Fólkið stóð og hugdi at. Luk.23.35
Andakt eftir Páll Poulsen
Í tí vakra sálminum Tá andi mín hin kross kann sjá, hugsar yrkjarin um Frelsaran á krossinum og verkið, sum varð avrikað har. Sum vit “síggja” krossin, so royna vit – á veikan og ófullkomnan hátt – at meta um hansara vídd og virði.
Vit síggja, at verkið á Golgata røkkur frá ævinleika til ævinleika – okkara syndir eru koyrdar burtur “So langt sum eystrið er frá vestri,” Sálm.103.12. Hvat virði viðvíkur, so ber ikki til at máta virði á verki Kristusar, sum Hann fullførdi har.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Tá andi mín hin kross kann sjá,
sum eitt sinn lívsins Harra bar,
alt mítt sum skarn eg rokni tá,
vanvirði tað, sum rós mítt var.
2. Forbjóði Gud, eg rósi mær
uttan av Kristi deyða bert;
alt tað, sum fyrr meg dró at sær,
ofri eg upp – tú alt mær ert!
3. Hygg á hans sár, har blóðið rann,
hvussu hans sál av sorg er mødd!
Hvør hevur møtt tí sorg sum hann!
Hvar krýndu tornir slíkt eitt høvd!
4. Var alt á foldum mítt, tað var
ov lítið offur tó til tín;
tak meg – tað er jú alt frá tær –
anda og kropp og kærleik mín!
*Isaac Watts (Ongl.), 1674–1748.
{Lag: Lowell Mason (Amer.), 1792–1872}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 191 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










