Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bjørn á Heygum: SAMANSVØRJING MÓTI SEV

Innanlands, Lesarabrøv | 27/07-2020 14:45

Arbeitt í loyndum

Herfyri kom í ljósmála, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, líka síðani februar hevur arbeitt við eini ætlan um sundurliðing av interkommunala felagsskapinum SEV.

Arbeiðið sær út til at vera framt í loyndum, enntá uttan at hvørki SEV ella eigararnir av SEV, sum eru allar kommunurnar í Føroyum, enn eru hoyrdar ella hava fingið minsta varskó um álvarsomu broytingarnar, sum grundleggjandi koma at umskipa alla framleiðslu og distributión av elmegini í Føroyum.

SEV og føroysku kommunurnar skulu eftir øllum at døma bert kunnast um eitt sokallað “fait accompli” ella ein endaliga og definitiva avgerð, har komandi hoyringar bert eru uppá kvamsvís, og enntá sakligar og vælgrundaðar atfinningar neyvan verða tiknar til eftirtektar.   


Eyðkenni fyri hesa samgonguna er nevniliga knapplig og ófráboðað lógaruppskot, sum verða skrumblaði ígjøgnum í skundi uttan at nakar fær stundir at umráða seg, - avgerðin er nevniliga tikin uppá forhond - og mangt týðir uppá, at hesin sami taktikkur eisini er galdandi í hesum føri!


      Tunn og lítiðsigandi framløga


Fyrstu kunning kommunurnar og SEV hava fingið um nevndu kollvelting av elskipanini í Føroyum er ein stuttur samandráttur, har landsstýrismaðurin í meira generellum yvirskriftum opinberar sínar ætlanir um framtíðar “grøna” orkupolitikkin   í Føroyum.


Her verður m.a. sagt, - at munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku – at vit skulu gera grønar orkuloysnir bíligari – at almennir bygningar í mest møguligan mun skulu hava grønar orkuloysnir o.s.fr.


Hetta ljóðar alt samalt lovandi og sára gott, og ikki annað enn tað sum øll kunnu taka undir við.  


Tað, sum er meira áhugavert, er spurningurin um hvussu landsstýrismaðurin kundi hugsað sær, at henda grøna “visiónin” verður framd í verki. 


Jú, - Landsstýrið hevur eina geniala loysn, sum er líka so einfald, sum hon er stutt! 


Orkumarknaðurin skal latast upp, so fleiri veitarar fara at kappast um at veita framkomnar orkuloysnir.

Vit skulu hava eitt alment net, sum allir el-framleiðarar hava atgongd. til
Lóggávan skal tryggja gjøgnumskygni og kapping á økinum.

Hvat verður annaðleiðis og betri við hesum broytingum, kundi hóskandi verið spurt? Er ikki longu kapping, har fleiri veitarar í løtuni kappast um at veita framkomnar vindorkuloysnir? Hava tey feløg, ið kappast í samband við útboð av vindmylluloysnum ikki frammanundan atgongd til netið hjá SEV. Er ikki gjøgnumskygni á økinum, og gerst hetta betur við, at feløgini, sum veita streym til føroysku brúkararnar, eru privat heldur enn almenn? Og hvat við trygdini, - er ikki talan um sokallaðan “kritiskan infrastruktur“, sum tað samfelagsliga ongantíð hevur verið ráðiligt at leggja út til privatar veitarar?


Allir hesir spurningar standa í leysum lofti, uttan at ein tann einasti av teimum enn er svaraður! 


Vinnuligir veitarar skulu fáa ein týðandi leiklut


Tað sum stórliga saknast í hesum sokallaða uppritið er ein meira neyv útgreining av spurninginum, um hvønn leiklut hesir sonevndu vinnuligu veitarar skulu fáa í samband við, at orkumarknaðurin nú verður “latin upp”, sum tað eitur.


Tað stendur bert, at vinnuligir veitarar nú skulu til at spæla ein “týðandi” leiklut í íverksetan av hóporkuloysnum. Hvønn “týðandi” og ella “avgerðandi” leiklut hesir vinnuligu veitarar skulu fáa, og hvussu nógv vinnan skal kunna “vinna” burturúr el-framleiðsluni, verður ikki nærri umrøtt í uppritinum.


Alt annað líka merkir hetta vælsaktans, at tá intentiónin hjá landsstýrismanninum er, at sonevndir nýggir veitarar, skulu gerast meira “týðandi”, so inniber hetta av góðum grundum, at interkommunali felagsskapurin SEV, so verður “minni týðandi”, og sostatt í framtíðini skal fáa ein alt meira og meira skerdan leiklut í el-veitingarhøpi. 


Niðurstøðan er sostatt, at landsstýrismaðurin við hesi ætlan hevur sett sær sum mál, stutt og greitt, at niðurlaða samhaldsfasta non-profitfelagsskapin  SEV, sum vit øll eiga, til fyrimuns fyri sonevndar “vinnuligar veitarar”, sum sjálvsagt er tað sama sum privati stórkapitalurin.

  

Sjálvstøðugt netfelag.  


Uppskriftin hjá landsstýrismanninum til hesa byrjandi “privatisering” av føroyska elkervinum er sum kunnugt at klúgva SEV sundur í eitt framleiðslufelag og eitt net-felag, sum skulu virka óheft av hvørjum øðrum. 


Grundgevingin fyri hesum ógvisliga inntrivi er, sum áður nevnt, at nú skulu allir el-framleiðarar sleppa framat hesum góða neti – hvørjir teir so eru?

Í hesum liggur væl saktans eisini ein staðfesting av, at núverandi atgongdin hjá øðrum framleiðarum til netið hjá SEV ikki er nøktandi.  


Henda grundgeving er tó torfør at skilja, tá allir góðkendir streymframleiðarar longu frammanundan kunnu knýta seg til netið hjá SEV. Um talan er um eitt sjálvstøðugt netfelag, ella eitt net undir SEV, kann sostatt hvørki verða  avgerandi fyri sjálva atgongdina til netið, ella fyri tann skuld kappingina um streymframleiðsluna í Føroyum.   


Hinvegin hevur ein slík sundurliðing av framleiðslu og distributiónsliðnum nakrar sera álvarsligar avleiðingar fyri SEV, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma ikki hevur givið sær far um, - ella kanska meira tilvitað ikki ynskir at avdúka fyri kommunalu eigarunum(!)


Veruleikin er nevniliga tann, at netparturin í dag er ein integreraður partur av samlaðu elskipanini, og inngongur harvið sum eitt rættuliga stórt og týðandi aktiv hjá SEV. Avgerðandi fyri “ratingina” og harvið framhaldandi lagaligum láns- og fíggingarmøguleikum hjá interkommunala el-felagsskapinum SEV, er sostatt, at framleiðslu- og netparturin verður verandi ein samlað eind undir sama felag.


Galdandi lánitreytir hjá SEV treyta somuleiðis, at verandi skipan verður varðveitt óbroytt, harundir, at netparturin framhaldandi verður partur av ognunum hjá SEV.


Verður netparturin skildur frá SEV, er ein avgerandi fortreyt fyri verandi lánum sostatt burtur. Úrslitið er, at lánini hjá SEV antin verða uppsøgd ella kravd endurskoðað. Tá støðið undir trygdunum fyri lánunum hjá SEV á henda hátt verður máðað burtur av landsstýrismanninum, er somuleiðis eyðsæð, at lánitreytirnar alt annað líka verða harðari, og lánini harvið munandi dýrari.    


Dýrari streymur.


Við strangari krøvum og ivaleyst væl dýrari lánum, so er greitt, at íløgurnar í grønu orkuna fíggjarliga gerast meira tyngjandi. Útbyggingarnar, ikki bert í vindorku, men so sanniliga eisini í vatnorku og sjóvarfalsorku, verða harvið ikki bert meira kostnaðarmiklar, men verða sjálvsagt eisini seinkaðar, tá fíggjarliga  rásarúmið hjá SEV til at fremja hesar íløgur, við hesum ógvisligu lógar-inntrivum, verður almikið skert.


Kappingartreytirnar hjá SEV, í sambandi við framtíðar útbjóðing av vindorkuni, verða eisini ávirkaðar av broyttu fíggingartreytunum. Tá lánini verða dýrari og ivaleyst eisini skulu gjaldast aftur yvir eitt styttri áramál, so sigur tað seg sjálvt, at boðini mugu verða hægri fyri at forsvara eina dýrari fígging.   


Tá so umsitingarparturin hjá nýggja netfelagnum kemur afturat, telur hetta bara enn eitt fet uppeftir.

Eitt sjálvstøðugt netfelag krevur nevniliga eina sjálvstøðuga umsiting, egna nevnd, egnan stjóra, egin høli, egna útgerð o.s.fr.


Alt hetta kostar pengar, og er ein munandi eykaútreiðsla, sum bert føroyski el-brúkarin kann skuldskrivast fyri.


Nú kann so Landstýrið pástanda, at niðurlaðingin av SEV sum framleiðara og kappingarneyta á elorkuøkinum verður væl og virðiliga uppvigað av nýggju privatu veitarunum, sum nú koma at bjóða fram ein enn bíligari streym, og enntá samstundis, sum teir skulu hóva ein munandi profit burturúr skipanini.  


Her forroknar Landsstýrið seg tó stórliga. Vit vita longu av royndum, at privatu veitararnir higartil ikki hava megnað at kappast við SEV um bíligari vindorkuloysnir.


Teir hava enntá verið so mikið dýrari, at bert í tí eina útboðnum á Gellingarkletti var talan um ein mun millum SEV og Vindrøkt uppá heilar 100,- mio kr., roknað yvir eitt áramál uppá 20 ár. Ein ógvislig rokning, sum vanligi brúkarin skuldi goldið eyka, um hesin privati veitarin vann kappingina. 


Av somu grund er so altumráðandi, at SEV framvegis luttekur í kappingini við fullari megi, og uttan at verða tarnað og lamløstað av landsmyndugleikanum, tí bert á henda hátt kunnu við halda útboðini av nýggjari orku niðri á einum sømuligum støði, við tí lækking í streymprísinum, sum hetta inniber, til fyrimuns fyri okkum øll, sum búgva her í Føroyum.

 

Veitingartrygdin


SEV hevur sum kunnugt skyldu til at veita hvørjum herðashorni í Føroyum streym allar 24 tímarnar í døgninum allar 365 dagarnar um árið, úr Mykinesi til Fugloyar, Nólsoyar, Stóru Dímun v.fl.,  fyri sama prís sum í meginøkinium, sjálvt um hvør framleiddur kilowatttími í hesum støðum ivaleyst er nógv dýrari enn søluprísurin. Her verður ongin mismunur gjørdur á føroyskum borgarum, hvar enn í landinum teir so búgva. Hetta er tann fyrimyndarliga samhaldsfasta skipanin, sum er, og altíð hevur verið ein av hornasteinunum undir interkommunala felagsskapinum SEV.    


Veitingartrygdin hevur eisini altíð verið raðfest í fremstu røð. Fyri at trygdin skal verða í lagi er SEV noytt til ikki bert at hava, men áhaldandi at gera íløgur í stór oljurikin elorkuverk, sum skulu vera til at taka, tá streymur manglar í skipanini, ella grøna orkan svíkir vegna vatntrot ella ov lítið av vindi.   


Hetta kostar almikið av peningi, og krevur eina rættuliga stóra fíggjarorku.


Tað er tískil umráðandi, at SEV er eitt kapitalsterkt felag, sum megnar at lyfta hesar uppgávur.


Heldur ikki mugu vit gloyma, at ein støðug og trygg streymveiting er vital og lívsneyðug fyri bæði samfelagsbúskapin og dagligu tilveruna hjá tí fólki, sum her býr. Uttan streym steðgaði alt samfelagið upp eftir lítlari løtu. Streymveiting kemur tískil undir tað sum við einum fremmandaorði kallast “kritiskur infrastrukturur”, sum tað altíð hevur verið ein samfelagsuppgáva at tryggja, og sum av góðum grundum ikki kann latast til tilvildarligar privatar íleggjarar at umsita.


Tann solidariska skipanin og veitingartrygdin er sjálvsagt sera útreiðslukrevjandi. Tað kann tískil tykjast serdeilis órímiligt, og enntá eisini kappingaravlagandi, um veruligi leisturin hjá Landsstýrinum við hesum nýggja uppskotinum er, at SEV skal sita einsamalt eftir við øllum hesum skyldum, meðan aðrir privatir veitarar nú uttan víðari skulu koma inn á netið við einum ella fleiri vindmyllum, og so bara heysta fruktirnar við fyrimununum í elskipanini, uttan at átaka sær nakrar skyldur ístaðin.  


Landsstýrið rennur ørindi fyri privat kapitaláhugamál


Týðiligt er, at hetta Landsstýrið, sum ikki einaferð rennir ørindi fyri ávís útvald privat kapitaláhugamál. Lobbyisman hevur satt at siga góð livilíkindi í hesum tíðum, og tað man ikki vera dagur, sum fer framvið, uttan, at bæði politikarar og embætisfólk verða díkt undir í “sannførandi” argumentum um at geva hesum somu peningaáhugamálum enn betur sømdir.   


Stórkapitalurin er nevniliga komin í neyð av øllum sínum pengum, við negativum rentum í peningastovnunum. Umráðandi er tískil at fáa sett hesa ørgrynnu av tøkum peningatilfeingi í eina trygga og lukrativa íløgu, so hesin peningur kann yngla, og geva hesum somu eigarum eitt munagott avkast næstu mongu árini.


Og hvørji eru tá hyggjuráðini? Jú - tey eru einføld – tað ræður um at syndra SEV, so felagsskapurin gerst so mikið lamskotin, at kappingin haðani helst hvørvur, ella av illum bara gerst eitt eiti(!)


Bert harvið kunnu kapitaláhugamálini ótarnað sleppa framat almenna elveitingarkervinum - uttan darvandi kappingina frá SEV, sum higartil í útbjóðingarumførunum við dugnasemi og hegni hevur megnað at útvega loypandi góð og bílig tilboð uppá bæði útgerð, arbeiði og fígging, umframt at innroknað er eitt  sámuligt og rímuligt avkast av samlaðu íløguni uppá ca. 5 %.


Einum slíkum avkasti kunnu t.d. privatu duopolini Magn og Effo av góðum grundum ikki liva við, tá tey sum nú er eru von við at rinda partaeigarunum ca. 30. mio í vinningsbýti hvørt ár, harav sjálvsagt helmingurin fer til Ìslands. 


Tað er tí, samanumtikið, rættiliga eyðsýnt, at endamálið við hesum lógaruppskoti ikki er meira kapping, tíansheldur minni bíligari orku, men tvørturímóti snýr tað seg um eina dulda dagsskrá, sum hevur til endamáls at slóða fyri eini meira spekulativari profitbaseraðari elorkuskipan, har tað nú, - sum ikki einaferð - hjá nøkrum fáum, bert snýr seg um at tjena mest møguligar pengar uppá brúkarans rokning. 


Tá talan soleiðis er um eitt beinleiðis landsskaðiligt átak, sum Sambands-flokkurin, við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, á odda, her hava loyst úr lagdi, er at vóna, at eigararnir av SEV, sum eru føroysku kommunurnar, nú standa saman og sláa manngarð um henda interkommunala felagsskap, so hesir politisku ørindadreingirnir hjá seráhugamálunum ikki nú í einum høggi sleppa at syndra henda samhaldsfasta felagsskap, sum varð stovnaður av sonnum hugsjónarmonnum fyri ¾ øld síðani, og hevur verið sjálv drívmegin undir tí framburði og teimum fantastisku frambrotum, sum hend eru í Føroyum í hesum sama tíðarskeiði.    


Bjørn á Heygum

  


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi