Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bachelorlesandi á Setrinum granskar á Fiskaaling

Vísind | 21/05-2021 07:00
Jónvá Hentze lesur mýlavísindi á Setrinum. Her er hon á starvsstovuni á iNova, har Biotøknideildin hjá Fiskaaling heldur til

Jónvá Hentze lesur mýlavísindi á Náttúruvísindadeildini, og í vár hevur hon arbeitt við bachelorverkætlan síni á Fiskaaling.

Í bachelorverkætlan síni hevur Jónvá Hentze kannað mikroalgur, har munir millum keyptar kulturar av ávísum algum og føroysk sjógvsýni verða kannað.

Umframt at kanna nakrar útvaldar algur, sum ávirka alifiskin neiliga, verður eitt toksingen eisini kannað. Hetta arbeiði er gjørt á Biotøknideildini hjá Fiskaaling, har tey hava eina røð av verkætlanum, sum hava at gera við varandi aling.

Verkætlanararbeiðið hjá Jónvá Hentze hevur verið knýtt at stóru verkætlanini, "Monitoring of harmful algae", sum Ása Jacobsen, granskari og ph.d. hevur ábyrgd av.

Fiskaaling ger vikuligar mikroalgukanningar á føroyskum alifirðum.

- Hesin síðsti parturin av útbúgvingini, har eg havi arbeitt við bachelorverkætlanini, hevur verið sera gevandi. Eg havi merkt, hvussu tað veruliga arbeiðslívið er í mun til skúlan, bæði við, at eg sjálv eri sloppin at royna nógv ymiskt, men eisini við at síggja, hvussu hini starvsfólkini á Biotøkni arbeiða. Hetta hevur verið ein sera lærurík tíð, og eg vænti, at tað kemur at hjálpa mær væl frameftir, sigur Jónvá Hentze, sum verður liðug 1. juni.

Á Fiskaaling eru lesandi týdningarmikið tilfeingi, tá ið um ræður at fáa nýggja vitan, hugskot og - sum heild - nýggjan íblástur til tað arbeiði, sum Fiskaaling hevur ábyrgd fyri.

- Lesandi hava í mong ár luttikið í verkætlanum á Fiskaaling, eins og nógvar ymiskar ritgerðir eru skrivaðar her gjøgnum árini. Samstarvið við lesandi hevur týdning fyri Fiskaaling, og hinvegin vita vit eisini, at slíkar uppgávur eru við til at menna arbeiðið hjá teimum lesandi og - ikki minst - er við til at eggja til hugin at leita upp og framleiða nýggja og spennandi vitan, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Verkætlanin hjá Jónvá Hentze verður gjørd í samstarvi við P/F Fiskaaling, har praktiski parturin verður framdur í granskingardeplinum iNOVA, har Biotøknideildin hjá Fiskaaling er staðsett. Vegleiðarar eru Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, og Svein-Ole Mikalsen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Kelda: https://www.setur.fo


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi