Húsaprísir vandi fyri búskapin
Húsaprísir í Havn eru seinastu árini hækkaðir so nógv, at missa samfelag og bankar tamarhald á støðuni, so fara bankarnir konkurs. Tað er hent áður, men enn er ikki orsøk at stúra fyri tí ringasta
Javnan eru sethúsaprísir ein vandi fyri búskapin. Tað sæst aftur, tá kreppur eru. Ikki bara i Føroyum. Uttanlanda hava heilir bankasektorar fingið trupulleikar. T.d. mátti Statskassin yvirtaka tvey tey stórstu feløgini, sum veita húsalán í USA. Aðrastaðni hava líknandi trupulleikar eisini verið. Og í Føroyum fóru allir bankarnir konkurs tá fíggjareftirlitið ásetti húsavirði í 90unum.
Støðan í Føroyum er ikki so galin, sum í nevndu dømum. Men ein justering til prísin í 2015 verði ríkiligt til at koyrt alt á heysin. Tað er tó ikki orsøk at halda, at tað fer at henda.
Vit hyggja eitt sindur eftir støðuni. Húsaprísir hava tað vit at sveiggja alt eftir optimismu í bankum og manglandi útboði.
Vit hyggja eftir myndini, sum vísur tal av sølum og miðalprís í Tórshavn.
Tað sæst tíðiliga at aftaná upptúrin fram til 2007 vóru prísirnir at kalla óbroyttir líka fram til 2016. Vit síggja eisini, at útboð ella tal av seldum bústøðum toppaði í 2015 við 149 bústaðarsølum. Tá vóru stóru verkætlanirnar sum byrjaðu 10 ár frammanundan seldar. Siðan lækkaði tal av bústaðarsølum og síðan 2017 hevur tað ligið báðu megin 100. Myndin gevur tó ikki eina klára mynd av hvussu alt hongur saman. Men tað eru ávísar orsøkir til at myndin sær út sum hon ger.
Síðan samanbera vit prísin á bústøðum í Tórshavn og á bygd. Vit taka støði í 2011 tá munurin var 1.045.282. Á hendan hátt síggja vit vaksandi munin í krónum. 2011 er valt tí 2011-12 var ongin broyting, eins og bankar tá fóru konkurs og húsasølur vóru fáar.
Sum myndin vísur, so er munurin øktur sera nógv síðan 2015. Frá 2015 til 2017 var broytingin sera stór. Fyrra talvan vísti, at tal av húsasølum fór úr 149 niður á 100 og hevur ligið har síðan. Tað er greitt, at eftirspurningurin var sera stórur og tað er ein partur av frágreiðingini. Men ein annar er, at bankar meta húsavirði at verða sera høgt. Tað er bara loyvt at fíggja 80% av metta søluvirðinum við realkredittláni. Tí vita vit at bankar meta søluvirði til tað sum søluprísurin er.
Tað húsaprísir í Havn hækka meira enn á bygd er manglandi útboð og at bankar slaka í kreditmetingini.
Talvan vísur, at bankar síðan 2015 hava hækka virði av bústaðum í Tórshavn 800.000 krónur meira enn teir hava hækka metingina á húsum á bygd. Tað er orsøk at halda, at tá javnvág aftur er millum útboð og eftirspurning, so fer húsaprísurin í Havn at lækka. Tað er orsøk at halda at meginparturin av hesum 800.000 eru luft. Fyri at avgerða hvussu nógv er luft, er neyðugt at vita meira um útboð og eftirspurning og byggikostnað.
Tað er greitt at hetta er ríkiligt til at koyra bæði bankar og samfelag konkurs, um alt skal rættast í einum. Bankar eru væl polstraðir og vita hetta. Ongin orsøk er at halda, at teir ikki stýra uttan um skerini. Tað merkir tó ikki at palliba onki merkir.
Seinast støðan var sum nú, var fyri gott 10 árum síðan. Tá prísir lækka, valdu fólk at bíða heldur enn at selja. Bankar vilja ikki fíggja eins nógv. Keyparar, sum megna at gjalda sera nógv gerast færri. Tá vóru hús eisini lýst til sølu fyri nógv meira enn tey kundu seljast fyri. Tal av hjúnarskilnaðum segðist verða avgerðandi fyri tal av húsasølum og tað váttaðu húsameklarar. Vit hoyrdu eisini um fólk, sum fingu nokta fígging at keypa bústað fyri 1,5 millión, men í staðin fingu bjóða fígging at keypa fyri 2,5 mió. í onkrari verkætlan. Hetta var orsaka av fíggjarkreppu, hækkandi rentu og bankakonkursi og stórari lánsveitan/lánstøku. Soleiðis tilpassaðu peningastovnar húsaprísin, soleiðis at hann ikki rapaði og alt samfelagið fór sama veg.
Tað er orsøk at halda at støðan í dag líkist støðuni tá. Hús til sølu økjast í tali. Tal av sethúsasølum minkar og síggja fólk tað fíggjarliga skilagóða í at útseta hjúnarskilna, og onnur hava tol at bíða eftir arvi, so minkar húsasølan nógv. Prísurin lækkar væntandi eitt sindur, men ikki nógv, um tað er sum fyri 10 árum síðan.
Tó eru húsaprísirnir í Tórshavn framvegis hækkaðir 800.000 meira enn á bygd, seinastu 7 árini. Um tað skal tilpassast og hvussu tað skal tilpassast, vita vit ikki.
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











