Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

SEV tekur tvey týðandi stig aftrat á grønu kósini

Innanlands, Tøkni | 06/04-2017 12:01

SEV mælir til stórar grønar útbyggingar í Suðuroynni og eina vindmyllulund aftrat í høvuðsstaðarøkinum. Hesi bæði stigini á grønu kósini skulu fáa elorkuna úr varandi orkukeldum upp á 70 prosent av elframleiðsluni tilsamans

Eftir tætt samskifti við orkumyndugleikan, ORKA, mælir SEV til at seta upp 12 vindmyllur í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Haraftrat metir elfelagið, at stundin er komin at byggja eina vindmyllulund við battarískipan aftrat í høvuðsstaðarøkinum. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu hesar báðar verkætlanir fara í gongd í 2018.


Hesi bæði næstu stigini á grønu kósini skulu fáa grøna elorkupartin upp á 70 prosent av árligu elframleiðsluni tilsamans. Elorkan í Suðuroynni, sum er leys av elskipanini í meginøkinum, verður tilsamans 75 prosent grøn.

- Vit leggja fleiri lunnar undir orkuskiftið, sum skjøtil er settur á. Meðan hesar báðar nevndu verkætlanir verða fyrireikaðar til at fremja í verki, hyggja vit eisini longur fram og seta miðvíst út í kortið, hvørjar grønar útbyggingar skulu setast í verk, staðfestir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

Samstundis leggur formaðurin dent á, at eigararnir, sum eru kommunurnar, eisini skulu viðgera allar útbyggingar hjá SEV.

Í Suðuroynni verður talan um at seta tilsamans 12 vindmyllur upp oman fyri Porkeri í tveimum umførum. Seks myllur í 2018 og seks í 2020. Battarískipan skal setast upp saman við hesum myllum, og haraftrat er ætlanin at byggja eina pumpuskipan í Botni í Suðuroynni – millum Vatnsnesvatn og Miðvatn. Battaríini og pumpuskipanin eru partar av einari goymsluloysn, sum ger, at vindorkan verður gagnnýtt so væl sum gjørligt og annars tryggjar elskipanina, nú alsamt størri partur av elframleiðsluni verður fluttur frá olju til varandi orkukeldur.

Við verkætlanini í Suðuroynni ber til at fáa oljunýtsluna til elframleiðslu í oynni úr 7.000 tonsum í 2016 niður í 2.000 tons í 2021.

Pumpuskipanin í Suðuroynni fer eisini at kasta royndir av sær, sum kunnu brúkast, tá aðrar pumpuskipanir verða bygdar í meginøkinum.

Nýggja vindmyllulundin í høvuðsstaðarøkinum verður áleið líka stór sum vindmyllulundin í Húsahaga – 12 MW. Hendan vindmyllulundin skal eins og Húsahagi hava eina battarískipan, sum javnar vindin út á netið.

Í Suðuroynni hava SEV og ORKA gjørt vindmátingar í eitt lítið ár. Í báðum verkætlanum skulu gerast fleiri kanningar, áðrenn farast kann í gongd. Í samsvari við elveitingarlógina skal elframleiðsla frá vindi bjóðast út.

- SEV samstarvar við ORKU í hesum arbeiði, so at útbjóðingin kann fara fram skjótast gjørligt, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi