Løgreglan í Hvítarusslandi slóg danskan myndamann
Danski uttanríkisraðharrin, Jeppe Kofoed, átalar framferðina, tá hvítarussiska løgverjan í gjár fyrst slóg - og síðan tók minniskortið úr mybdatólinum hjá einum donsku myndamanni.
Løgverjumenn bæði slógu og sparkaðu myndamannin hjá Berlingske, Asger Ladefoged, áðrenn kortið varð tikið úr myndatólinum.
Uttanríkisráðharrin sigur, at hann fer at taka málið upp:
“Eg havi júst hoyrt, at ein danskur journalistur er álopin í Hvítarusslandi. Hetta kann als ikki góðtakast, og eg fordømi upp á tað harðasta, at hvítarussisk løgverja loypir á friðarlig mótmælisfólk og miðlarnar,” sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, sambært danska blaðnum, Informatión.
Her sæst hendingin við danska myndamanninum:
https://twitter.com/AsgerLadefoged/status/1293455268827848705
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur