Andakt
Páll Poulsen skrivar
Tá segði eingilin við hana: „Óttast ikki, Maria!...“ Luk.1.30
... eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: „Jósef,...! Óttast ikki...! Matt.1.20
Men eingilin segði við teir (hirðarnar): „Óttist ikki!...“ Luk.2.10
Maria, Jósef og hirðarnir vóru útvald av Gudi at hava ein serstakan lut í føðing Harrans. Vit hava grund at halda, at tey vóru eyðkend av trúgv og reinlyndi. Tó var lívsleið teirra ikki løtt! Um Mariu stendur, at “ræðsla fall á hana “, Luk.1.29. Jósef “ætlaði loyniliga at skiljast frá henni.” Matt.19, og hirðarnir vóru “ógvuliga ræddir.” Luk.2.9. Tað er so lívgandi at gáa eftir Harrans “óttast ikki” í hvørjum tilfelli sær! Um tú upplivir, at tað, sum tær er tillutað, er trupult, lurta so eftir og hoyr Hansara “Óttast ikki”!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Lat ei hjartað óttast!
Eg tær standi hjá;
lyftið sum ein stjørna
lýsir himli á.
Gjøgnum myrkrið tóna
lyfti hans so sæl:
Eg ei fari frá tær,
aldri eg sleppa tær skal.
Niðurlag: Eg sleppi tær ei,
eg sleppi tær ei!
So hans lyfti ljóða:
Aldri eg sleppi tær, nei!
2. Rósur fagrar følna,
blómur doyggja brátt,
sólin bjarta setur,
dagur verður nátt;
Jesus, Sarons rósa,
aldri følna kann,
Jesus, hann, mítt sólskin,
aldri mær sleppa vil hann.
3. Gøtan ókend er mær,
vandar hótta her;
eg tó ei vil óttast,
Jesus hjá mær er,
friður flýtur til mín
Jesu hjarta frá,
orð hans til mín ljóða:
Altíð eg eri tær hjá.
*Eliza E. Hewitt (Amer.), 1851–1920.
{Lag: J.C.H. og V.A. White}.
(V. Danielsen týddi)
Nr. 55 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Heilsutrygdargjaldi viðgerðast á Løgtingi
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Margháttlig stevning
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur