Kulturkríggið
Um allan vesturheimin uppliva vit í løtuni eitt stórt kulturkríggj. Hetta kríggj hevur gingið fyri seg í nógv ár, men hevur nú veruliga breitt seg so nógv, at tað er ómøguligt hjá nøkrum, sum eygleiðir rákið í vesturheiminum at avnokta tað. Tann langi marsjurin gjøgnum institutióninar er fullførdur og nú skolar yvir okkum beinleiðis álop. Tíðarskeiðið við Trump sum forseta hevur verðuliga víst, at vit í vesturheiminum hava stóra spenningar innanhýsis.
Í hesari greinini royni eg at lýsa “kulturella” vinstraveingin, ið hevur hevur haft ómetaliga nógva ávirkan á vesturheimin. Hesin kulturelli vinstravongur stendur seg væl, ikki minst tí at hann er eitt hentir býttlingar hjá globalistum.
Hvat er so kulturkríggj?
Ein kulturur er eitt hugtak, ein kann brúka um lívið innan lítlar og stórar fólkabólkar, ið hava fleiri sosialir felagsnevnarar. Hesir felagsnevnarir eru virðir, vanar, trúgv og onnur sereyðkennir. Vit kunnu t.d tosa um føroyskan kultur, norðurlenskan ella ein kultur fyri allan vesturheimin. Í Føroyum eta vit ræst kjøt, drepa grind og rógva kapp. Vit eru samanknýtt og familjukær, og tann kristni siðarvurin liggur í okkum.
Til allar tíðir, víða kring heimin, hava altíð nógvir kulturar rúmast. Multikulturisma var til langt áðrenn orðið var uppfunnið og oyðilagt til tann týdningin, tey vitbornu (intelligensian) hevur lagt í tað í dag. Multikulturisma er verulig og praktisk. Ymiskir kulturar hava havt styrkir og veikleikar, sínar mátar at loysa sínar uppgávur. Ígjøgnum mannasøguna vita vit at tøkni, hugskot og vitan breiðir seg millum kulturar.
Tá í europearar funnu útav at kineserar brúktu pappír og prentmaskinuna, so fóru teir ikki út á gøturnar at hátíðarhalda “ymiskleikan”. Nei, teir góvust við at geva sær sjálvum skrivikrampa og góvust at kopiera tekstir við hond. Teir tóku til sín tað, sum kinesarar høvdu ment og sleptu sínum egna.
Við øðrum orðum, har kulturar møtast, møtast ymisk hugskot. Kulturar, ið mennast, taka til sín og tillaga seg nýggj umhvørvi. Kulturar, ið ikki ynskja at broyta seg kunnu vera til stóra vansa fyri seg sjálvan. Tað er eyðsæð, at øll hugskot eru ikki líka, tí í veruliga lívinum kunnu tey hava sera ólíka útføll.
Tá ið lond uppliva stóra tilflyting, møtast kulturar, og tað kann skapa ónøgd og stríð. Nógv europeisk lond uppliva í løtuni nógvar innanhýsis kulturkonfliktir orsakað av at stjórnirnar velja at taka ímóti nógvum tilflytarum uttan nakra integrering. Í okkara egna kulturi, tað er tí vesturlenska stendur á. Tey gomlu virðini, ið hava eyðkent vestulenska kulturin, eru við at detta heilt burtur.
Men tað er ikki orsakað av fremandum kulturum at vesturheimurin er við at fara í forfall. Orsøkin er sum, so mangan áður, innanhýsisstríð.
Frankfurtaraskúlin
Eitt av idelogisku rákinum hjá vinstravonginum, ið hevur ávirkað okkara kultur og politikk er tann sokallaði Frankfurtaraskúlin. Skúlin (les: school of thought) byrjaði í 1924 av nøkrum týskum samfelagsfrøðingum sum settu sær fyri at skapa eitt “kritiskt” ástøði sum fokuseraði uppá feilirnar í teimum ikki-sosialistisku vesturlensku samfeløgnum. Menniskjaligu sambondini í hesum “útviklaðu kapitalistisku” samfeløgum vóru sædd sum kensuliga og sosialt kúgandi. Tey, sum høvdu samhuga við hesum ástøði, eisini kallað tað kritiska ástøðið, fingust við at gera kritiskar tulkingar av ómenniskjaligheitini av hesum kapitalistisku samfeløgum og fyrislógu alternativ.
Ætlanin var at Frankfurtaraskúlin skuldi vera eitt marxistiskt kollveltandi alternativ til kapitalistiska kulturin, har ástøðið hjá Sigmund Freud bleiv brúkt á ein hátt sum Freud sjálvur ikki hevði kent aftur.
Í staðin fyri at viðurkenna, at menniskja má fortrongja sínar primitivu lystir fyri at civilisatiónin skal fungera, so ímyndar Franfurtaraskúlin eitt samfelag, har menniskja bæði kann metta sínar sexuellu fantasiir og sosialu tørvir samstundis.
Fyri at hetta skal lata seg kunna gera, so má samfelagið umskipast frá grundini. Tað er ikki nokk at liva í einum parlamentariskum demokratii. Tað er neyðugt at bróta familjuna og leiklutin hjá kyninum. Also, allir strukturar í samfelganum mugu morlast niður í einstaklingaeindir. Tað er vert at gera vart við, at Frankfurtaraskúlin var ikki eitt Marxistiskt projekt, ið hevði nakað við Moskva at gera. Hóast tað eru/vóru fleiri samanrenningar, so er talan um hvør sína grein. Stovnarnir av Frankfurtaraskúlanum meintu ikki at tað, sum hendi í Russlandi, var tann rætta og fulla útgávan av marxismu.
Ein máti at skyna ímillum hesi er at tann “gamli” vinstravongurin fokuserar uppá tað búskaparliga, klassar og tað sum annars vit forbinda við marxismu, meðan tann “nýggi” vinstravongurin (New Left) hevur fokus á kultur og sosial viðurskiftir. Eftir at Berlinmúrurin fall, minsti gamli vinstravongurin nógva undirtøku, meðan tann nýggi hevur støðugt vunnið seg fram á øllum mótum í samfelagnum.
”Kritiskt” ástøði stendur í andsøgn til traditionelt ástøði. Kritisk ástøði miða eftir at kritisera og broyta samfelagið, meðan traditionell ástøðir miða eftir at skilja og greina heimin, sum hann er.
Í 1933, tá ið Hitler kom til valdið, flutti skúlin til USA. Frankfurtaraskúlin fekk tá høvuðsæti í Columbi-universitetinum í New York.
Har legði man heilan veruliga í blot fyri at finna út av, hví týskarar kundu finna uppá at velja Hitler til valdið. Tey meintu at trupulleikin vera tann týska hugburðurin og kulturin. Áðrenn seinni veraldarbargdi var liðugur, var amerikanski herurin farin at umhugsa hvat skuldi gerast fyri at “de-nazifisera” týskarar. Tað fall Frankfurtaraskúlanum í lut at standa fyri hesum arbeiði. Loysnin var at “mentalt transformera týskaran, kulturin og samfelagið móti demokratii, moraliteti og respekt fyri menniskjum og heiminum”.
Tilgongding til de-nazifisering eftir kríggið var tí heilt ólíka, alt eftir hvar í Týsklandi ein var staddur. Meðan russar gjørdu uppá gamla máta við at nýta harðskap og trýst, so var amerikanska mannagongdin at sálarliga niðurbróta týska sinnið og umskapa tað av nýggjum. Umskúlingin hevði við sær bókabrenning, yvirtøku av øllum bløðum og rásum; alt var stýrt frá toppinum. Allir týskarar fingið tvangsfóðraðar syndirnar hjá nazistunum - ið nú vóru gjørdar til teirra arvasyndir. Lýsingar vóru gjørdar av Holocaust-offrum við yvirskriftini “Hesir ræðuleikar: tykkara skuld!”
Hetta vardi so í nøkur fá ár, áðrenn amerikanski herurin slepti stýrigini av hesum. Men Frankfurtaraskúlin bleiv verandi í Týsklandi og Amerika og er síðan spjaddur kring universitetini í øllum vesturheiminum uttan nakra yvirornaða stýring.
Antonio Gramsci
Av fleiri ástøðingum, sum hava havt grundleggjandi ávirkan á Frankfurtaraskúlan, fari eg at taka fram onkrar av teimun.
Ein av teimun heilt stóru marxistisku tonkjarnum, kanska tann størsti politiski strategurin nakrantíð, er Antonio Gramsci. Hann var heimspekingur og journalistur, ið í skrivaði m.a um politisk ástøði, samfelagsfrøði og søgu. Gramsci stovnaði kommunistiska flokkin í Italia, ið vardi frá 1921 til 1926, tá ið fasistasýrið við Benito Mussolini bannaðu flokkinum og koyrdi Gramsci í geglið.
Í sínum stutta lívi megnaði Gramsci at skriva nógv. Ein av spurninginum hann setti sær fyri at svara, var, hví marxistiska kollveltingin í 1917 ikki helt áfram kring allan vesturheimin? Gramsci meinti at hetta var tí at kapitalistisku samfeløgini ikki nýttu tvang at halda uppá valdið, tað var meira ideologi, ið knýtti vesturlenska samfelagið saman. Virðini hjá “bourgeoisie”/miðklassanum vóru felagsvirðir, sum flestu fólk tóku undir við. Tí vóru avmarkað sannlíkindi fyri, at ein kollvelting kundi fara fram.
Gramsci meinti, at einasti máti at skapa kollvelting í vesturheiminum var við at fáa meginpartin av fólkinum í vesturheiminum at bróta við kristnu trúnna og moralsku virðini, ið vóru avleidd av kristnu siðalæruni. Hann sá at at grundvøllurin í vesturheiminum var rótfestur í felags virðum, tí var tað ógjørligt at kollvelta vesturheimin bert við politiskum reformum, sum arðir marxistar hildu var nokk. Gramsci sá kulturin sum svarið - arbeiðaraklassin mátti útvikla sín egna kultur, ið var ólíka restina av samfelagnum - Kontrollerar tú trúnni, kontrollerar tú fólkinum.
Uppgávan var nógv meira umfatandi og tíðarkrevjandi, og tí meinti Gramsci, at fyri at vinna vesturheimin yvir til kommunismu, mátti man leggja seg í skotgravirnar. Eitt beinleiðis álop á vesturheimin fer ikki at bera frukt. Arbeiðarin fer ikki at gera uppreistur ímóti sínum miðal-klassa granna, sum hann deilir kristin virðir við. Og júst hetta er centralt í hansara samfelagsliga ástøði. Myndamálið hjá Gramsci er hernaðarmál. Hann skilur millum støðukrígg - at halda eini støðu/staði - og frontalum álopum.
Tann langi marchurin gjøngum instutióninar - kulturkríggið - verður framdur við at infiltrera og undirgrava allar institutiónir í vesturheiminum, sum hava ávirkan á kulturin. Eina fyri og arða eftir, umskapa tínar fíggindar til tínar soldatar, so skulu teir nokk gera rest.
Á ein hátt ber tað til at eygleiða, hvussu tilætlað hendan tilgongdin við “vesturlenskari marxismu” hevur verið, og tað, sum vit síggja í dag, er ikki annað enn fruktirnar av áralongum miðvísum arbeiði. Í áratíggju hava universitetini leverað soldatar til hetta kríggj, og tað ber til at síggja aftur í flestu vesturlenskum samfeløgum.
Sigmund Freud
Sum nevnt omanfyri, so eru kritiska ástøðið hjá Frankfurtskúlanum ávirkað av ástøðinum hjá Sigmund Freud. Einki er so vist, sum at hugskotini hjá Freud eru vovin inní tilvitskuna í samfelagnum.
Ástøðið hjá Freud er at heilin er sum eitt ísfjall. Tann parturin, sum er omanfyri havyvirflatuna, er okkara tilvit (bevístheit), tað, sum er beint undir havskorpuni, er minnir og vitan. Restin, tann niðasti parturin, er okkara djóra instinktir; ótti, ómoralskir lystir, siðleysir sexuellir fantasiðir, sjálvsøki, skammiligar upplivingar v.m
Marxistiskir tonkjarar so sum Louis Althusser (við íblástur frá Jacques Lacan) hava samantvinnað tí ortodoksu marxistisku læruna og ástøðið hjá Freud og gjørt so eina nýggja útgávu.
Produktið er at mál og meining verða destabiliserað. Tað, sum verður skrivað og talað, hevur nú eina bevísta og óbevísta meining. Lesarin skal nú eisini lesa tað sum ikki er har, at lesa millum linjunar. Valdið at tulka og skapa meining verur nú flutt frá “patientinum sum liggur á sofuni, til sálarfrøðingin sum situr á stólinum”.
Tá ið man hevur frítt rásarúm at tulka, hvat sagt verður, so kann tað gera tað sama, hvat hvør sigur. Ein kann altíð leggja eina aðra meining í tað. Herfrá er avleidd ein tsunami av orðum og setningum, ið ikki kunnu longur brúktast, tí tað er ikki er “politiskt korrekt”.
Vit eru í dag komin so langt at orð sum maður og kvinna ikki longur kunnu góðtakast; kyns-feminisman áleggur okkum at avtaka hesi “diskriminerandi” orð.
Avleidd ástøðir
Frá Frankfurtaraskúlanum eru fleiri aðrir skúlar, ella ástøðir beinleiðis og óbeinleiðis avleidd - nøkur sum vit hoyra nógv um í dag. Millum annað “Tað krittiska rasuástøði”, “Critical legal studies”, "Kynsvísindi".
Sum ein klassiskur liberalistur haldi eg tað er ræðandi, at nógv av samfelagsvísindi sum verður lærd í dag, kemur beinleiðis frá tí “marxistisku” greinini og ikki tí neutralu klassisku liberalistisku greinini.
Í mun til tann klassiska vísindaháttin har tú fært vitan, amboð, tú lærir at hugsa og rannsaka, so er læran frá franfurtskúlanum og tey avleiddu ástøðini ikki kritisk, skilt á tann hátt at tað byggjir ikki á logiskan samanhang. Tú verður ikki lærdur, hvussu man hugsar, men hvat tú skal hugsa. Tú skal vera virkin og arbeiða fyri at “gera samfelagið betur”. M.a í bókini Critical Race Theory stendur:
“Unlike some academic disciplines, critical race theory contains an activist dimension. It tries not only to understand our social situation but to change it, setting out not only to ascertain how society organizes itself along racial lines and hierarchies but to transform it for the better.”
- Delgado, Richard; Stefancic, Jean; Harris, Angela. “Critical Race Theory (Third Edition).
Tey, ið umboða hesa “vísind” seta ofta spurning við eksistensin av veruligari vitan. Vitan, sum er altavgerandi fyri, hvussu avgerðir vera tiknar. Fyri tey, er rótfest vitan ikki meira enn ein “sosial kontruktión” - trúgv, sum kann útskiftast við aðra trúgv, sum tey kunnu “konstrukuera”. Tað hevur við sær at tær mongu sosialu verifiseringsprocessinar, sum sálda burtur feilhugtøk frá staðfestari vitan, fella burtur úr samrøðuni, tí vitan og mannagongdir verða sædd sum “konstruktiónir” og kunnu tískil vera “de-konstruera”.
Vit kunnu kanna hesa mannagongd við at taka eitt dømi úr fysiska heiminum. Eygnasjónin er onkursvegna “konstruerað”, tí tað snýr seg ikki bara um at ljósið rakar eygað og ferðast víðari til tí optisku nervina. Frá hesum ljós-samansetingum má heilin konstrurera umhvørvið og gera eina forsøgn um hvat tað er. Til dømis er tað ikki ljósið sjálvt men okkara frásøgn útfrá einum perspektivi, ið ger okkum før fyri at avgera at stólurin sum stendur við síðuna av er nógv minni enn bilurin, sum stendur hinumegin vegin. Hundar síggja ikki heimin líka sum vit, tí teir eru litblindir. Onnur djór við ørðrum sløgum av eygum og djór við sonar-líknandi eygum, sum flakurmýs, mugu konstruera heimin frá ráinformatióni, ið sansaskipaninir geva. Men merkir tað, at tað sum vit síggja er bara ein tilvildarlig inntøka frá sansum, sum hvørki er meira rætt ella skeivt enn ein abstraktur málningur?
Hevði nakar við síni fulli fimm gingið inní búrið hjá einari løvu, tí bæði løvan og búrið bæði eru jú nakað sum heilin hjá okkum kostruerar? Hví ikki? Einans tí at okkara verifiseringsprosessir forútsiga at útfallið skjótt kann gerast brutalt og pínufult. Tí renna hundar ikki inn í eld og flakurmýs flúgva ikki inn í veggir. Heimurin hjá okkum og djórinum eru “uppfatanir”, men langt frá bara. Positiónin hjá tí, sum eygleiðir, hoyrir til heildina, men er ikki tann einasti parturin av datanum.
Demoralisering
Ein av uppgávinum hjá teimun í “trúgva” uppá tað krittiska ástøði er at demoralisera, bevíst ella óbevíst. Demoralisering er fyrsti liður transformeringini av einum kulturi. Tað er: tín kulturur er ikki nakað serligt, tín tjóðskapur, tín familja. Tí “allir kulturar eru líka”.
Tað er eysæð, at ein fyritøka/stovur er vorðin “woke” tá ið lýsingarboðskapurin knappliga er farin at snúgva seg um slík evnir. Tað er nógv sum týðir uppá at kulturelitan ikki bara hevur yvirtikið allar institutiónir, men eisini hevur ræðið í multiinternationalum fyritøkum.
Sí til dømis hesa demoraliserandi lýsingina hjá SAS.
Ella hesa lýsingina, ið hevur til endamál at sverta menn út fyri “giftigan maskulinitet”.
Ikki er neyðugt at siga at báðar lýsingar hava veri sera illa móttiknar og fingið so nógv “tummil niður” at YouTube hevur manipulerað tølini fleiri ferðir fyri at tað ikki skal síggja so ringt út. Ei heldur er loyvi at gera viðmerkingar til lýsingarnar.
Skuldarkenslan yvir arvasyndina
Í okkum øllum er tað onkursvegna íborin ein skuldarkensla. Tað eru kanska nøkur sum siga seg ikki hava skuldarkenslu, men tað er illa burturforklárað. Uppá onkran máta fellur tað okkum lætt at fella í skuldarkenslu.
Í søguni hjá Franz Kafka “The Trail” er tað Jósef K, sum verður handtikin og ákærdur av myndugleikinum fyri eitt brotsverk, sum ikki verður upplýst fyri honum ella lesaranum. Tað eydnast honum ongantíð at finna út av meira um ákærurnar, men tað gerst greitt at hann er sekur og fær deyðadóm við ongum møguleika fyri at fáa grið. Hesin Jósef K kundi verið ein og hvør, liberalur, konservativur, kommunistur ella fascistur. Ateistur ella kirkjugangari, øll eru í somu støðu. Uttan mun til idelogi ella trúgv, so ber tað ikki til at sleppa undan inn ímillum at kenna skuld, vera iðranarsamur, hava ringa samvitsku. Ikki um hetta ella hatta, men einki serligt, tað er, um alt. Skuld og skuldarkensla er menniskjaligt.
Kristindómurin, tann mest útbreidda trúgvin í vesturheiminum, hevur arvasyndina sum kjarna í sínari læru. “Menniskja er fødd í synd”. Har er eingin umvegur, tú ert dømdur til deyða. Men kristindómurin hevur eisini svari.
Sum sagt helt Frankfurtaraskúlin ikki uppat í Týsklandi ella USA, hann spjaddi seg víðari til onnur lond kring vesturheimin, til teirra universitetir og víðari inn í alskyns institutiónir, ið hava ávirkan á kulturin. Harfrá hava hesi hugskot seyrað út í samfelagið, aloftast av fólki, sum ongan prís rinda, óansæð hvussu vanlukkulig teirra hugskot vísa seg at vera.
Hvat eru so arvasyndin? Fyri týskarar er tað holocaust, fyri bretar er tað tann imperialistiska fortíðin, fyri amerikanarir er tað trælahaldið. Tað hevur tað konsensus millum intelligensia leingi, og hevur tað so víðari ment seg til at tað eru menn, sum kúga kvinnur í einum mannfólkaveldi (feminisma). Og tað ultimativa, ið samlar flest fólk á vinstravonginum saman, er at síggja hvít fólk sum sek í øllum í ringa sum ikki-hvít uppliva.
Tá ið ein hugsar um tað, so er tað vitleyst at skula hugsa sær at allastaðni verða fólk drigin til svars fyri tað, sum er hent, áðrenn tey vóru fødd, meðan onnur sleppa snikkaleys frá gerðum gjørdum í dag.
At útnytta skuldarkensluna er sterkur lútur í ikki eigur at undirmetast.
Hvussu langt eru vit komin?
Broytingar taka tíð, summar síggjast skjótt, meðan aðrar taka ár ella fleiri áratíggjur. Tað eru fleiri, ið hava sæð skriftina á vegginum leingi, millum annað Peter Hitchens sum bókini The Abolition of Britain (1999) sigur, at vinstavongurin hevur yvirtikið allar institutiónir í samfelagnum sum hava nakra ávirkan á kulturin.
Sálarlæknin Theodore Dalrymple - sum í hálvfemsunum arbeiddi við túsundvís av patientum í fongslum og bretskum sjúkrahúsum, eygleiðir í bókini hjá sær Life at the Bottom: The Worldview That Makes the Underclass, hvussu fólk, sum hoyra til undirklassan, síggja heimin.
Hann byrjar við at siga at hann hevur arbeitt á øllum kontinentum og blunkar ikki við at siga at hóast undirklassin ongantíð hevur verið so ríkur materielt sum nú, so er mentala, kulturella, kensluliga og andaliga fátækadømi hjá undirklassanum í vesturheiminum er tað ringasta hjá nøkrum fólkabólki í øllum heiminum.
Ein stórur partur av grundgevingini sigur hann eru avleiðingar av populerum hugsanum og sosialum visiónum hjá akademia og teimum sum mynda dagliga samfelagið (miðlar v.m). Hesi hugskot raka undirklassan harðast, tí tey svølgja í heilum líki. Determinisma, um tað er økonomisk ella genetisk, fær fólk at trúgva, at tey kunnu ikki gera nakað við sína egnu støðu, tað er samfelagið, sum er galið, og tískil uttanfyri egið vald. Fordómsfría vælferðarsamfelgið hevur fullkomuliga upployst kjanufamiljuna sum annars var hjá undirklassanum. Relativisma mælir frá at taka støðu um gerðir og einstakaling sum góða ella ringa samanbering við nakað annað. Øll hesi populeri hugskot hava saman við vælferðarsamfelagnum gjørt lívið hjá undirklassanum tómt og marrukent.
Fyri at enda í einum skemtiligum tóna, so kunnu vit venda aftur til utopiadroymarnar.
Ein sum veruliga dugir draga alt upp í slokk og vísa okkum hvussu langt vit eru komin, er altjóða stovnurin Sameindar Tjóðir (ST). Á Twitter klára tey regluliga at leggja út tilfar sum egnar seg sum heimsklassa satiriskt tilfar. Um tað ikki var so sjúk og pervers tankagongd, so hevði man flent. Men hasi fólkini meina veruliga at hetta er tann heimurin, vit eiga at stremba eftir. Myndin niðanfyri er frá 20. august 2020, og vísir, hvussu ST ímyndar sær ein perfektan heim. Vælkomin til Equiterra!
Keldur:
Gottfried, Paul. Fascism: The Career of a Concept, 2016. Fascism as the Unconquered Past, kap 3
Gramsci, Antonio. The Antonio Gramci Reader: Selected Writings 1916-1935
Delgado, Richard; Stefancic, Jean; Harris, Angela. “Critical Race Theory (Third Edition). Introduction, E. Spin-off movements
Sowell, Thomas. Knowledge and Decisions
UN women Twitter
Dalrymple, Theodore. Life at the Bottom: The Worldview That Makes the Underclass
https://mises.org/wire/antonio-gramsci-greatest-political-strategist-history
https://fee.org/articles/antonio-gramsci-the-godfather-of-cultural-marxism/
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











