Árið ið fór - Juni: Fyrrverandi klaksvíkstrolarin Stella Kristina upphøgdur
Fyrrverandi klaksvíkstrolarin Stella Kristina loysti fyri seinastu ferð frá bryggju á Akureyri í september í 2019. Nú er hann so upphøgdur í Gent í Belgia.
Í september í 2019 stóð hendan greinin at lesa á www.R7.fo
Snæfelli, sum er fyrrverandi hekkutrolarin Stella Kristina, verður nú seldur sum gamalt jarn. Freysteinn Bjarnason og Valur Finnsson, sum loystu skipið fyri seinastu ferð, vóru báðir í Klaksvík eftir Stellu Kristinu fyri útvið 50 árum síðani.
Í oktober 1968 fóru menn frá Pf. Stella í Klaksvík til Norra eftir hekkutrolaranum Stella Kristina KG 320. Hetta var fyrsti nýbygdi hekkutrolari, sum var bygdur til føroyingar.
Í gjár - 51 ár eftir, at Stella Kristina KG 320 kom á Klaksvík - fóru akureyringar av Akureyri við kós ímóti Gent í Belgia við fyrrverandi Klaksvíks-trolaranum.
Í fylgi við fyrrverandi Stellu-trolaranum var annað íslendskt skip, Hjalteyrin. Bæði hava tey fingið somu lagnu - tey verða seld til upphøggingar.
Teir, ið loystu endarnar á fyrrverandi Stellu Kristinu, nú hon fór seinasta túrin úr Íslandi, vóru teir báðir maskinmeistararnir Freysteinn Bjarnason og Valur Finnsson. Tað er merkisvert, tí teir vóru báðir í Klaksvík, tá ið keyparin Útgerðarfelag Akureyringa (ÚA) sendi fólk til Klaksvíkar fyri útvið hálvari øld síðani eftir Stellu Kristinu.
Freysteinn og Valur, sum í dag eru pensióneraðir, sigldu báðir við Snæfell, tá ið skipið kom í drift á Akureyri.
- Hetta var rørandi løta fyri okkum báðar, tí stelluskipini (ÚA keypti í 1973 eisini Stellu Karinu KG 321, sum kom á Klaksvík í 1969 ) vóru stórt frambrot í Íslandi tá og vekja góð minni, sigur Valur Finsson í telefonini.
Tað er felagið Samherji, sum í dag eigur Stellu Kristinu. Uppunaligi keyparin Útgerðarfelag Akureyringa var kommunalt partafelag, sum seinni bleiv selt og umlagt og sum í dag er tað sera kenda Samherji.
---
Eitt sindur um Stellu Kristinu KG 320:
Tað var Pf. Stella í Klaksvík, sum lótu Stellu Kristinu byggja í Norra - partaeigarar vóru teir tríggir Laksafoss-brøðurnir Erling, Trygvi og Hallur. Skipið, sum var fyrsti nýbygdi hekkutrolari, sum var bygdur til føroyingar, var handað eigarunum í 1968. 15 fólk fóru til Norra eftir Stelluni. Millum teirra, sum vóru við, vóru - umframt Laksafoss-brøðurnir - m.a vinmenninir hjá Erlingi, Anthonius Olsen og Oddmar Juul Samuelsen. Við á ferðini vóru eisini Einar Waag (eldri), stjóri á Føroya Bjór, Sigurð Joensen, advokatur hjá Pf. Stella, Jógvan við Keldu, býráðslimur, og Asbjørn Joensen, sum var borgarstjóri 1967-1968.
Hvar er systurskipið í dag:
Stella Karina KG 321, sum tá æt Svalbariði SI 302 var seldur úr Íslandi til Ruslands í 2001. Tað reiðariið seldi í 2009 Svalbariði SI 302/Stellu Karinu KG 321 víðari eitt felag sum æt Istok-AB.
Reiðaríið Istok-AB bleiv seinni uppkeypt av felagnum Magadanyba, sum eisini er Russiskt, teir valdu at venda aftur til føroyska navnið Stella Karina. Greinin endar her.
Myndirnar í hesi grein eigur facebook síðan Gomul Íslensk skip og Þorkell Hjaltason https://www.facebook.com/groups/45938427972/permalink/10158605702522973/
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur