Granska tína andaligu síðu!
Hon er mest bangin fyri at vera útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt.
- Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sigur Dania Oddmarsdóttir Tausen, nú filmurin um hana verður frumsýndur leygardagin undir heitinum Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir.
Í dag byrjar CPH:DOX. Millum teir 177 filmarnar á filmstevnuni er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur gjørt um Daniu Oddmarsdóttir Tausen. Fyri jól, gav Dania á forlagnum Sprotanum út samnevnda savnið, Skál, við 15 yrkingum.
Dania, sum er 22 ára gomul, er uppvaksin á Toftum og lesur ritlist á Setrinum. Tey tvey árini, hon hevur arbeitt við yrkingasavninum Skál, hevur Maria filmað hana og tey fólk, sum standa henni nær.
Les meira her: birkblog.blogspot.com
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur