At børn spæla nógv teldu, elvir ikki til sálarligar trupulleikar
Hjá summum hevur tað enntá gagnliga ávirkan á angist.
Nógv børn nú á døgum spæla nógv teldu. Summi so nógv, at tey menna stórar trupulleikar, sum ein diagnosa er sett á, nevniliga Internet Gaming Disorder (IGD).
Ein bólkur av granskarum við NTNU í Oslo hevur kannað nærri, um samanhangur er millum børn við IGD-eyðkennum og sálarligar trupulleikar.
– Vit hava ikki funnið nakað samband við millum IGD og seinni øktan títtleika av sálarligum trupulleikum. Tey 10 og 12 ára gomlu, sum vóru bundin av spæli, fingu færri eyðkenni av angist tvey ár seinni, tá ið tey vóru ávikavist 12 og 14 ára gomul, sigur Beate Wold Hygen, doktari við Instituttið fyri sálarfrøði við NTNU.
Sostatt fáa børn við øðrum orðum færri eyðkenni av angist, ikki fleiri.
Hetta kann til dømist hava samband við sosialu síðurnar av at spæla, ella at spæl er ein distraksión, sum fær børn at stúra minni enn onnur.
Les meira her: http://skulabladid.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











