Bakkafrost við í altjóða granskingar verkætlan
Nýtt amboð verður ment til at kanna spjaðing av laksalús
Firum, sum er gamla fiskaaling og nú er partur av Bakkafrost er við í altjóða verkætlanini SAVED.
Greinin er úr tíðarritinum Fish Farming Expert, Norra
Granskarar í Skotlandi, Noregi og Føroyum stremba eftir eini meira grundleggjandi granskingartilgongd.
Ein hópur av granskarum úr Skotlandi, Noregi og Føroyum arbeiða uppá eitt nýtt royndartól, sum kann hjálpa at prógva og seta eitt samanburðargrundarlag, viðvíkjandi spjaðingina av laksalús í vatni og harvið betra um fiskaheilsuna sum heild.
Verkætlanin, kend sum SAVED - Sustainable Aquaculture: Validating Ectoparasite Dispersal (Models) - fekk herfyri eitt stuðul frá Sustainable Aquaculture Innovation Centre (SAIC), har endamálið er at skapa eina nýggja skipan til at góðkenna úrslitini av verandi spjaðingarmynstrum, sum verða brúkt av laksaalarum, akademiskum- og eftirlitsstovum.
Vegna Firum luttaka Tróndur Kragesteen, Tróndur T. Johannesen, Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Birgitta Andreasen og Gunnvør á Norði í altjóða verkætlanini.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur