Tunnilsfelagið og landskassin spara 60 mió. við fastari rentu
Landskassin tryggjar inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum. Ferðslan økist spakuliga tó at enn manglar nakað í fyri at fáa javnvág.
Tunnilsfelagið, sum eigur Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, er við at koma í fasta legu.
Skuldin var upprunaliga 2,6 mia. og nú felagið hevur goldið onkrar avdráttir, er skuldin nærri 2,5 mia. Hetta eru nógvir pengar nú rentan seinastu 2 árini er hækka nógv. Av tí at felagið tók lán við fastari rentu, sum er 2,73% so sparir tunnilsfelagið nógvar pengar í hesum døgum. Stjórin, Teitur Samuelsen upplýsti at tað helst er á leið 60-70 mió. árliga.
Ferðslan í Sandoyartunnlinum er størri enn mett frammanundan. Ferðslan í Eysturoyartunnlinum er tó lægri enn mett, tó at hon veksur spakuliga.
Landskassin tryggjar tunnilsfelagnum inntøkur. Tað merkir, at landskassin skal gjalda tað sum manglar í. Tí ber til at siga, at í hesum døgum sparir landskassin 60 mió. tí Tunnilsfelagið valdi fasta rentu.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Heilsutrygdargjaldi viðgerðast á Løgtingi
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Margháttlig stevning
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur