Heilivágur fyri høgt blóðtrýst tykist minka um gagnið av venjing
Okkara kanning vísir, at ACE-tálmandi heilivágur, sum er millum teir mest nýttu í heiminum, tykist tarna gagni av harðari kropsligari venjing.
Føroya, sum kannar árinini av ACE-heilivági í ph.d.-verkætlan síni
Ein kveiki (enzym) í kroppinum eitur Angiotensin-converting enzyme, stytt ACE. ACE-tálmandi heilivágur verður ofta givin fólki við ov høgum blóðtrýsti og øðrum hjartaæðrasjúkum. ACE-tálmarar minka um blóðtrýstið og tískil um vandan fyri hjartaæðratilburði.
Jaligu árinini av flestøllum heilivági eru væl lýst, og ávirkanin, ið heilivágur hevur á fysiologiskar mekanismur, eru somuleiðis væl kannaðar og lýstar. Tó hevur heilivágur mangan onnur fysiologisk árin aftrat høvuðsárininum, og tað hevur stóran týdning at eyðmerkja tey, serliga tá talan er um heilivág, sum verður brúktur til at viðgera mest vanligu lívsháttarsjúkurnar.
Kanningar hava víst, at frábrigdi av íleguni, sum kotar fyri ACE, ávirka, hvussu virkin ACE-kveikin er. Og at hesin munurin í ACE-virkninum eisini kann ávirka, hvørja nyttu fólk fáa burtur úr kropsligari venjing. Tí er hugsandi, at ACE-tálmandi heilivágur, ið minkar um ACE-virknið, kann ávirka venjingarúrtøkuna hjá fólki.
Venjingarúrtøka hevur stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki, og tí eru góðar grundir til at kanna, um venjingarúrtøkan kann manipulerast við kendum heilivági. Júst hetta var endamálið við ACE-verkætlanini, sum er ph.d.-verkætlan, ið Tórur Sjúrðarson fór undir í 2019. Magni Mohr og Nikolai B. Nordsborg, professarar, eru vegleiðarar fyri ávikavist Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet.
Nú eru úrslitini kunngjørd í viðurkendu fysiologisku tíðarritunum, Physiological Reports og European Journal
of Applied Physiology.
Úrslit
Kanningarnar vístu, at háorku-intervalvenjing í átta vikur økti munandi um konditiónina (maksimalu iltupptøkuferðina), vøddaúthaldnið og heilsumarkørar í bæði arm- og beinvøddunum uttan mun til, um luttakarnir fingu ACE-tálmandi heilivág ella lumpitablettir.
Tó darvaði heilivágurin aðra týdningarmikla og heilsugóða ávirkan av kropsligu venj ingini. Heilivágurin minkaði um mongdina av reyðum blóðkyknum og mótvirkaði jaligu effektina av venjingini á vøddamassa og ávísar tillagingar í hjartanum.
Okkara kanning vísir, at ACE-tálmandi heilivágurin, sum er millum teir mest nýttu í heiminum, tykist darva nøkur av jaligu árinunum av harðari kropsligari venjing. Vit síggja ábendingar um hetta, bæði tá talan er um talið á reyðum blóðkyknum, vøddamassanum og á tættum í hjartanum. Hetta merkir, at vit eiga at fara undir neyvari kanningar av, hvussu samspælið er millum kropsliga venjing og heilivág,” sigur Tórur Sjúrðarson, ph.d.-lesandi um ACE-verkætlanina.
Magni Mohr, professari, tekur undir við Tóra.
“Vit síggja í hesari kanningini hjá okkum og í kanningum aðrastaðni, at nøkur sløg av heilivági tykjast forða fyri nøkrum av teimum góðu árinunum av venjing, men vit vita ikki nóg mikið um hetta enn. Okkara ætlan er at halda fram við at kanna ávirkanina av ACE-tálmarum og kropsliga venjingarresponsið, og eisini hava vit eina aðra verkætlan á tekniborðinum um statinir (heilivágur fyri ov høgt kolesterol í blóðinum) og venjing, og hana ætla vit at fara undir í næstum.”
Talan er um krevjandi gransking, og tí hevur tað stóran týdning, at Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet í hesi verkætlanini hava kunnað samstarvað við Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.
Tað eru Granskingarráðið og Novo Nordisk-grunnurin, ið hava fíggjað verkætlanina.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











