Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Tilmæli frá Havstovuni um at stongja fyri at verja toskastovnin er at friða næstan alt
Havstovan hevur gjørt tilmæli um at friða økir, fyri at verja toskastovnin. Talan er um 10 ymisk økir, sum síggjast á myndini.
Tað sær út til at ætlanin er at friða meginpartin av fiskileiðum, sum heimaflotin brúkar. Tað fer ivaleyst at síggjast aftur, tí at nú verður trupult yvirhøvur at fiska.
Tað sær eisini út til, at tað als ikki fer at bera til at fiska við trolbátum.
Fiskimálaráðið brúkti sera langa tíð uppá at svara okkara umbøn um innlit. Og tá tað so endiliga kom, so var viðmerking við um at tað ikki var samtykt at seta hetta í gildi. Men vit minnast at Landsstýrismaðurin hevur upplýst at tosa hevur verið um hetta í samgonguni og at samgongan ynskti at fylgja ráðgevingini hjá Havstovuni. Somuleiðis var tað uppfatanin, í samband við at longja gýtingarfriðingarnar, sum var samtykt í Løgtinginum fyrrr í hesari tingsetuni.
Hvussu verður við hesum uppskoti vita vit ikki. Tá talan er um politik, kann tað verða allastaðni millum alt og onki.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur