Eina ferð í forsøguligari tíð var regnskógur á Suðurpólinum
Mangt bendir á, at okkara unga ættarlið við snildfon í hvørjum lumma heldur, at heimurin varð skaptur um tað mundið, tá tey vóru fødd. Altso eingin undan og eingin eftir tey. Teirra lætta atgongd til vitan hevur ikki økt teirra vit, tíverri.
Nógvir klimafasistar eru so CO2 religiøsir, at tey av andligum tómleika hava uppfunnið sær ein klimakult, hvørs mál er at fáa enn størri vald á øllum, enn heilsubyrokratiið fekk av Coronu. Nú verða heimsins børn og besta arbeiðskraft (0-75 ár) av handahógvi sett í húsavarðhald. Vit áttu heldur at brúkt alla orku til at verja gomul og veik frá at verða rakt av Wuhan virusi, og latið øll hini arbeiða.
Eitt sindur um søgu jarðar, hita/kulda, lív á jørðini, plantuvøkstur og CO2 í luftini.
Vísindafólk meta, at heimurin varð skaptur fyri um 4,5 mia árum síðan, so eitt mannalív (nú 80 ár) er sum eitt eygnablunk í alheimsins kúrru støddfrøði.
Einaferð fyri mió av árum síðan var tjúkkur, grønur skógarvøkstur í Føroyum (nú er bert suðuroyarkol eftir). Føroyar vóru tá fleiri ferðir størri enn nú. Tað vóru tær eisini, tá seinasta ístíð fyri bert 15. 000 árum síðan endaði, tí landgrunnurin var tá turrur heilt út á núverandi 130 metra dýpi, og havskorpan var 130 m lægri enn í dag.
So eingin grund er at óttast 1,5 mm hækkandi sjóvarmála árliga (= 1,5 cm/10 ár).
Ná men aftur til regnskóg á Suðurpólinum í forsøguligari tíð. Nú hava granskarar undir Thwaites jøklinum funnið øll prógv fyri, at tjúkkur regnskógur fyri um 90 mió árum síðan vaks um alt Antarctica. Orsøkin var nógv virkin eldgos kring heimin. Ímeðan kíkaðu skriðdrekar (dinosaurar) alskyns grøs og plantur í seg, ið vaks sum ókrút nógvastaðni. (Fyri 65 mió árum síðan týndi ein meteorur tað mesta lívið).
Vísindafólk hava nú avdúkað trævøkstur so tjúkkan sum Amazon frumskógur á Antarctica. Plantuleivdirnar undir ísinum á Suðurpólinum prógva, at miðal hitin har fyri 90 mió árum síðan lá millum 12 stig á vetri og 19 stig á sumri. Altso lítil munur á vetri (neyvan nakað frost) og á sumri, tá hitin kundi fara upp um 30 stig í lýkku.
Tina van der Flindt, prof. á Imperial College London hevur leitt rannsóknirnar á Antarctica. Granskaratoymið skrivar í avdúkandi frágreiðing síni, at CO2-ið tá var 1,120 partar pr. mió (málieindir), t.e. yvir 3 ferðir hægri enn í dag, nú vit hava 415 partar pr. miljón, nú tey klimagalnu royna at ræða okkum við heimsins undirgangi.
Vónandi vinna vit og skil á klimasvindli. Men tá Corona er farið afturvið og gloymt, rógva klimafasistarnir aftur á aftur, og tá brúka tey statsvald, sum tey nú í mánaðir undir Corona, meðan vit øll bíða eftir at ‘flatten the curve’.
Mest lisið í farnu viku

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Merki vundið á stong í Ísrael

Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

Kórið í Christianskirkjuni

Sandur komin í lopgrøv

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 18. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Ebenezer Tórshavn

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Meginfelag Útróðrarmanna

Tekning til familjulegur 2021

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Hebron á Argjum

Gripsvegur stongdur sunnunáttina 19. apríl

Flogbóltur, galla: Tilnevningarnar til ársins bestu 2021

Lívsverk - Eftirlønargrunnur løntakaranna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











