Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fuglakrím staðfest í Havnadali

Heilsa, Innanlands | 07/10-2022 12:47

Eftir at fuglakrím hevur verið staðfest hjá villum fugli í Føroyum í eina tíð, er tað nú eisini staðfest í einum djórahaldi við heimafugli í Havnadali.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent almenna áheitan til okkum øll.

Boðað frá um tú finnur sjúkan ella deyðan fugl
Um tú finnur sjúkan ella deyðan fugl, kann tú boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá á hfs@hfs.fo ella á tlf. 556400. 

Ikki nerta við sjúkan ella deyðan fugl
Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Góð ráð um reinføri og djór
Ein góður vani er altíð at vaska hendurnar eftir samband við djór.
Nú er fuglakrím staðfest í heimafugli í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um møguligt fuglakrím í einum djórahaldið í vikuni, og sýnir vóru tikin av fuglunum. Nú eru svarini komin, og bæði hønur og gæs eru staðfestar positivar fyri fuglakrím. Talan er um H5N1, ið er sama slagið, ið fyrr er staðfest hjá villum fugli í Føroyum. Hetta slagið er tað sama, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár, og hevur tíbetur higartil ikki verði atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.

Djórahaldið, ið er rakt av fuglakrími, er í Havnadali, og bæði høsn og gæs eru í djórahaldinum. Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða avlívaðir og burturbeindir, og økið skal liggja “tómt” í eitt tíðarskeið. Eisini er ein sona gjørd runt rakta djórahaldið, har serlig atlit skulu takast í djórahaldum við heimafugli.

Sona runt um rakta djórahaldið:

 

Atlit, ið skulu takast í sonuni

Djóraeigarar, ið hava heimafugl í sonuni, skulu hava eitt serliga vakið eiga við fuglunum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð um allan deyðan fugl í sonuni og metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum.
Livandi fuglur skal ikki flytast út úr sonuni
Áheitan til almenningin

Fuglakrím hevur fyrr verið staðfest hjá skúgvi, svartbaki og súlu í Føroyum, og í nýggjum kanningum er fuglakrím eisini staðfest í havhesti, ravni, fiskimása, bládúgvu og kjógva. Hetta samsvarar væl við, at stórt fellið hevur verið at sæð í fleiri av hesum villu fuglastovnunum í Føroyum.

Heitt verður framvegis á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Her hugsa vit serliga um rovfugl og heimafugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn við knattstøðu, um tað er møguligt. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á hfs@hfs.fo ella á tlf. 556400.

Heitt verður eisini á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um illgruni er um fuglakrím í privatum djórahaldum, serliga um fleiri fuglar eru ávirkaðir.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Um so er, at deyður fuglur verður funnin tætt við hús og havar, og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki metir at tað er neyðugt at kanna fuglin nærri, kann fuglurin burturbeinast við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Tó er týdningarmikið, at halda gott reinføri, um fuglurin skal takast upp:

Ver í handskum
Best er at taka fuglin upp við einum posa á ranguni, og smoyggja posan útyvir fuglin
Bind knút á posan, og koyr hann í skrell
Vaska tær væl um hendurnar
Vaska klæðir og útgerð, ið hevur nortið við fuglin
Hvat kann gerast fyri at tálma smittuvandanum hjá heimafugli?

Nú sjúkan er staðfest í Føroyum, bæði hjá heimafugli og fleiri sløgum av villum fugli, kunnu eigarar av heimafugli taka nøkur fyrilit, fyri at verja fuglin ímóti smittuni.

Best er, at heimafuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, tá verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Eisini er gott at fólk er hjá heimafuglinum, meðan fóðra verður, og at taka restirnar burtur aftur, tá ið fuglurin er liðugur at eta.

Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar.

Annars vilja øll tiltøk, ið skerja samband millum heimafugl og villan fugl, og økir har villur fuglur heldur til, føra til at smittuvandin verður tálmaður.

Sjúkan

Fuglakrím  er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t.v.s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini. Tó er ikki óvanligt at finna nógvar deyðar fuglar, áðrenn ein gerst varugur við sjúkutekin, og deyðatalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi