Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

HUGLEIÐING UM BÓNDAN LAKSEL Í FØROYUM

Innanlands | 25/06-2023 14:28

Kári Egholm Jacobsen skrivar eina viðkomandi lýsing av samfelag og lógarsmíði. Hetta stó á Facebook fyri tveimum vikum síðan

Laksel var ein sera arbeiðssamur bóndi í Eysturoy, hann stríddist hvønn dag á garðinum. Hann átti nógva jørð og seyðahald var hansara eitt og alt. Tey fyrst árini, ið hann var bóndi, seldi hann øll krovini fesk av landinum. Alt varð útflutt til ymiskar marknaðir kring um í heiminum. Laksel var í harðari kapping við aðrar bøndur í Íslandi, Noregi, Skotlandi og Kili, men hann stóð seg væl í kappingini.

Ein dagin fekk hann tað hugskot at hann vildi meirvirða sína rávøru - vildi røkka longur á altjóða marknaðar, og hann ynskti at hansara seyðakjøt skuldi liggja, sum leskiligir døgurðarættir, í sølubúðunum kring allan heimin. Hann vildi ikki longur bara selja heil fesk krov til framleiðsluvirkir kring heimin, so tey kunnu virkað lidnar døgurðarættir burtur úr hansara seyðakrovum. Nei - hann vildi royna at gera hetta sjálvur í Føroyum, so hann kundi skapa vitan, arbeið og framburð í landinum, sum hann var føddur í. Laksel bar alsk til sítt føðiland og var errin av at vera Føroyingur.
Laksel fór undir at byggja eitt framkomið virki, har hann kundi skera krovini sundur til lidnar døgurðarættir. Hann setti nógv fólk í starv og hansara vøra var nógv eftirspurd á altjóða marknaðinum.

Laksel hevði eina sera góða søgu at siga, tá hann marknaðarførdi sína vøru. Hansara seyður hevði gingið í teimum høgu fjøllunum í Føroyum og smakkurin var framúrskarandi. Skjótt vistu allir teir kræsnu gómarnir úti í tí stóru verð um hetta framúrskarandi seyðakjøtið hjá Laksel.

Treytirnar fyri selja sínar góðskaðar vørur vóru harðar. Hann noyddist at gera sáttmálar fyri eitt ár fram í tíðina. Tað vóru treytirnar, sum allir seyðaalarar høvdu.

Men Laksel var miðvísur og leggur sær eina ætlan - fyri hvørjar 100 seyðir hann tók úr haganum, skuldu 40 fara inn á ta nýggja góðskingarvirkið. Har vórðu teir góðskaðir til lidnar rættir, og hann gagnnýtti alt av seyðinum. Hetta hepnaðist sera væl og vøran hjá Laksel varð skjótt kend kring allan heimin. Tað komu fólk allastaðnis frá at hyggja eftir, hvussu dugnaligur Laksel var og hvussu hann kláraði at gagnnýta alt úr sínum seyðahaldi.
Laksel vann pening, og hann brúkti vinningin til at blíva enn meira kappingarførur.

Men so ein mikudag í mai, komu boð frá landsins stjórn, sum hevði havt eitt orðaskifti um seyðahaldið hjá Laksel. Seyðahaldið hjá Laksel var ein samfelagstrupulleiki, okkurt mátti gerast. Seyðahaldið hjá Laksel forvann alt ov nógvan pening og var hetta til skaða fyri samfelagið.

Orðaskiftið hevði skund tí tingfólkini skuldu í summarferiu, og tí mátti berast skjótt at. Tey avgjørdu at leggja eitt avgjald á allan seyðin hjá honum. Avgjaldið var soleiðis samansett, at tað var tann besti prísurin, sum norðmenn - hansara kappingarneytar - fingu fyri heil fesk krov á spottmarknaðinum, ið avgjørdi, hvussu nógv Laksel skuldi rinda.
Nú vóru góð ráð dýr.

Góðskingarvirkið hekk í einum klønum trá, tað skilti Laksel alt fyri eitt. Hann royndi at mótmæla, men var bara møttur við há og spott. Tað var sum at sletta vatn á gás, avgerðin var tikin og hon kundi ikki broytast. Laksel sat við skegginum í postkassanum. Í 27 ár hevði hann miðvíst bygt upp sítt góðskingarvirki, tað var hansara lívsverk. Við einum hamarslagið frá løgtingsforkvinnuni varð teppi rykt undan honum.

Og so kom henda lóg kom í gildi 1. august, og hann hevði gjørt sáttmálar fyri sínar vørur árið út. Nú mátti hann rinda 15-20 kr. i avgjaldi fyri hvørt kg. hann framleiddi á sínum góðskingarvirki. Hin avbjóðingin var, at hann var nógv verri fyri at kappast um at selja sína góðskaðu vøru. Hann vist, at hann skuldi rinda tøkugjald av hvørjum seyði hann tók, men hvussu nógv var ómøguligt at vita, tí marknaðarprísurin av úrvalsseyðinum hjá norðmonnum varð avgerðandi fyri hvussu mikið hann skuldi rinda. “Man kann siga tað soleiðis at hann skuldi kunna vita í novembur í ár hvussu veðrið fór at verða í novembur næsta ár”.

Laksel svav illa ta náttina. Hann lá og hugsaði um, hvat hann skuldi siga við øll arbeiðsfólkini, sum hann hevði í starvi. Tey vóru vorðin fleiri hundrað í tali og fleiri høvdu starvast á virkinum síðani hann byrjaði. Morgunin eftir kallaði hann øll starvsfólkini saman og greiddi teimum frá støðuni. Hann vissaði tey um, at tað var nokk at gera ári út, tí hann hevði sáttmálar til ársenda. Men samstundis segði hann, at tað ikki vóru nøkur bjørt útlit fyri komandi ár. Hann fór tó at royna alt hvat hann var mentur at fáa sáttmálar í hús.

Tað var deyðatøgn í rúminum meðan Laksel tosaði. Tey sóu álvarsemi í andlitinum á bóndanum og vistu at hansara lívsverk var um at fara fyri bakka, eins og teirra arbeiðspláss. Hann hevði klára í mong ár at stýra ímillum bogar og sker, men nú var hansara lívsverk stranda á Høgnaboðanum.

Laksel skilti væl, at hann skuldi rinda fyri tey rættindi hann hevði fingið, men hví tey ynsktu hansara liðugvøru framleiðslu har pipari grør, skilti hann ikki. Men eg eri bara ein bóndi, sum virkar lidnar vørur úr tí rávøru, sum eg framleiði úr mínum haga, hugsaði Laksel. Tey ráðandi í Føroyum vildu vera framsøkin, sjálvstøðug og virka fyri javnrættindi hjá verkafólkunum. Virksemið hjá Laksel hóskaði seg ikki inn í hesa hugsjón. Hansara virki var ikki framsøkið, sjálvstøðugt ella til gagn fyri verkafólkið eftir teirra hugsan.

Hann var noyddur at repa seglini og fara aftur til at vera ein rávøruútflytari. Tað var bara at fáa blóðið úr seyðinum og senda hann av landinum. Og tað fóru heilt víst at vera færri krónur at rutha við til íløgur í framtíðini var hann vísur í.

Hetta kvøldi sat Laksel á síni skrivstovu til tað fór at skýma, hann hættaði sær ikki at fara til hús í dagslýsið. Kann vera at hann møtir onkrum á heimleiðini, ið vil tráspyrja hann um, hví hann fór í holt við at góðska vørur úr seyðinum, sum høvdu gingið í teimum Føroysku fjøllunum. Laksel hugdi út í gjøgnum gluggan á síni skrivstovu og sá út á tann blanka fjørðin. Laksel vil bert hava frið. Hann veit innast inni at hann hevur gjørt tað rætta, hann vildi bara skapa virðir fyri land og fólk.

Nei, kanska eg valdi skeiva lívsleið, hugsar hann. Men hvat annað kann eg gera, hetta er tað eg dugi best og elski at vera bóndi. Tá hann fer til songar um kvøldi, hugsar hann um seyðin, sum gongur í fjøllunum. Hann foldar sínar hendur og takkar fyri dagin, sum var honum givin. Hann leggur seg og síni í hendurnar á Honum ið øllum valdar.

Ta kvøldið bað hann eina eyka bøn fyri teimum, sum høvdu valdið í hansara landi.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi