Starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað

Fríggjadagin vórðu seks starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, handaði starvsfólkunum gávu og blómutyssi á hugnaligari samkomu í býráðssalinum seinnapartin fríggjadagin.
Tey, sum vóru heiðrað, vóru hesi:
15 ár: Anne-Mie Johansen, námsfrøðingur í Mýrifípuni, og Hansine Brandt, hjálparfólk í útibarnagarðinum.
25 ár: Jennie Debes, skrivstovufólk í bókhaldinum
30 ár: Fanny Nielsen, Sólfríð West, og Mikkalina Simonsen, allar hjálparfólk í Mýrifípuni.
Siðvenja er, at fólk, sum hava verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár, verða heiðrað við eini gávu og einum blómutyssu. Tvøroyrar Kommuna ynskir á henda hátt at lata eina viðurkenning fyri trúgva tænastu fyri kommununa.
Viðurkenning verður latin hvørt fimta ár yvir 15. starvsár.
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku og takkar fyri trúgva tænastu hesi mongu árini.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











