Avtakið mótrokningina í fólkapensjónini
Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin metir, at øll, sum kunnu arbeiða, eiga at arbeiða. Vit hava tørv á øllum hondum, men tað skal ikki ganga útyvir hvørki frítíð ella familjulív.
Vit hugsa helst sjáldan um, at nærum triðingurin av øllum føroyingum eru pensjónistar. Og alt ov lítið verður hugsað um, at ein stórur partur av hesum framvegis vilja arbeiða, um tað so bara er hálva tíð ella nakrar tímar um vikuna.
Høvuðsorsøkin til, at mong av hesum ikki arbeiða er, at hvør forvunnin króna verður mótroknað í pensjónini.
Eg fari at arbeiða fyri, at mótrokning í pensjónini verður strikað.
Vit eiga ein stóran hóp av væl skikkaðum, frískum eldri medborgarum, sum fegin taka eitt tak av og á, um tað loysir seg.
Fyri at økja arbeiðsmegina mælir Javnaðarflokkurin tí til, at avtøka av mótrokningina í
fólkapensjónini beinanvegin verður kannað.
Heðin Mortensen
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











