Stórfingin framløga av Suðurstreymoyar kirkjubók
Í gjárkvøldið beyð felagið Varðin til samkomu á Finsen, har kirkjubókin fyri Suðurstreymoyar prestagjald fyri árini 1757-1851 varð løgd fram.
Zacharias Wang skipaði fyri og Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin. Síðan hildu Uni Næss, próstur, og Heri Joensen, prestur í Vesturkikjuni, sera áhugaverdar røður um kirkjubøkurnar og teirra innihald.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at ein kirkjubók hevur eitt ófatiligt mentanarlig og siðsøguligt virði. Her er okkara ættarsøga og bygdasøga goymd, bæði tann vit kenna – og kanska nógv annað, vit ikki vistu av.
- Sostatt kann kirkjubókin í stóran mun vera siðsøgulig, eisini tí, at nógv kann lesast millum reglurnar. Henda útgáva er tann sætta av kirkjubókunum undan 1892. Hinar vóru um Norðoyggjar, Vágar og Norðstreymoy – og nú er so ætlanin eisini at fara undir at prenta tær, sum enn vanta.
- Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851 letur ein spennandi heim upp fyri okkum. Talan er um eitt nágreinligt avrit á nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum havnarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í Suðurstreymi.
- Ella rættari var talan um Tórshavnar sókn, sum tá fevndi um Havnina, Hoyvík, Hvítanes, Argir, Syðradal og Norðradal, Kaldbaks sókn við Kaldbak og Sundi, Nólsoyar sókn, eins og Kirkjubøar sókn við Kirkjubø, Velbastað, Hesti og Koltri.
- Í kirkjubókini kann síggjast, hvørji børn vóru doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust og nær tey doyðu.
Hetta hevur eitt ómetaligt virði fyri bæði ættarsøgu og ikki minst fyri bygdarsøgu, tí kirkjubókin eru jú á tremur við persónsnøvnum og staðarnøvnum, sum nógvar bøkur kunnu skrivast um.
- Kirkjubøkur hava verið til í Danmark í eini 500 ár, men tær vórðu kravdar við lóg í 1645. Hvussu tær skuldu førast var tó tá ikki nærri ásett, so prestarnir kundu stórt sæð skriva tær viðmerkingar, teimum hóvaði. Seinni komu fastar reglur um, hvussu kirkjubøkurnar skuldu førast.
- Høvuðsendamálið við kirkjubókum var at skipa og skráseta fólkið, tí hesi yvirlit kundi kongur og ting brúka í sambandi við skattaálíkning og eitt nú hernaðartænatu. Fríðrikur 6. kongur setti neyvar reglur fyri, hvussu kirkjubókin skuldi førast. Tá gjørdist lættari at finna fram til fólk, tí tá fóru prestarnar at skráseta allar flytingar til og úr sóknunum.
- Hetta er eitt stórverk, sum mong gleða seg at granska nærri. Stóra takk til Felagið Varðan fyri hetta megnararbeiði, takk tit, ið hava skrivað av og staðið fyri. Vit vita, at kirkjubøkur eru ikki lættar at lesa, tí hava tit stóra tøkk uppiborna fyri at hava gjørt kirkjubøkurnar atkomuligar og lesandi fyri øll.
- Hetta er ein sera stór verkætlan, sum nú tryggjar okkum, at vit øll kunnu fylgja ættum okkara og at ongum tørvar at verða gloymdur ella at hvørva í søguni. Hjartaliga tillukku og bestu eydnu við stóra arbeiðnum víðari, segði Heðin Mortenen, borgarstjóri, at enda.
Tað eru Petur Martin Rasmussen og Johan G. Mikkelsen, sum hava skrivað bókina av, og Erling Isholm hevur gjørt stílin, har bæði mannanøvn og staðarnøvn eru at finna.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











