Toskur merktur í Grønlandi veiddur í Føroyum
Toskur sigst verða støðufastur, men onkrir flyta seg langt. Merkingar í Grønlandi vísa at stórur partur fór til Íslands og onkur til Føroya
Frá 1924 til 1939 merktu teir tosk í Grønlandi. Tilsamans merktu teir 12.800 toskar. Av teimum, sum teir fingu aftur, fingu teir 58% aftur í Grønlandi og 42% í Íslandi. Og ein í Barentshavinum og ein undir Føroyum.
Tað var ójavnt hvussu nógv kom aftur hvørt ár. Frá 1924-1928 fingu teir 10% aftur í Íslandi og frá 1928-33 fingu teir 56% aftur í Íslandi. Frá 1939-1940 fingu teir 40% aftur í Íslandi.
Toskurin bleiv, sum korti vísur merktur í Vesturgrønlandi frá Kappanum og norðeftir. Sum sæst í kortinum so er tað eisini ójavnt hvør toskur flytur. Vit síggja at tað sum er merkt nær Kappanum flytir mest til Ísland. Av hesum flyta 64-70% til Ísland.
Hesar gomlu royndir, sum eg fann í einari bók á bókasavninum í Reykjavík vísa, at fiskur hevur stert og av og á verður hann eisini brúktur til rættuliga langa ferðir.
Tað eru umleið 1.000 fjóðringar úr Føroyum til Kappan, sum er suðurendin á Grønlandi. Frá Íslandi er tað á leið 500 fjóðringar.
Annars hevur verið sagt at toskur ikki ferðast so langt. Hetta vísur tó, at toskur í hvussu so er onkuntíð ferðast rættuliga langt.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur