Góð og ring tíðindi um stórhvalasløgini slættibøku og royður
Fyrst tey ringu tíðindi, at stórhvalaslagið, Slættibøka, er hótt til týning. Frá tí at 10-túsundtals slættibøkur, ið er barduhvalur, vóru í Norðuratlantshavi fyri 200 árum síðan, er stovnurin komin niður á bert 409 dýr íalt, og av teimum eru bert 100 kvennhvalir eftir í burðaraldri. (Grindastovnurin telur 500.000 hval).
Slættibøkan verður upp í 20 metrar long og vigar 70 tons fullvaksin. Hon hevur verið friðað síðan 1972. Tað er tí ikki av ovurveiði farnu 50 árini, at stovnurin minkar, men tí at slættibøkan er spøk og svimur seint og ofta uppi í sjónum, tá hann ikki etur í dýpinum.
Størsta hóttan móti hesum hvali eru standandi ella slitin fiskitrol og net, sum gera, at nógvir hvalir fløkjast og drukna. Ein onnur hóttan er, at slættibøkan svimur seint og verður ofta ásigld. Verður hon ikki skadd til deyðis av samanstoyti við skip, ger skelkurin, at hon missir evnini at fáa fleiri ungar.
Enska navnið á slættibøku er ‘right whale’ (‘rættur’ hvalur), júst tí hon var løtt at rógva seg fram á, tá hvalastingarar frá seint í 1700-talinum fóru at veiða hana av álvara. Eisini hevði hon tann fyrimun at flóta, tá hon var deyð.
Eftir fyrra heimsbardaga gjørdist heilt galið, og ivaleyst kom friðingin í 1972 ov seint. Eingin slættibøka er sædd við bretskar strendur síðan 2012. Tað er vísindastovnurin Woods Hole, sum stendur fyri at varðveita stórhvalir við UK.
So tey góðu tíðindini um bláhvalin, royður
Frá bert at hava talt upp í eina hond til nýliga, er stovnurin av bláhvali, royður, við Suðurgeorgia øktur til 55 hval, staðfesti bretska Antarctic Survey eftir eina 23 daga rannsóknarferð í Suðuríshavi í fjør. Royðurin er størsta djór á klótuni. Kvenn og kallhvalurin blíva upp í 25 metrar til longdar og viga upp í 150 tons.
Granskararnir vóru ovfarnir av at síggja stórar bólkar av royður, sum meskaðu æti í seg saman. Tað er størsta talið av royður sædd á suðurhálvu í fleiri ár.
Millum 1904 og 1925 veiddu hvalabátar 33.000 royðrar íalt á Suðurhálvu. Nú vóna vísindafólk at vend kemur í, so royðurstovnurin aftur mennist. Hetta stórhvalaslag tekur langa tíð , og royðurin má svimja langar leiðir til at parast. Tað er langt ífrá á hvørjum ári, at royður fær hvølp.
Føroyingar veiddu 178 royður 1909-1916 og helst upp móti 1000, 1900-1960.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur