Granskingaretikkur í smásamfeløgum
Nýggj vísindalig grein er komin um sosial sambond og gransking í smásamfelagnum
Í seinastu útgávu av vísindaliga tíðarritinum Shima er grein hjá Eriku Anne Hayfield, lektara á Søgu- og Samfelagsdeildini, við heitinum “Ethics in small island research: Reflexively navigating multiple relations”.
Greinin viðger tey tøttu sambondini, sum eru millum fólk í Føroyum, og hvussu granskarar tilvitað eiga at taka hendan veruleikan við í granskingaretikkin.
Føroyar eru eyðkendar við fleirsambondum, og hetta hevur við sær, at fólk kunnu t.d. bæði vera í familju, arbeiða saman, umframt at hava felags vinir. Fólk eru tískil í mongum “hattum”, og samleiki teirra verður samansettur, tí hesir mongu leiklutirnir umskarast í heilum. Fleirsambond hava eisini við sær, at fólk gerast heft hvør at øðrum, og tað er nærum ógjørligt at fara inn í eina støðu við einum samleika.
Í greinini verður grundgivið fyri, at fleirsambond hava týdning fyri granskingetikk við fólki, og at gransking í slíkum smásamfeløgum eigur at hava relatiónir í miðdeplinum. Greinin leggur tískil upp til at hava eina relatiónsetiska tilgongd í gransking í smásamfelagnum, og serliga tá talan er um kvalitativa gransking. Mangastaðni í Vestanlondum eru granskingaretiskar leiðreglur grundaðar í individualistiskum hugsunarhátti, og tá er ikki sama atlit at relatiónsnetverkum, sum eru so eyðkend í Føroyum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











