Neistin 90 ár
Í dag eru liðin 90 ár, síðani Føroya elsta hondbóltsfelag varð sett á stovn. Neistin skipaði fyri føðingardagsveitslu í Gundadalshøllini seinnapartin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar vegna Tórshavnar býráð fram hesa kvøðu fyri hondbóltsfelagnum Neistanum.
- Vit síggja hvønn dag í árinum, hvussu ovurhonds stóran týdning tað hevur fyri trivnaðin í gerandisdegnum, at vit hava feløg sum Neistan.
Nú felagið í dag gerst 90 ár, so kann ein og hvør skjótt rokna út, at tað er ein øgilig rúgva av fólki, sum gjøgnum árini hava verið knýtt at felagnum.
Her eru mong komin sum børn – enntá heilt smá børn – og so hevur Neistin verið ein natúrligur partur av lívinum upp ígjøgnum allan ungdómin og longur enn tað.
Vit vita, at tað, vit sáa á ungum árum, verður heystað seinni. Tí síggja vit eisini í dag, at hjá mongum tykkara er felagið ein varandi lívs-neisti.
At vera partur av einum felag sum Neistanum er ein lívsstílur og nakað, tú hevur við tær, og sum tú ert partur av alt lívið.
Var tað ikki so, hevði Neistin heldur ikki havt yvirlivað sum felag í 90 ár – og tað í so stórum stíli!
Eftir Havnar Bóltfelag frá 1904 og Havnar Fimleikafelag frá 1909 er Neistin triðelsta ítróttarfelag í Havn, og samstundis elsta hondbóltsfelag í landinum – stovnað 21. mars í 1931.
At vera elst, merkir sum oftast, at tú hevur eina serliga ábyrgd, og hana mugu vit ásanna, at Neistin so meistarliga hevur megnað at lyft.
Vit kunnu ongantíð virðismeta ov nógv tað stóra arbeiði, tit í Neistanum gera og hava gjørt fyri serliga børnini og tey ungu, og tað er ikki av tilvild, at tit eru serliga kend fyri ta stóru breidd, tit sum felag hava alt fram.
Úr Neistanum eru komnir sannir úrmælingar hjá bæði kvinnum og monnum, men eisini hava tit havt nakað at givið teimum, ið kanska ikki høvdu so stórar ætlanir við sínum spæli, men í Neistanum funnu eitt ítróttarligt heim, tá tann áhugin var har.
Teimum skal eisini vera pláss fyri, og tað er tað, tit í Neistanum kanska hava dugað betri enn nakar annar – at samansjóða dygd og nøgd, so tann blái liturin mangan hevur lýst fram um allar aðrar í føroyskum hondbólti.
Tá ið eg nevni, at tey eldru mugu taka ábyrgd, so hevur Neistin í verki víst ábyrgdarsinni mótvegis ikki bara sær sjálvum, men eisini øðrum.
Gott dømi um tað er tykkara arbeiði í síni tíð, so ein hondbóltsvøllur kom í Havn, og tað var eisini Neistanum fyri at takka, at eitt felagshús kom, sum bleiv ÍSF-húsið, og sum nú er tikið niður fyri at geva pláss fyri Langhylinum.
Í Hondbóltssambandinum hevur tað so mangan verið Neistafólk, sum hava tikið eina hond í, tá á stóð. Tí ein dygd, ið eyðkennir Neistafólk, er, at tað kann altíð roknast við tykkum.
At vera ein neisti ljóðar í fyrsta umfari kanska ikki av so øgiliga nógvum, men vit kenna øll orðatakið um, at “lítil neisti kann birta stóran eld”, og so hevur eisini verið her.
Í felagsarbeiði hava tit gingið undan og verið fyrimynd hjá mongum, og tað er ikki minst tykkum fyri at takka, at hondbólturin frá byrjan og til dagin í dag kundi ganga sína sigursgongd um alt landið.
At onnur síggja upp til tykkum, kunnu tit vera glað fyri og errin av, tí tit eru eitt av hesum feløgunum, ið er ein góður varði hjá øðrum at miðja seg eftir.
Neistin hevur eisini prógvað seg sum ein fyrimyndarligur kyndlaberi – um man so má siga – fyri javnstøðu.
Tað eru nevniliga kvinnurnar, ið eiga metið við 41 føroyameistaraheitum, sum eru 32 fleiri enn næstmest vinnandi kvinnulið her á landi!
Eisini hava Neistakvinnur vunnið steypakappingina fleiri ferðir enn nakar annar, 14 ferðir, og har eru menninir á einum deildum fyrstaplássi við sjey steypasigrum, umframt at teir nýggju ferðir hava verið meistarar.
Havnin kann vera tykkum takksom fyri tykkara stóra arbeiði, børnum og ungum at frama, og tykkara stóra og sterka felagsarbeiði kann ongantíð metast nóg høgt.
Tí tað hevur so ómetaliga nógv at siga, at vit hava feløg og felagsskapir, ið savna ung sum gomul um eina góða sak og geva fólki eitt virðismikið lívsinnihald, og har liggur tykkara partur ikki eftir.
Og ikki at gloyma allar eldsálirnar, sum skipa fyri sjálvbodnum felagsarbeiði fyri børn og vaksin. Lívið í feløgunum gevur gott í beinið og fremur trivnaðin – bæði fyri fólk og bý.
Tað var eisini spennandi at hoyra fyrr í vikuni um at lata hallirnar upp eitt nú í vikuskiftum, so børn og ung fáa betri atgongd til frítt innandura spæl. Hetta er ein góður tanki, sum eisini kann styrkja breiðu førleikarnar, sum ítróttur gevur børnum og ungum. So á hesum økinum kunnu vit avgjørt lata meira upp.
- Sum borgarstjóri í hesum býi vil eg enn einaferð ynskja Neistanum hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum, við bestu ynskjum um blíðan byr í komandi tíðum.
At enda heitt borgarstjórin á øll um at rópa eitt trífalt leingi livi fyri Neistanum.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur