Andakt
Páll Poulsen skrivar
Men Dávid svaraði Abisai: „Drep hann ikki! Hvør hevur óstraffaður lagt hond á salvaða HARRANS!“ 1.Sám.26.9
Dávid visti, at tað var skeivt at drepa Saul. Um ein gjørdi tað, so kom hann undir fordøming.
Á Golgata góvu bæði jødar og rómverjar Kristus, Salvaða Harrans, upp til dóm og deyða. Tó fyrigav Kristus teimum, Luk.23.34, og Gud brúkti ólógligu ráðagerð teirra at døma heilaga Son Sín fyri okkara syndir.
Hann er Staðgongumaðurin fyri syndarar. Sjálvt teir syndarar, ið góvu Hann upp.
Fyri lygivitnini. Fyri rómverjunum, ið vitandi deyðadømdu ein ósekan mann. Fyri okkum.
Við at líta á Kristus eru samsekir syndarar, sum eg og tú, fríir!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Særdur fyri meg, særdur fyri meg,
negldur á krossin og særdur fyri meg.
Burtur er syndin, og fríur varð eg,
einans tí Jesus varð særdur fyri meg.
2. Doyði fyri meg, doyði fyri meg,
Jesus á krossinum doyði fyri meg.
Bar syndabyrðina, loystur varð eg,
einans tí Jesus leið deyðan fyri meg.
3. Reis fyri meg, reis fyri meg,
Jesus úr grøvini reis fyri meg.
Frá deyðabroddinum frígjørdur eg,
einans tí Jesus reis upp fyri meg.
4. Livir fyri meg, livir fyri meg,
livir í Himli til besta fyri meg.
Leiðir, varðveitir meg á sínum veg,
einans tí Jesus nú livir fyri meg.
5. Tekur meg heim, tekur meg heim,
kemur skjótt aftur og tekur meg heim.
Á, hvør ein gleði hans ásjón at sjá,
hann tá í ævir mín lovsong skal fá.
*W.G. Ovens (Amer.), 1870–1945, (1. vers).
*Gladys Westcott Roberts (Amer.), f. 1888, (versini 2–5).
{Lag: W.G. Owens}.
(Brynleif Hansen týddi).
Nr 180 NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











