini. Vit ynskja tygum ein minniliga dag sman við tygara kæru,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í heilsanini.

Í sambandi við føðingardagin hjá Margretu drotning gevur Posta út eitt smáark av drogningini.

Myndevnið er almenna gávan frá Føroya Løgtingi í sambandi við at drotningin í 2012 hevði verið drotning í 40 ár.

Gávan var ein málningur av drotningini, sum Edward Fuglø hevur málað. Smáarkið er prentað í offset við gullfoliu.

Niels Ohrt sigur soleiðis um málningin hjá Edwardi Fuglø:

“Heitið á málninginum er “Fuglar og so villini djór tey vóru henni kunn”

Tað líkist einum ævintýri, eini gamlari søgn. Í vissan mun er tað eisini eitt ævintýr, ið greitt verður frá í málninginum hjá Edward Fuglø.

Eins og stevnismynd stígur drotningin fram úr føroysku náttúruni fylgd av nógvum djórum, einamest fuglum. Okkum kemur til hugs ævintýrini, har djórini hjálpa hetjuni í søguni. Tað er eisini galdandi her, sum skilst av heitinum, listamaðurin hevur givið myndini.

Heitið er eitt brot – tó eitt sindur broytt -  úr fyrsta parti av Sjúrðarkvæðunum nevniliga úr Regin Smiði, “Fuglar og so villini djór, tey vóru henni kunn”.  Í roynd og veru er tað kappin Sjúrður, ið knappliga skilir tað, sum djórini siga, aftaná at hann hevur dripið Frænarormin og leskað sær av blóði hansara. Við broytingini frá “honum” til “henni” í myndaheitinum er tað drotningin, ið her skilir djórini, sigur Niels Ort, stjóri á Listasavninum, millum annað.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi