Undirskot landskassans 150 milliónir
Sambært uppgerð hjá Gjaldstovuni er undirskotið hjá Landskassanum fyri 2023 heilar 150 milliónir
Tað eru góðar tíðir. Arbeiðsloysi er metlágt. Vit innflyta arbeiðsmegi. Tilráðingar eru um at tað almenna setur ov nógv í gongd.
Men tað er vandi í hvørjari vælferð. Útreiðslur landskassans veksa sera skjótt. Politikarar blíva valdur eftir tí teir geva lyfti um at gera. Palliba krevur nógv í góðum tíðum.
Í Føroyum er vanligt, at tá tað gongur væl í fiskivinnuni og nú eisini alivinnuni, so økjast allar inntøkur. Eisini tær hjá Landskassanum. Men nú tykist sum hesin inntøkuvøkstur er minni enn áður. Útreiðsluvøksturin tykist ikk minkandi.
Tølini eru ikki til at taka feil av. Undirskot. 150 milliónir er eitt stórt tal. Í øllum førum, um vit skulu spara.
Støðan er ikki ókend. Fyri 15 árum síðan vóru góðar tíðir og avlop vendi til hall. Fyri 35 árum síðan vendi avlop til hall.
Fyri 35 árum síðan visti Ólavur Christiansen at siga, at skuldin var milliard størri enn mett var frammanundan. Fyri 15 árum síðan, lukkaðu bankar samfelagið fyri síðan sjálvur at fara konkurs. Aftaná vistu øll, at tað mátti henda. Men frammanundan hoyrdist onki.
150 mió. í halli hjá Landskassanum, er ongin vandi fyri Landshúsarhaldi. Men er tað er tekin um liknandi gongd, sum vit hava sæð áður, so hevur tað ávísan tídning.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur