Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Áheitan á løgting og landsstýri: Áhugafelagsskapir vilja verða tiknir við uppá ráð

Heilsa, Innanlands, Lesarabrøv | 08/05-2020 14:00
Áhugafelagsskapir vilja hava løgting og landsstýrið at taka hesar uppá ráð í kreppustøðum sum koronakreppuni. Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen

11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um.

Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini, men eisini mugu vit ásanna, at so at siga allir samfelagsbólkar eru raktir av tiltøkunum, sum myndugleikarnir settu í verk. Spurningurin er, um vit megnaðu at tryggja heilsuna hjá teimum sárbærastu samfelagsbólkunum. Ein spurningur, ið krevur svar her og nú, og sum væntandi eisini krevur stór átøk og fíggjarliga hjálp í drúgva tíð frameftir.

 

Frælsisrættindini skerd

Í einum rættarsamfelagi eru undantaksstøður, tá ið vit mugu góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum, sum vit eitt nú hava sæð seinastu mánaðirnar, men við teimum fylgja nógv krøv til myndugleikarnar. Eitt av krøvunum er, at tiltøkini eru proportional, og tað merkir, at tiltøkini ikki mugu raka harðari, enn neyðugt.

Harafturat er tað avgerandi, at viðkomandi fakbólkar og umboð frá sivilsamfelagnum verða hoyrd og eru við í eftirmetingum av støðuni so hvørt. Eisini er neyðugt, at tey verða tikin við upp á ráð, tá ið átøk skulu verða sett í verk, sum skulu lofta teimum, ið mistu ella fara at missa fótafestið sum ein beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av strongu tiltøkunum.

 

Áhugafelagsskapirnir skulu takast við í arbeiðið

Í royndini at avbyrgja smittuna og fyribyrgja eini búskaparligari kreppu, stúra vit fyri, at tað í ov lítlan mun verður tikið atlit at teimum samfelagsbólkum, ið frammanundan høvdu avbjóðingar. Eitt nú fólk, ið hava trupulleikar við misnýtslu, álvarsligar sjúkur - likamligar sum sálarligar, avvarðandi hjá teimum, og familjur, har harðskapur og ágangur eru partur av gerandisdegnum. Kanningar vísa, at tað eru sárbærastu bólkarnir í samfelagnum, sum verða harðast raktir. Tað eru tí tey, sum frameftir skulu gjalda hægsta prísin.

Hóast tey flestu nú skjótt kunnu venda aftur til ein líkinda gerandisdag, so kunnu vit vænta, at fleiri fara at fáa mein langt fram í tíðina. Vit óttast, at summi fara at detta niður ímillum og fáa torført við at reisa seg aftur.

Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapir við í arbeiðið frameftir fyri at tryggja, at øll verða við.

 

Menniskjansligu avleiðingarnar drúgva ávirkan

Nú samfelagið spakuliga letur upp aftur, hoyra vit um tað trýst, sum fólk hava livað undir, og bíðilistarnir til ymsu tilboðini vaksa. Støðan er sostatt álvarsom fyri einstaklingin, men eisini er vandi fyri, at tær skipanir, sum skulu lofta hesum fólkunum, verða ovbyrðaðar.

Stúranirnar um harðskap, misnýtslu og ágang eru veruligar hjá nógvum. Serliga hjá børnum og ungum, sum vaksa upp í familjum við samansettum sosialum avbjóðingum. Eisini eru nógv, sum kenna seg ótrygg í núverandi støðuni og stúra fyri at missa síni kæru.

Fyri nógv eru avbjóðingarnar vorðnar størri, nú tey ikki hava fingið tað frírúm, sum dagtilboðini kunnu vera, og tað eru bólkar, sum frammanundan hava trupult við at leita sær hjálp. Tað kann vera sera trupult at hugsa klárt, at varðveita yvirlit, og at hava orku at seta seg í samband við stovnar og myndugleikar. Sjálvsálitið er undir trýsti, og neyðugt er hjá hesum at fáa hjálp til at síggja ymsu møguleikarnar, ið finnast, umframt stuðul til at samskipa bæði privatar og almennar loysnir.

Summir felagsskapir hava upplivað at áheitanirnar fækka, og eftir umstøðunum hevur hetta verið væntað. Millum annað tí støðan hevur havt við sær, at nógvur ótryggleiki er kring umstøðurnar í heiminum, óvissa er um arbeiðsstøðuna hjá fólki, og onnur samfelagsviðuskifti hava gjørt innrás í teirra hugaheimi.

Tí eru millum annað kvinnur og familjur, ið eru ávirkaðar av harðskapi, í einari serliga sárbærari støðu, umframt at tey undir vanligum umstøðum kunnu kenna tað torført at leita sær hjálp. Hjá fleiri av felagsskapunum, hevur avbyrgingin somuleiðis havt við sær avleiðingar fyri tey, sum eru byrjað í viðgerð av ymiskum slag, og nú einki samband hava við viðgerðarstovnin.

Tey eru farin at tosa um sínar kenslur, upplivingar, og tey trauma, sum tey hava verið ella fara ígjøgnum, men standa nú myndaliga talað við einum opnum sári, sum ikki lekist av sær sjálvum. Barnaverndir kring landið fáa somuleiðis færri fráboðanir, og færri tilvísingar eru til psykiatriina, men hetta merkir sjálvsagt ikki, at minni er at boða frá. Myrkatølini eru væntandi høg, og trýstið fer at koma.

Aðrir felagsskapir uppliva nógv fleiri áheitanir frá fólki við ymiskum sosialum avbjóðingum og stúranum um eitt nú broyttar lívsumstøður, um væntaðar broytingar, um avvarðandi, sum eru vorðin verri fyri sinnisliga, um økta rúsdrekkanýtslu, um øktan harðskap, einsemi og sjálvmorðstankar.

Frætt verður frá fleiri, serliga ungum, sum fyri fyrstu ferð uppliva eyðkenni av strongd vegna broyttu liviumstøðurnar, sum koronakreppan hevur havt við sær. Summi, ið hava upplivað sálarsjúku, siga seg eisini uppliva, at sjúkan versnar í hvørjum.

Væntandi kunnu fleiri teirra fáa tørv á teimum viðgerðum og tilboðum, sum fleiri felagsskapir veita. Neyðugt er at brynja stovnar og felagsskapir til ein størri tørv um stutta tíð. At summi ikki leita sær hjálp og viðgerð í løtuni kann í ringasta føri hava við sær, at eyðkennini kunnu versna og ein kann gerast so sjúkur, at vantandi viðgerð kann gerast drúgv, umframt at sjúkan kann gerast álvarsamari,og tí verri at viðgera.

Børnini eru serliga sárbær, nú ótryggleiki hevur valdað, og spurningar eru um, hvat tey kunnu vænta, tá ið tey koma aftur á stovn og í skúla. Summi av hesum børnum hava undan koronafarsóttini upplivað, at tað kann vera torført at hugsavna seg um heimaarbeiði í heiminum, og seinastu vikurnar við heimaundirvísing kunnu hugsast at hava verið serliga truplar.

Felagsskapir vísa á, at børn og ung, sum vaksa upp í heimum við ymiskum sosialum avbjóðingum, hava tað trupult í hesum tíðum við korona.

Samstundis sum eftirspurningurin er nógv øktur seinastu tíðina hjá fleiri felagsskapum, eru ikki resursir til at hjálpa øllum. Koronakreppan hevur umframt tað gjørt, at fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum er hart rakt. Inntøkugrundarlagið hjá flestu okkara er skert, tí tað er tengt at stuðulvirksemi, sum er útsett ella avlýst.

Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapirnar við upp á ráð, tá ið komandi átøk verða sett í verk soleiðis, at vit tryggja, at røddin hjá teimum sárbærastu verður hoyrd. Eisini heita vit á myndugleikarnar at hjálpa okkum at lofta teimum børnum, ungu, vaksnu og familjum, sum avgjørt hava tørv á okkara virksemi og tilboðum – og vónandi væl betur í komandi tíðina enn higartil.

 

Amnesty International Føroyar

Barnabati

BERIN

Blái Krossur Føroya/Øll Hava Rætt Til Góð Barnaár

Kreppumiðstøðin

Kvinnuhúsið

KRIS

Sinnisbati

Viðgerðastovnurin Frælsi


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi