Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroyskt atgongumerki inn í ES, ella danskt atgongumerki at sita við stórveldini?

Lesarabrøv, Politikkur | 17/04-2021 08:00

Seinastu tíðina hava vit hoyrt politikarar frá millum annað Sambandsflokkin og Fólkaflokkin sagt, at Føroyar kunnu brúka samráðingarnar um danska hernaðarradaran, ið eftir ætlan skal setast upp á Sornfelli, til at tryggja sær betri marknaðaratgongd í ES.

Tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at Føroyar fáa atgongd til tann evropeiska marknaðin. Men at ES skuldi givið Føroyar marknaðaratgongd afturfyri at Danmark kann seta ein hernaðarradara á Føroyska jørð, er í besta føri bláoygt.

Fyri tað fyrsta, so er Radarin ikki eitt ynski frá ES. Ynskið um radaran er nakað sum kemur frá NATO, sum Danmark, og summi ES-lond, er partur av. Men NATO og ES er langt frá tað sama.

Radarin er ikki ein partur av eftirlitinum av evropeiska meginlandinum, men heldur fyri at tippa holið út í atlantshavi – GIUK strætið. Av teimum 27 ES-limalondunum, eru bert 21 lond limir í NATO. Tað eru altso lond, sum eru limir av NATO, men ikki ES. At telja millum hesi eru Bretland, Ísland, Norra, Grønland og Føroyar. Øll hesi eru lond, sum liggja í tí eftirlitsøkinum, sum radarin skal vera ein partur av.

Mann kann tískil ikki siga, at tað beinleiðis er í áhuganum hjá ES at fáa radarin upp at standa. Í øllum førum ikki somikið nógv, at mann er villigur til at lata ein handilssáttmála afturfyri. Tí er tað ein undarlig niðurstøða at gera sær, at Radarin skal kunna vera eitt jarnbrot fyri at fáa betri handilsviðurskifti við ES og evropeiska marknaðin. Radarin er fyrst og fremst eitt ynski frá USA og Bretland, sum ikki hava nakað við nakran handilssáttmála við ES at gera.

Reelt er tað ongin samanhangur millum samráðingarnar um radaran, og samráðingarnar um ein sáttmála við ES, sum føroyska politiska skipanin hevur arbeitt við í meira enn eitt áratíggju. Harafturat, um tað nú veruliga var soleiðis, at Danmark kundi arbeitt fyri at fingið ein sáttmála í lag millum ES og Føroyar, so eru tað ikki meira enn 10 fuglar á takinum. Tað kann ikki vera rætt, at mann gevur tilsøgn til eina hernaðarinstallatión á føroyska jørð, og afturfyri skal Mette Frederiksen gera “hvat hon kann” og “seta danskt trýst á ES”, fyri at fáa ein ES-sáttmála í lag.

Men her er nógv at vinna fyri Danmark. Danska stjórnin lat amerikanarar seta eina hernaðarstøð í Grønlandi í 1951, uttan at Grønlendingar vistu av tí. Danska stjórnin lat somuleiðis ein radara setast upp í Føroyum sama tíðarskeið, uttan at Føroyingar vistu av tí. Danmark hevur leingi samstarva við NATO og USA, og lagt Føroyska og Grønlendska jørð til, fyri at stuðla verjusamgonguna. Tann fyrsti Radarin á Sornfelli, sum føroyingar ikki vistu um, er avgjørt nakað sum hevur verið til gagns fyri donsku stjórnina. Uffe Ellemann-Jensen, fyrrverandi uttanríkisráðharri í Danmark, hevur skrivað í sínum endurminningum, at Føroyar og Grønland ofta vóru brúkt til at sissa NATO-limalondini, tá ið tey spurdu hví Danmark ikki rindaði sítt fulla NATO-limagjald, ið tá helst skuldi vera 3% av BTÚ. Tað hevur altso verið ein ovurstór sparing fyri Danmark, at mann hevði Føroyar og Grønland at samráðast við í NATO-høpi.

Seinastu 30 árini hevur tað tikið dik á seg. Síðani 1991 hevur Danmark havt sum politikk, at fylgja USA og NATO í kríggj, har sum USA hevur mett tað verið neyðugt. Balkan, Afganistan, Irak og Libya eru millum tey londini, sum Danmark hevur luttikið í kríggi, saman við USA. Frá at hava verið ein lítið, smæðið og tøvandi land í Norðurevropa, fór Danmark fyrst í 90’unum til at vera eitt av teimum londunum í vesturheiminum, sum hevur verið virknast í hernaðarátøkum kring allan knøttin. Danmark hevur í 30 ár veri eitt krígsførandi land, og Danska fólki hevur sum heild stuðla upp undir tí. Og hóast Famjinsskjalið ásetir, at Føroyingar skulu vera eftirspurdir í hernaðarmálum, so hevur tað ongantíð verið fylgt.

Afturfyri at Danmark hevur fylgt USA í kríggj, eru sera góð diplomatisk og politisk viðurskifti komin í lag við USA. Danmark fór frá at vera eitt onkisigandi land í Evropa, til at sita við teimum stóru dreingjunum í Arktiska Ráðnum, NATO og øðrum felagsskapum. Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, fór í kríggj saman við Bush yngra, og afturfyri gjørdist hann Aðalskrivari NATO. Og við Grønland og Føroyar í lummanum, er Danmark vorðin ein global, men fyrst og fremst ein arktisk stórmakt. Og tað gevur Danmark atgongd, bæði so og so.

Tað kann ikki vera rætt, at vit spæla okkum av við okkara fólkaræði, sjálvræði og okkara uttanveltaðu støðu, bert tí at vit hóma ein handilssáttmála í sjónarringinum. Vit hava endaliga avgerðarrættin í málinum um radaran, og tað ber ikki til, at vit skulu lata Danmark spæla heimspoliti saman við USA við at brúka føroyska jørð, sum teir einki eiga í.

Er tørvur á einum radara, so má Føroyar taka ábyrgd, og seta ein upp, sum er undir føroyskum ræði. Vit hava vitanina til at gera tað, og vit hava neyðugu førleikarnar. Ein radara, sum føroysk starvsfólk kunnu reka, og sum Føroyar hevur ræði á. Út frá teimum fortreytunum kunnu vit síðani samstarva við avvarðandi partar. Tí tað er heldur ikki soleiðis, at vit ikki eru ein partur av vesturheiminum, ella at vit ikki ynskja at gera okkara part, ella taka ábyrgd. Tvørtur ímóti.

Tíðin er bara farin frá at vit lata okkum lynda við at vera ein donsk finna í einum stórpolitiskum talvi. Tíðin er komin til at vit taka ræði á egin viðurskifti, og menna landi útfrá hvat vit sjálvi gera og vilja, og samstarva við londini rundan um okkum, fyrst og fremst eftir hvat tænir føroyskum áhugamálum.

Radarin er ikki eitt føroyskt atgongumerki inn til ES. Men tað er avgjørt eitt danskt atgongumerki til at sita saman við stórveldini og hóreiggja sær. Tað má fáa ein enda, og tí skulu vit siga nei til ein radara undir donskum ræði.

Bjarni Kárason Petersen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi